leygardagur 3. juli 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 124 - 3. JULI 1999
Kirkjuklokka, millum dýrar málmar
tættast mínum hjarta stendur tú.
Vaknaðu við tær teir hógtíðssálmar,
sum í barmi mínum ljóða nú.
Stillan ljóða bidisløgini frá klokkuni í Havnar Kirkju.
Klokkuni, sum Ditlev var vanur at ringja við.
Men hesaferð er tað fyri Ditlevi sjálvum, hon slær.
Vit eru komin saman á hesum staði, sum stóð honum
so nær, og sum hann var so góður við, at siga honum
farvæl fyri seinastu ferð og bera hann út.
Kirkjuklokka. Ei í høvudsstødum
var títt heim, men í tí lítla stað.
Lågum tornum, ikki teimum høgu,
var tað í, tú sang títt besta lag.
Ditlev var porkeningur, og vaks upp í hesum lítla stað,
har kirkjuklokkan sang úr lága torninum, tá hon hevði
boð eftir fólkinum.
Eg havi onkuntíð hoyrt Ditlev sagt frá dógunum har
suðuri, sum ikki altíð vóru líka lættir.
Tíðliga stóð á, tá boð vóru eftir teimum næstu. Og
fleiri vóru tey nærmastu, sum á ungum árum vórðu
tikin hiðani.
Men kanska hevur eisini tað verið við til at mynda
Ditlev, sum vit, sum fyrst komu at kenna hann sum
tilkomnan mann, minnast hann í dag, nú bidisløgini
hava ljóðað.
Altíð við tí góða orðinum. »Tad man fara at ganga,«
og > Tvass, legg ikki í,< tá okkurt var, ið ikki gekk,
sum ætlað.
Ella meira skemtandi >Nei, nei,nei. Hevur man vitað
so galið?< ella »Hevur man kent tess maka ?<
Setningar, sum hjá okkum, ið starvaðust saman við
honum, beinanvegin gjørdust ordatøk.
Kirkjuklokka. Tína rødd eg kendi,
meir enn streingjaleikur fyri meg.
Tá um tún tú tónar tínar sendi,
tá eg lærdi elska, æra teg.
At Ditlev heyði hoyrt og skilt kirkjuklokkuna, lat hann
ongantíð nakran iva vera um, hóast hann ikki gekk og
lýsti við tí í tíð og ótíð. Fyri honum var tað nakað
persónligt, sum hann kortini ongantíð ræddist fyri at
geva øðrum burturav.
Einki við at rópa upp og klappa og larma. Nei, hetta
var ålvarsligt. Og einki er at ivast i, at Ditlev, nú hann
seinnu tíðina meira enn einaferð varð mintur á, at vit
bert eru gestir á fold eitt stutt skeið, hevur kent klokku-
ljóðið enn meira persónligt.
Grána vangin man, og sporið tyngja,
veit ei sjálvur, hvagar leiðin ber.
Einastaðni tó, har klokkur ringja,
veit eg, ævigt góð at hvíldin er.
Hóast vangin var farin at gråna, tóktist sporið ikki
tyngnað, seinast eg tosaði við Ditlev.
Hann hevði lagt starvið frá sær og var vorðin pensi-
onistur. Nú skuldi hann rættiliga njóta øll síni ítriv.
Serliga væl dámdi honum at flóta. Og tað merktu vit
eisini dagliga, sum starvaðust saman við honum. Tað
var líkasum, at alt mól um snørid.
Ringdi telefonin, plagdi hann at siga: »So. Nú var
ein å.«
Og ikki var hann meira enn farin av vaktini, so fór
Vága Heini glíðandi út um molan. Var tað seint á kvgldi,
ella veðurlíkindi bilaðu, plagdi hann at fara >...suður
um grótkastið at fáa til kettuna.«
Alt kundi brúkast, bara hann slapp á flot.
Og allir tímarnir, Ditlev hevur flotið her rundan um
oyggjarnar, gjørdu eisini, at hann tóktist líka kendur
undir vatninum, sum omanå. Tó hann eisini kendi
landið.
Varð farið á flot, varð vanligt at hyggja, um Vága
Heini mundi vera í farvatninum. Tí har, Ditlev var,
fekst ivaleyst onkur fiskur við heimaftur. Hann plagdi
at vita, hvar teir vóru.
Ikki tí. Hulin var hann ikki. Og varð hann spurdur,
um eitthvørt, fekst altíð greitt svar.
Var so heppin ngkur ár her fyri at fáa miðabókina,
hann hevði fingið eftir verfaðirin í Havn, at skriva av.
Tá hon var løgd á teldu, fekk Ditlev eitt eintak aftur,
og tað var hann ógvuliga glaður fyri.
Hægri tínir tónar mundu ljóða,
tá á morgni sólin stóð í ský.
Kimaði: >Tær Frelsarin man bjóða
heim vid sær á páskamorgni ny.«
Tá eg sjálvur gjørdist klokkari í Vesturkirkjuni, var
Ditlev ein tann fyrsti at ynskja mær góða eydnu.
Eg skilti á honum, at hann gleddist um tað. Nú var
eitthvørt samband aftrat. Eitt sindur út yvir arbeiðið,
vit høvdu felags.
