týsdagur 6. juli 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Abyrgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild:
Jan Miller Jonhard Hammer
Blaðstjóri: Dagbjørt S. Hansen
Eiríkur Lindenskov
Fíggjarleiðari: Blaðfólk:
Internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson Dagny Joensen,
Áki Bertholdsen,
Tyrluflúgving
í framtíðini
Oddagrein
LEYGARDAGIN frættist, at kenda danska
tyrlufyritokan „Maersk Helicopters“ hevur
boðið Atlantsflogi at keypa tvær av sínum
tyrlum. Hetta tilboð kemur eftir, at fyri-
tokan hevur gjørt av at gevast við ollum
sínum virksemi.
ORSOKIN til hesa drastisku avgerð er
tann, at Maersk-fyritokan, sum hevur havt
tyrluflutningin í danska partinum av Norð-
sjónum um hendi í 24 ár, misti sáttmálan
við sítt egna systurfelag, Maersk Olie og
Gas. Av tí at ES-reglar siga, at sáttmálar/
arbeiðið við ávísari stodd, skulu bjóðast
út alment, beyð eitt stórt kanadiskt tyrlu-
felag uppá flúgvingina, sum Maersk Heli-
copters hevur havt oll árini - og fekk sátt-
málan.
UTTAN at hava nakað innlit í, hvat Maersk
hevur boðið føroyingum at keypa tvær
tyrlur fyri, so sigur ein av stjórunum í
donsku fyritøkuni, at talan verður um ser-
pris til føroyingar. Hvussu og ikki so eigur
slíkt tilboð at verða viðgjort. Atlantsflog
hevur í seinastuni havt folarar úti til at
keypa eina nýggja tyrlu at avloysa verandi
tyrlu, sum felagið rekur fyri landsstýrið.
Nú kemur so spurningurin: kunnu vit fáa
tvær brúktar tyrlur fyri prísin á eini nýggjari
tyrlu og hava vit brúk fyri tveimum tyrlum!
NETTUP hesin seinni spurningurin er á-
hugaverdur, nú tað ljóðar, at danska sjó-
verjan møguliga fer at gevast við tyrlu-
flúgvingini við Føroyar. Hetta ber so i sær,
at vit hava bruk fyri tyrlu til taka sær av
bæði sjómarkseftirliti og sjukraflutningi.
Hetta vita vit kann ein tyrla hjå landinum
ikki taka sær av, tå hon eisini hevur bædi
fólka- og farmaflutning um hendi. Og nú
tosað verður um eina frálandavinnu, tekur
spurningurin um at hava okkara egnu tyrlu
til flutning av fólki millum pallarnar og land
seg upp.
ÁHUGAVERT verður at frætta, hvat lands-
ins myndugleikar ætla á hesum eki. Tað
er í hvussu er ein relevantur spurningur
at seta okkara myndugleikum: hverjar
ætlanir teir hava á tyrlugkinum, um
danska sjóverjan gevst við síni tyrlutæn-
astu. Aftrat hesum kemur so møguleikin
fyri at skapa bæði Atlantsflogi og landinum
nýggjar inntøkur gjøgnum flúgving „off-
shore“ og loksins er tað spurningurin um
trygdina í veitingum sum heild við at hava
tvær tyrlur tokar heldur enn bert ta einu.
EITT áhugavert mál, sum má hava givið
landsstýrinum nakað at hugsa um.
Sosialurin
| Turið Kjølbro
Niclas Johannesen
Dagfinn Olsen
John Johannessen
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting og prent:
Sosialurin
Bustadur:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn |
Telefon: 311820 |
Telefax. 314720 |
e-mail: |
post sosialurin.fo
Tíðindaskriv frá teldufyritókuni VIT:
Seks ViTar fingið Micro-
soft godkenning
Teldufyritøkan VIT er í
stødugari menning. I sein-
asta tidindabrævi varð
skrivað um teir tríggjar VIT-
arnar - Hans David, Niels
John og Reidar - sum høvdu
fingið Microsoft Certified
Professional (MCP) góð-
kenning. Nú hevur VIT aft-
ur skipað fyri skeiði í Mic-
rosoft Windows NT, og í tí
sambandinum hava tríggir
VITar afturat fingið MCP-
góðkenning. Teir eru Rúni
Brimvik, Eiler Jørgensen og
Brian Bischoff. Teir seks
VITarnir stóðu íalt 11 royn-
dir hesa ferð, og góðkenn-
ingarnar er á økjunum:
Windows NT Server, Win-
dows NT Workstation, Net-
working Essentials og Inter-
net Information Server.
