Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 tidindabladid 505 > 077 NR. 126 - 7. JULI 1999 Brúkt nógvan pening longu - bíða nú eftir treytunum -Vit hava longu brúkt stórar upp- hæddir til kanningar á føroyaøkinum, og verða treytirnar fyri 1. útbjóðing „tilrækkende“, so verða vit við í leit- ingini, sigur Bo Wildfang, varastjóri Maersk Olie og Gas JAN MULLER Millum mongu oljufeløgini, sum hava eyguni eftir før- oysku undirgrundini, er danska oljufelagið Mærsk Olie og Gas“. Bo Wildfang varastjóri i AP Møller- felagnum sigur vid Sosialin, at felagið hevur enn ikki tikið endaliga støðu til. um tað fer at bjóða uppá teigar í fyrstu útbjóðing. Fyrst vilja teir vita meira um tær møguligu treytir, sum føroyskir myndugleikar fara at seta til eitt nú serskatt ol Eru hesar treytir tiltræk- kende“ sum hann málber seg, so vera teir við. -Hetta er ikki nøkur nygg stóða hjá okkum, tí vit hava alla tíðina gjørt greitt, at avgerð fór ikki at verða tikin, fyrr enn vit kenna treytirnar, og hetta man helst eisini vera sama støda, sum flest onnur oljufeløg hava sigur Bo Wildfang. Hann vísir á, at Mærsk Olie og Gas fylgir væl við gogndini í føroyskum øki og hava teir brúkt stórar upphæddir til kanningar higartil. Meira enn teir hava brúkt undan eini útbjóðing aðrastaðni í heiminum. Teir hava keypt mest sum alt til- farið, ið hevur verið á marknaðinum og eru tí rættiliga „up to date“ á før- oyaøkinum. Broytingar Sidani Mærsk kom sær uppi kanningarnar å Føroyaøki- num eru fleiri ferðir hendar broytingar í bólkinum teir eru í. Fyrst varð Union Texas selt til Arco, síðani var Fina yvir-tikið av Total og nú loksins varð Amoco uppkeypt av BP. -I dag eru bert Veba Oil og vit eftir í bólkinum, og sum tíðin gongur og vit fáa meira at vita um treytir fyri útbjóðing fara vit eisini at taka stóðu til spurningin um møguligt samstarv við onn- ur felog. Tá alt hetta er klárt verður felagið so at samanbera før- oyska ekið við onnur leiti- oki, og tá kemur sjálvandi bæði spurningurin um olju- prisimar og møguleikarnar fyri at finna olju at hava nakað at siga. Bo Wildfang vísir á, at síðani AP Møller fekk kon- session í Norðsjónum hava teir ikki verið við í øllum útbjóðingum. Teir meta nágreiniliga um lønsemi og møguleikar í hvørjari út- bjóðing og eru ikki við bara fyri at vera við. Peika hesi tann skeiva vegin, so eru teir ikki vid. Og júst tað sama verður galdandi við Føroyar. Tað er samlaða fíggjarliga myndin, sum ger av, hvat felagið ger. 74 Einki við okkum at gera Nú ætlanir eru frammi hjá einum av systurfeløgunum hjá Mærsk Olie og Gas, nevniliga DANBOR Ser- vice at vera við í eini verk- ætlan at gera Drelnes til oljuútgerðarhavn spurdu vit Bo Wildfang, um teir fegnir Bo Wildfang, varastjóri í Mærsk Olie og Gas: -So skjótt sum útbjóðingin er greið og treytirnar fyriligga taka vit stóðu til, um vit vera við síggja, at systurfelagið fer at hava eydnuna við sær á Drelnesi! -Hetta hevur sjálvandi einki við okkara arbeidsøki at gera, men tað er eingin loyna, at vit fegin sóu, at DANBOR var við til at byggja upp ein „basa“ í Føroyum. Men hann leggur aftrat: Basin må vera kapp- ingarførur. Mærsk Olie og Gas var við til at bjóða í bretskum øki vestan fyri Hetland i 17. rundu, men tad var ein kiksari, sum hann målber seg. Nú fara teir so at fylgja við komandi útbjóðingum bæði á bretskum og før- oyskum øki. Bretska út- bjóðingin verður helst nak- að fyrr. Fyri Føroyar hevði kanska verið best, um tær báðar vórðu um sama mundið. Hvat Grønlandi viðvíkur, so hevur tað ikki teirra áhuga í dag. Lærdómur fyri lívið — Sjálvt um vit velja ikki at lesa á hægri skúla, so hava vit lært ómetaliga nógv hesi trý árini, sum vit kunna nýta í framtíðini og sum ger okkum betur før fyri at liva í samfelagnum, segði Eyðgerð Mørkøre millum annað í pisu- róðu á Gøtusandi Vælkomin tt øll á Gøtusand at fegnast saman við okkum um, at vit nú endilig liðug og at vit Kunna g ist VV t hava tikið eitt prógv. ið fer at yr upp fyri okkum í hevur staðið fastur í nuga- heimi okkara, líka síðan vit fyri okkurt um tveimum mánaðum síðan spent fóru at taka mát til húgvurnar. Men hví hevur húgvan so nógv at siga fyri okkum studentar? Ein partur av frá- greiðingini er tann, at vit nú standa á egnum beinum og kunnu avgerða hvat vit sku- lu nýta okkara lív til. Vit skulu nú taka eina týd- ningarmikla avgerð í lívið okkara og finna útav, hvat vit vilja ávirkað í samfelag- num ella stutt