hósdagur 8. juli 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 127 - 8. JULI 1999
ÍVAN EGINSSON
152 mál vóru skorað í teim-
um 45 landskappingardyst-
unum í 1.deild hjá monnum
higartil. Í miðal er tað 3,38
mál fyri hvønn dystin. Hetta
talið er nógv minni, enn
miðaltalið í kappingini í
fjør, sum var 4,28, men
annars er tað rættiliga høgt
sammett við hinar lands-
kappingar í Europa.
Av teimum 152 málum
vórðu 63 skorað í 1. hálv-
leiki og 89 (ella 58,5 %) í 2.
hálvleiki. Í fjór vóru 229
mál av 385 (ella 59,5 %)
skorað í 2.hálvleiki.
Hitt málríkasta umfarið
var tað sætta (GI-Sumba 7-
2, HB-B36 4-2, B71-IF 6-
0, KI-NSI 3-0, VB-B68 0-
2), har vóru 26 mál skorað
(ella 5,2 um dystin), meðan
hitt málfátækasta var tað
annað (B71-KI 1-2, IF-
Sumba 2-1, HB-GI 2-0,
VB-B36 0-0, B68-NSI 0-0),
Kurt Mørkøre skorar i steypadystinum móti HB. Mynd: Álvur Haraldsen
tíðindablaðið
e-mail: emilasosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Færri mál í fótbóltskappingini
"ótbóltur: Føroysku fótbóltsspælar-
arnir gera í ár færri mál, enn teir
gjørdu í kappingini í fjør
har vóru bert 8 mál skorað.
Av teimum 45 dystunum
vóru 37 vunnir. 10 av sigru-
num vóru við meiri enn
tveimum málum, og 27 við
einum ella tveimum málum.
25 vóru heimasigrar og 12
útisigrar. Bert 8 dystir end-
aðu við javnleiki, 4 av teim-
um málleysir.
Mest vanligu úrslitini
vóru 2-1 (átta ferðir), 1-0
(fimm ferðir), 0-0, 2-0 og
3-2 (fýra ferðir). Í alt vóru
16 ymisk úrslit í teimum 45
dystunum. Flest mál í
einum dysti vóru skorað,
akkurat sum í fjør, tá GÍ
hevdi vitjan av Sumba, sum
noyddist sudur aftur vid 7-
2 tapi.
Dysturin á Sarpigerði
millum somu feløgini end-
aði, sum kunnugt, 11-1 til
gøtumenn. Tann størsta sig-
urin í kappingini higartil
eiga sandingar, ið vunnu á
heimavelli á IF við seks
málum ímóti ongum.
Tað verða færri mål gjørd í føroysku landskappingini í fótbólti
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
Kurt Mørkøre
skorar fyri seg
Fótbóltur: Topskjúttin hevur skorað 29 mål síðani
fjórsummar
IvAN EGINSSON
Tað hevur gingið sera væl hjá Kurti
Mørkøre at gera mál í landskappingini
bæði aftaná summanstegðin í fjør og í
år.
I teimum sekstan dystunum, klaks-
vikingurin hevur spælt sidan fjør-
summar, eydnadist honum at skora ikki
færri enn 29 mål. I bert tveimum av
øllum hesum dystunum megnadi Kurt
ikki at sleppa á málsjúttaratalvuna.
Tað var í august í fjør í 2-3 tapinum
ímóti B36 í Gundadali, tá ið Kurt íkki
byrjaði inni, men kom inn í 2. hálv-
leiki, og eisini í málleysa dystinum í 3.
umfari í ár, tá HB-arar vitjaðu í Klaks-
vík.
Um fyrrverandi landsliðsleikarin
heldur fram á sama hátt eftir summar-
steðgin, so kann hann hugsa sær um at
sláa málskorarametið í einari lands-
kapping. sum teir báðir Súni Fríði
Johannesen og Uni Arge eiga.
Nógv minnast enn tey fralíku mál-
skoraraávrikini hjá Súna Fríða og Una
åvikavist í 1995 og 1997, tá teir fingu
hvør síni 24 mál. Eftir níggju umfør
hevði táverandi toftamaðurin Súni
Fríði Johannesen eitt mál færri (ellivu),
meðan HB-arin Uni Arge hevði sama
talið av málunum, sum Kurt Mørkøre
hevur í løtuni, nevniliga tólv.
Og Kurt misti dystin í 5. umfari
orsakað av leikbanni eftir trý gul kort
(klaksvíkingurun plagar at teljast mill-
um teir fremstu ikki bara á málskjútt-
aralistanum!).
Um Kurt megnar at halda sitt stødi
til kappingarárið er liðugt og sam-
stundis sleppur undan nýggjum leik-
bannum, verður tað ikki Ogjørligt, at
hann setur eitt nýtt málskoraramet -
fjórðingshundrað ella enntá fleiri mál
hjá einum einstakligum spælara í ein-
um ári!