hósdagur 1. juli 1999síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24
tíðindablaðið
NR. 122 - 1. JULI 1999
Væleydnaður fótbóltsskúli
Fótbóltsskúlin, ið varð hildin í Gundadali í Havn seinasta vikuskiftið eydnaðist stak væl. Um 430 vóru við á fótbólts-
skúlanum, og knýttu hesir spelknu ungligar týðandi vinarbond tvørtur um bæði felagsmórk og bygdamørk
JOHN JOHANNESSEN
MYNDIR: Jan MULLER
Endamålini við fótbólts
skúlunum fyri
verða hildnir kring landið.
eru fleiri
børn, ið
A hesum skúlum
skulu bernini hava møgu
leika at gerast betri fótbólts
spælarar samstundis, sum
skulin ersini skal vekja á
barnanna fyri ítrótti og
at røra seg. Men skúlin
er ikki bert ítróttur og kapp
hi
hoast talan er um fot-
»tsskula. Eitt av aðalenda
wm er eisini, at næm-
skulu hava høvi at
knyta vinarbond tvørtur um
óltbóltst og bygda-
ørk. Og enda, men av
minstum tydningi, skulu
børnini hava tað stuttligt.
Petur Simonsen var sam-
skipari fyri fótbóltsskúla-
num, ið varð hildin í Gund-
adali í farnu viku. Hann sig-
ur, at luttakandi børnini eftir
ollum at dóma vóru stak væl
nøgd við tiltaki
Tað merktist á børnun-
um, at tey hildu tað vera
spennandi at sleppa at hugsa
um fótbólt í tveir samfullar
dagar. Harafturat vóru tey
eisini sera fegin um húgv-
urnar og bóltarnar, tey fingu
sum prógv fyri, at tey høvdu
luttiki0
Ur øllum landinum
Tad vóru ikki bert børn úr
Havn, men børn úr øllum
landinum, ið luttóku á fót-
bóltsskúlanum í Gundadali.
Petur Simonsen sigur, at
nógvir luttakarar frá bygd-
um, ið annars ikki eru kend-
ar sum fótbóltsbygdir, vóru
við. Hann nevnir millum
aðarar, Kvívík, Vestmanna
og Kollafjørð.
Tað gleðir meg, at børn
úr hesum bygdum eisini
koma við, hóast tey ikki
dagliga venja fótbólt, eins
og børn úr øðrum bygdum,
har fótbólturin er ein stórur
partur av frítíðarlívinum. Tí
er fótbóltsskúlin eisini so-
leiðis skipaður, at tað ikki
krevst, at børnini er ávísum
stødi, hvat fótbólti vidvikur.
Øll skulu kenna seg væl-
komin á fótbóltsskúla, og
helst skulu øll eisini fáa
nakað gott og mennandi
burturúr luttøkuni, sigur
Petur Simonsen.
Men tað er ikki bert í
Havn, at fótbóltsskúlar
verða hildnir. Komandi
vikuskifti verða tveir fót-
bóltsskúkar hildir. Annar av
teimum verður á Svanga-
skarði og hin í Vági. Á
Svangaskarði verða millum
tvey og trý hundrað luttak-
arar og í Vági rokna tey við,
at luttakaratalið fer at liggja
um hundrað. Sostatt fer
samlaða luttakaratalið á fót-
bóltsskúlunum í ár at liggja
um 1.000.
Ikki bert kapping
Hóast fótbóltur er ein ítrótt-
argrein við harðari kapping,
er denturin ikki lagdur á
kapping í fótbóltsskúlunum.
Har verður dentur heldur
lagdur á ávís evni innan fót-
bólt. Teir ymsiku venjarar-
nir velja ávíst evni, ið teir
venja við næmingunum í
nakrar tímar, áðrenn farið
verður til næsta evni. Hetta
verður gjørt, fyri at hver
einstakur næmingur skal
hava møguleika at mennast
sum fótbóltsleikari, sam-
stundis, sum hann hevur tað
stuttligt.
Men kappingalyndi ligg-
ur í øllum fótbóltsspælar-
um. og tí endar fótbóltsskúl-
in altíð við einari kapping
millum ymisk lið, ið venjar-
arnir býta upp á fótbólts-
skúlanum. Hetta dámar
næmingunum væl, og vinn-
ararnir eru sjálvsagt erpnir.
Tað var HB, ið stóð fyri
fótbóltsskúlanum í Gunda-
dali í Havn í ár. Næsta árm
verður tað B36. Hetta er fyr-
stu ferð, at eitt einstakt lið í
Havn hevur staðið fyri fót-
bóltsskúlanum. Fyrr vóru
bæði liðini um hann á hvør-
jum ári, men fyrireikararnir
eru væl nøgdir við, at liðini
nú skiftast um. Fótbótsskúl-
in í ár eydnaðist stak væl.