sagt, hvat fyri hyll vit vilja seta okkum á. Vit hava gjøgnum hesi trý árini inni á Kambsdali havt nógvar lærugreinar og nógvar hava ikki havt okka- ra áhuga, men eg má siga, at vit øll sum standa á sand- inum her í dag, vita eitt sindur um verkfeløg og verkfall Vit hava upplivað eitt verkfall og tad seinna var á veg, men tað varð tíbetur ikki til nakað, tá í avtornaði. Vit hava ásannað, at verkfall ikki altíð er so rættvíst, men hava eisini lært at berjast fyri eini sak, sum í síðsta enda skuldi gagna teimum, sum komu at ganga í hesum skúla framyvir. At saman- hald hevur nógv at siga hjá menniskjum, kunnu vit øll verða einig í og á hesum øki eru vit eisini komin eitt stig hægri á Kambsdali. vit eru teir fyrstu studentarnir, sum hava upplivað at hava eitt fast tilhaldsstað at fara til, um vit skulu skipa fyri tiltókum. Vit hava fingið eina avlu ella eina kantinu sum summi nevna hana. Hetta fer eisini at gera ar- beiðið hjá næmingaráðnum lættari, at vita at eitt stað er tiltaks, til teirra at nýta. Vit hava upplivað at verið eitt sindur einsamøll, fyri uttan at vita hver gekk í studentaskúlanum og han- dilsskúlanum, til at vita næstan akkurát hvor gongur í hvørjum flokki. Hetta hevur eisini stóran týdning fyri trivnaðin á skúlanum. Fyri at ein næ- mingur skal føla seg í trygg- um umhvørvi, er tad eisini neyðugt við nærumhvørvid. Hetta hava vit ásannað er av stórum týdningi. Eg skal ikki siga so nógv um hvat vit hava lært , men eitt er so felags fyri okkum oll og tað er, at kórið venur hvønn tysdag í døgurdati- manum. Men tad tydningarmesta av øllum er, at vit kunnu finna okkara røttu hyll og at tad vit velja at gera i framtidini er nakað vit kunnu standa inn fyri og sum vit brenna fyri. Karrierufólk hava altíð verið ein fyrimynd og hjá summum kanska eisini ein rædumynd og vit vilja oll fáa eina góða útbúgving sum gevur okkum virðing millum fólk. Men vit mugu eisini minnast til, at eitt samfelag ikki bert rúmar einum fólki sum eru stjór- ar, men vit muga eisini hava tann vanliga arbeiðaran við okkum, fyri at samfelagið skal kunna ganga upp sum eitt væleydnað roknistykki. Eitt er vist og tad er, at sjålvt um vit velja ikki at lesa á hægri skúla, so hava vit lært ómetaliga nógv hesi trý árini, sum vit kunna nýta í framtíðini og sum ger okkum betur fór fyri at liva í samfelagnum. Vit eru tann nýklaktað pisan, sum ger seg til reiðar at slíta seg frá móður síni og flyta seg runt í heiminum. Hon fer at kenna, at best mundi vera heima í tryggum umhvørvi, men tá ið hon so hevur rokkið mál sítt, angrar hon ikki stríðið. Hvat krevst fyri at vit kunnu náa tí besta úrslitinum? Hetta er ein góður spurningur og er hann tí ikki lættur at svara. Hugur okkara og at útbúgvingin er viðkomandi fyri okkum hevur nógv at siga. Men vit muga fyri alt í verðini ikki halda, at vit kunnu klára eina stóra útbúgving uttan hjálp frá bæði klassafeløgum og frá einum ríkum nærumhvørvi. Í yrkingini »fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi« verður nevnt um ein persón, sum skal fara sjálvbjargin yvir land og yvir hav, men meiningin er ikki, at tú skalt útilukkað tey sum eru run- dan um teg, men leita eftir stuðli frá teimum. Her koma eisini tey góðu ráðini frá stjóra okkara, Sámal í Skorini á okkara síðsta skúladegi, sum tey vísu orðini, a t vit skuldu læsa okkum inni, fyri at fáa lestrarfrid, men tó ikki verða verandi innilæst. Vit máttu práta við hini fyri líkasum at fáa eitt hjartasuff og fyri at gerast róligari. At vit ikki steingja okkum úti og hugsa um okkum sjálvi og okkara karrieru ger okkum eisini meira før fyri seinni at arbeiða og virka í samfelagnum til gagns fyri oll. Eg fari nú at lesa eina yrk- ing upp, eftir Ólajákup Kruse, sum eg haldi hóskar til dagin. Nú skúladagur er lokin, nú runnið er trý ára skeið, brátt pisan úr reiðri er fokin, hon flaksar á rættari leið. Skjótt mødast teir ungu vengur, men ídni ger flogið lætt, hon vitjar røkur og rengur, hon veit hvat er rangt og rætt. Í huganum flýgur hon víða, bæði í eyst og í vest, hon vil sær mót vindinum stríða, tá flogið gerst tryggast og best. Og so til seinast, vil eg ynskja øllum hjartaliga til- lukku við bæði húgvu og prógvi og eg ynski tykkum góðan byr framyvir. Vit vil- ja eisini takka skúlastjóra og lærarum fyri eitt gott og læruríkt tíðarskeið og eg yvist ikki í, at hugur okkara mangan fer at leita aftur á tíðina inni á Kambsdali. Takk fyri. á ; £ i 1 $ | F t 1