Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 1999síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ERE NR. 123 - 2. JULI 1999 tíðindablaðið SC 27 rod Flogboltskvinnurnar í finaluni Gotland 99: Føroyska kvinnulandsliðið megnaði tað hesaferð, sum tær ikki higartil hava megnað. Tær vunnu á Saar- emaa í hålvfinaluni, og talan var um ein greiðan 3-0 sigur. Menninir komu eisini víðari úr bólkaspælinum, og skuldi í gjårkvøldi spæla móti Saaremaa EMiL L. JACOBSEN OG ÁLVUR HARALDSEN AV GOTLANDI Bæði menninir og kvinn- urnar eru komin í hálvfin- alurnar í flogbólti. Tað var longu rættiliga greitt undan síðstu dystunum í bólka- spælinum, sum vórðu spældir mikudagin. Hesir dystirnir vórðu ikki spældir í Íshallen, men í eini lítlari høll í einum skúla nakað uttan fyri Visby. Bert fá fólk vistu av, at dystirnir ikki skuldu spælast á vanliga staðnum, teirra millum eisini blað- og myndamaðurin hjá Sosial- inum. Tað gekk eisini eitt sindur striltið at finna stað- ið, har dystirnir skuldu spælast, og tá vit komu á staðið, vóru menninir júst lidnir. Teir høvdu spælt móti norsku oynni Hitra og vunnið 3-0. Settúrslitini vóru 25-21, 25-15 og 25- 10. Altso ein rímiliga lættur sigur hjá føroysku monn- unum, sum skundaðu sær inn aftur í býin at vita, hvørjum teir skuldu mýta í hålvfinaluni. Vit fingu eitt stutt prát við Bárð Mikk- elsen, sum segði, at hóast fyrsta sett var eitt sindur javnt, so hevði føroyska lið- ið tamarhald á støduni alla- tíðina, og sigurin var lættur móti einum norskum líði, sum ikki tók uppgåvuna i serliga stórum álvara. Aftaná spældu kvinnur- nar móti litríka liðnum hjá Cayman Íslands, men tað vóru føroysku kvinnurnar, sum vístu litríkara spælið, og tær vunnu eisini 3-0 (25- 13, 25-14, 25-16). Føroyska liðið hevði munin allatíðina, og bert í 2. setti, tá stødan var 1-0 til Cayman, vóru Føroyar aftanfyri. Juanna Joensen gjørdi vart vid seg vid nøkrum frå- likum servum, men sum heild var talan um lætt spæl hjå føroysku gentunum. Tær av Cayman vóru rætti- liga lágvaksnar, og tað sást aftur á vøllinum, og tá so Cayman genturnar høvdu eina rúgvu av feilum og misskiljingum, kundi tað ikki ganga gðrvísi. Nú verður ein dupultupp- gerð móti sterku liðunum hjá Saaremaa í hálvfinal- unum. Kvinnurnar spældu hósdagin klokkan 12.00 før- oyska tíð, og menninir skuldu í eldin klokkan 16.00 føroyska tíð. Kvinnrnar vunnu! Beint áðrenn blaðið fór til prentingar frættu vit av Got- landi at dysturin millum Føroyar og Saaremaa var liðugur, og úrslitið var, at føroysku flogbóltskvinnur- nar høvdu vunnið dysti. Talan var um ein rættiliga greidan 3-0 sigur til før- oysku kvinnurnar. Settúrlitini vóru 25-15, 08 ýr + Be: GP = 25-20 og 25-17. Úrslitið hjá føroysku flogbóltskvinnunum er einki annað enn eitt bragd. Tær hava leikt móti Saare- maa fleiri ferðir fyrr, men hava altíð tapt. Leikararnir av Saaremaa eru stórir og framúr góðir til flogbólt. Liðið hevur havt eitt rættiliga sterkt tilknýti eystureftir, og har er flog- bólturin ógvuliga høgt í metum. Men hesaferð var eftir øllum at dóma líka mikið, tí føroysku kvinnurnar vunnu. Føroyska kvinnulandslið- ið var eisini serstakliga væl fyri, nú tær fóru til Got- lands. Nógv er vant, og leikarar- nir sum eru á landsliðnum hesaferð eru stórir og tekn- iskt væl fyri, og tað er eftir øllum at dóma tað, sum hevur gjørt, at tær hava vunnið á Saaremaa hesa- ferð. Hverjum okkara kvinnur skulu leika ímóti er ikki greitt enn, tí seinna semi- finalan verður ikki fyrr enn í kvgld. Men tað verður ant- in Áland ella Guernsey, tí tað eru tey bæði liðini, sum hittast í hinari semifinaluni. Vit ynskja føroysku kvinnunum góða eydnu í finaluni. Hóast tær høvdu vónir um tað, so var tað heilt óvæntað, at kvinnurnar skuldu vinna ein greiðan 3-0 sigur á Saaremaa. Henda myndin er frá dystinum í innleiðandi umfarinum móti Cayman Ísland, sum føroyingar eisini vunnu 3-0 uttan stórvegis trupulleikar uri 20" Fyrsta gullið hjá frælsa itrottinum Gotland 99: Róligi og fyrikomandi strandingurin varð tann fyrsti av okkara frælsu ítróttarfólkum, sum tryggjaði Før- oyum eitt gullheiðursmerki, tá hann kastaði klingruna so langt sum eingin annar Í FOROYASLE X Høvudsstudulin hjå OYGGJALEIKUNUM "99 www.olfo EMiL L. JACOBSEN OG ÅLVUR HARALDSEN AV GOTLANDI Heri Ziska vann mikudagin gull i klingruvarpi, og so- statt fekk frælsi ítrótturin sitt fyrsta gullmerki å hes- um oyggjaleikunum. Heri var heilt fitt framman fyri næsta mannin, sum var Kal- mer Kask av Saaremaa. Fyrsta kastid hjå Hera var ikki serliga gott fyri hansara stødi - »bert« 45,15 metrar - men síðani gekk betur, og næstu kastini vóru åvikavist 47,04 m, 47,67 m, 47,66 m, 47,27 m, og 46,97 metrar. Besta kastið hjá Kask var 45,59 metrar, so her vóru meir enn tveir metrar á muni. Eisini í frælsum ítrótti Sunnuvá Bjarnastein vann sær enn eitt heið- ursmerki á Gotlandi tá hon fekk bronsu í 5000 metra renningini vann Sunnuvá Bjarnastein bronsu í 5.000 metra renn- ing. Hon kom á mál í tíðini 19.01,1, og tað var nett tann sama tíðin sum grønlendska Uilog Slettemark, sum fekk silvurid. Hóast tíðirnar vóru tær somu, mettu dómarar- nir, at grønlendski rennarin var eitt vet fyrri um mál- strikuna, og sostatt endaði Sunnuvá við bronsuni. Vinnari var Kathryn Frost av Isle of Wight, sum heyði tíðina 18.44.00, sum er nýtt oyggjaleikamet. Asi Mikkelsen var í fin- aluni í 100 m renning, har hann endaði á sætta og sein asta plássi við tíðini 11,46 sekund. Heini Hátún var eisini við í 100 metrum, men hann kom ikki í fin- aluna Heri Ziska vann gull í klingruvarpi mikudagin. Klingruvarp er hansara besta grein, og tí var gullið ikki so óvæntað