VIT letur upp
skrivstovu i Goteborg
Vit å VIT hava frå byrjan
av ætlað okkum at víðka
virksemið við deildum utt-
anlands, og nú sær út til, at
tað verður veruleiki. Hans
David Poulsen flytir til
Gøteborg í heyst, og arbeitt
verður við at fáa fyrstu sátt-
málarnar í hús. At byrja við
fer VIT at virka sum net-
umsitarar fyri fyritøkur og
stovnar í Gøteborg, á sama
hátt sum gjørt verður her í
Føroyum. Seinni verður
ætlandi víðkað við menn-
Fyri stuttum leigaði VIT seg inn hjá Sjómansheiminum fyri at veita kundum sínum eina
betri tænastu, og í næstum fer fyritókan at læta upp skrivstovu í Gøteborg.
ingardeild og skeiðdeild, og
eydnast royndirnar, verður
hildið fram við at stovna
skrivstovur aðrastaðni í
grannalondunum.
Innan 3. september
Fleiri kæra seg um, at teldu-
koyrikort er ov tidarkrevj-
andi at taka. Til hesi, og
onnur av somu meining,
hevur VIT-stovan nú tilboð
um skeidrød, ið byrjar 3. au-
gust og endar 3 september
John Smith
til minnis
Til Høgna Hoydal
Takk fyri greinina um
John Smith. Hon var
beinrakin og gleddi meg.
Frá óvita av kom eg
mangan saman við vin-
manni mínum Poul
Magnussen hjá ommu
Johns, Elini Smith og
kunnaðist húsarhaldið og
fólkini har: Ruth, Vill-
iam, Lena, Poli og
Hanna. Hjá teimum búði
Tóra Marin, gomul og
ættað úr Hovi. Tá hon var
ung rói hon út við hov-
bingum.
Abbi teirra var Vilhelm
Torsteinsson av Tvør-
oyri, timburmaður,
snikkari, handilsmaður,
listamaður og sjarmørur.
Momma Johns Maria var
av Tvøroyri, dóttir
Tummas Mikal Strøm.
Gjøgnum ommuna, El-
ina, var John skyldur við
Dhurhuusarnar í Sjóar-
loftum á Nesið og við
sermerkta fólkið á Okr-
um og gamla Schrøter,
prestin.
Ommusystur hans var
Ankatrina í Líðini sum
var gift við Christiani
Skulasyni Magnussen,
sum var listamálari,
hvors myndir eru at finna
allastaðni í suðri. Hann
var íslendingur.
At arbeiða í fiski gav
tað dagliga breyðið hjá
øllum hesum konufólk-
um og børnum teirra.
Fyri meg var heimið
hjá ommusystur Johns
sum mítt annað barn-
dómsheim sum tíðliga
lærdi meg at tað var ikki
ein sjålvfylgja hjá øllum
dagliga at kunna eta seg
mettan.
Øll hesi fólkini vóru
við at lita lív mítt og at
ríka tilveruna til henda
dag.
Karl Nolsøe
1999. Próvtókur verða hild-
nar so hvert, og stendur tú
allar, so hevur tú teldukoyri-
kortið 3. september 1999.
Tey, ið ynskja at fáa meira
at vita um hetta, verða biðin
um at seta seg í samband
við Frank hjá VIT.
Fýra teldustødingar
summararbeiði hjá VIT
Í fjør heyst byrjaðu nakrir
og tjúgu næmingar teldu-
stóðingaútbúgvingina á
Føroya Handilsskúla. Ut-
búgvingin er føroyska út-
gåvan av donsku datamat-
ikara-útbúgvingini, hon var-
ir gott tvey år og tad krevst
ein miðnámsútbúgving
(student ella líkn.) fyri at
byrja. Nú í summarfrítíðini
eru fýra teirra sett í starv á
VIT, og teirra uppgáva er í
felag at gera eina journal-
skipan, sum er umbiðin av
Fuglafjarðar Kommunu.
Tey fýra eru: Magni Brødra-
berg, Alda í Olavsstovu,
Skarpheðin Njálsson og Jón
Johannesen.
Tveir deildarleiðarar á
Netumsitingini
Niels John Andreasen og
Fridbjørg Andreasen blivu
i mai månada bædi sett sum
deildarleidarar fyri Netum-
sitingini hjå VIT. Abyrgdar-
bytid er soleidis, at Niels
John tekur sær av tí tekniska
og Fridbjørg av ti umsiting-
arliga. Netumsitingin hjå
VIT veitir tænastu til Win-
dows NT og Novell Net-
ware net, og virkar m.a. sum
edv-deild hjá 16 miðalstór-
um virkjum og stovnum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vistu okkum
samkenslu tå okkara elskaði maður, faðir, verfaðir
og abbi
MARTIN JOENSEN
Tórshavn
so brádliga doyði og varð jarðaður.
Tøkk til Kjartan Mørkøre prest fyri troystarrík orð
í Vesturkirkjuni og á grøvini.
Tøkk til Andreas Andreasen prest fyri góð orð í
kapellinum á Suðuroyar sjúkrahúsi, og til øll tykk-
um í Hvalba sum vístu okkum samkenslu.
Tøkk til øll sum fylgdu honum, bæði í suðuri og í
Havn, og til øll sum ringdu og komu at vitja við
øllum góðum. Tøkk øll sum hjálptu til við jarðar-
ferðini.
Hjartans tøkk øll somul.
Jona og børnini við familju