Og so trættust vit um, hvor klokka ljóðaði betri, og
hvør hoyrdist longri.
Eg minnist tó einki til, at vit fingu tað avgjørt.
Lægri breiða seg tó tínir veingir,
tá ið sól í vestri setir seg.
Bidisløg tá tíni yvir eingir
ljóða, og til hvíldar kalla meg.
Vit vistu, at Ditlev heyði trupuleikar við heilsuni, hóast
hann bar tað væl.
Aminningar hava fyrr verið, og tann seinasta var jú
fyri helt stuttum, tå avgjørt varð, at hann skuldi niður
á Ríkishospitalið til skurðviðgerð.
Tí bíðaðu vit so bara eftir og væntaðu, at so kundi
hann koma aftur og halda fram at flóta. Fiska til
kettuna og likkuna, sum trúliga hevur vitjað á svala-
karminum í Fútalág.
So mikið stórri var tí skelkurin, tá bidisløgini knapp-
liga ljóðaðu fyri Ditlevi.
Tað er so undarligt. So óveruligt.
Men hóast vit onnur ikki vóru fyrireikað, so veit
eg, at Ditlev var tað. Tað hevði hann jú altíð verið.
Í sakni drýpa vit hevur og minnast við virðing
vinmannin Ditlev Dam.
Kvøldarklokka. Tá ið tú mær sigur,
sól er sett, og fuglur hvílir seg.
Eg til jarðar boyggi meg so niður,
hesa bøn til tin tá havi eg:
Kirkjuklokka. Tá eg burtur fari,
hóast dustið teg tá hoyrir ei.
Heilsu ber tó tá tú mínum kæru,
sig teim, einglar fylgja mær á leið.
Edvard
17
lesarabrøv
Í hjørtum okkara
býr frælsi- um
tað einki kostar
Tú kanst standa á einum
politiskum fundi og siga við
áhoyrararnar, at vit í Før-
oyum eiga at vera fíggjar-
liga sjálvbjargin. Fyri hes-
um fært tú vanliga fullan
stuðul frá fólkinum. Men tá
tú so sigur, at treytin fyri
sjálvbjargni, er ein stramm-
ur búskaparpolitikkur,
minkar stuðulin alt fyri eitt
niður í helvt. Setir tú so tøl
á, fyri at vísa, hvat ein
strammur búskaparpolitikk-
ur veruliga merkir, missir tú
eisini hina helvtina av tínum
viðhaldsfólkum.
Flestu + føroyingar -
kanska allir - hava ein
dreym um, at klåra at standa
å egnum beinum. Men fel-
ags fyri somu føroyingar er
eisini, at vit vilja ikki gjalda
tann prisin, sum hetta kost-
ar.
Munurin imllum sam-
bandsfólk og loysingarfólk
er ikki tann, at summi vilja
klára seg sjálvi, og onnur
ikki. Munurin er haraftur-
ímóti, at sambandsfólk við-
ganga, at loysing ella full-
veldi kostar pengar, ímeðan
loysingarfólk ikki vilja við-
ganga tað. Millum annað av
hesi orsøk eru sambansfólk
ímóti at Føroyar verða skip-
aðar sum fullveldi, ti tey
síggja seg ikki før fyri at
gjalda fyri tað, og enn minni
vilja tey hava eitt fullveldi,
sum danir gjalda. Loysing-
arfólk vilja harafturímóti
hava fullveldi, tí sambært
teimum kostar tað einki. Og
høvdu tey sæð, hvat tað
veruliga kostar, so vóru tey
ikki loysingarfólk.
Ístaðin fyri at viðganga
kostnaðin, so hava loysing-
arflokkarnir = sett stórt
arbeiði í gongd, fyri at finna
prógv fyri, at fullveldið
einki kostar. - Ella fyri at
vera diplomatiskur - at tað
kostar ikki so nógv.
Hvíta bók
Í løtuni sita øll (vanligi før-
oyingurin og politikararnir)
og bíða eftir »Hvitu bók<.
Hon skal hjálpa okkum at
taka stóðu til spurningin um
fullveldið. Serliga er tað bú-
skaparbólkurin, sum hevur
stóran áhuga. Tað tykist
sum, at vanliga hugsanin er,
at um Hvíta bók vísir, at
fullveldi einki kostar, so
kunnu vit róliga atkvøda
fyri fullveldinum. Men um
nidurstødan verður, at tað.
kostar pengar, og at livi-
stødid í Føroyum fer at
lækka, so er stødan ein onn-
ur.
Jú sanniliga. Í hjørtum
okkara býr frælsi. - Tað má
bara einki kosta.
Helgi Abrahamsen
t
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra kona
mín, mamma, vermamma og omma okkara
SIGNHILD ZACHARIASSEN
Fuglafjørdur, ættað úr Saltangarå
andaðist í heiminum hósdagin 1. juli, 55 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar Kirkju sunnu-
dagin kl. 13.
Vegna familjuna
Kári og bernini
Tey, sum vilja minnast hana við blómum ella kransi, verða
vinaliga biðin um at lata eina peningagåvu til Føroyafelagid
móti krabbameini. Konto i peningastovnunum.
WWW.50Sialvrin Fo