Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Søsubygdin Sandavágur fer í år at hýsa Vestanstevnuni. Í hesum sambandi hevur Sosialurin heitt á Sigurd Petersen, fyrrverandi skúlastjóra, um at siga eitt sindur frá bygdini EDVARD JOENSEN Sandavágur er gomul bygd. sum til ber at síggja í trim- revstrum, sum verið va í Sandavági Fyrsti grevsturin var í Eingjartoftum Ivaleyst a folk vita um. at bú- staður hevur verið har, ti er ta nt soleiðis Men í 1917 var rúnar- inin í bønum rann var bein- til. at grivið c S orsøkin urd Petersen greiðir s frá um, tá steinurin Um veturin 1916 - 1917 u tverr mans farnir at ar- beiða í bønum har uppi. Teir naðust hendan steinin, nen góvu honum ikki metra t 1. at teir ruddaðu t sindur av vegnum, n ikki tarnaði arbeiði Har lá steinurin so í bø- m. meðan regn og vindur 1 moldina av honum rið eftir, í 1917. setti ein maður. Martin á Mýr- ti, seg við leypi sínum at við steinin. Hann hugdi at honum og varn- aðist. at okkurt var skrivað på Boð vórðu send eftir Mikkjali á Ryggi at vita, um hann dugdi at týða tað, á steininum stóð Mikkjal hevði verið á há- skúla í Danmark og har helst lært okkurt smávegis um rúnaskrift. Og hildið varð, at hetta mundu vera rúnir, sum á steininum vóru. Soleiðis var eisini. Og Mikkjal á Ryggi týddi skrif- una. Seinni hava serfrødingar eisini týtt tað, á steiminum stendur, og tað vísti seg at passa stórt sæð, sum Mikkjal á ryggi heyði sagt Á steininum stendur: >Thorkil | Qnundarson, eystmaður av Rogalandi, bygdi henda stað fyrst.< Hetta er av summum tikið fyri. at hesin Thorkil var fyrsti maður, sum búsettist í Sandavági. Men so er ikki, heldur Sigurd Petersen. Tað ber ikki til, tí rúnirnar eru yngri rúnir, og steinurin dagfestur til umleið ár 1200. Og tað ljóðar útrúligt, heldur Sigurd Petersen, at einki hevur verið bygt í Sandavági áðrenn ta tíð. Gamla bygdin í Sanda- vági hevur helst verið á Sondum. Tí verður mett, at Thorkil var fyrstur, sum flutti úr gomlu bygdini niðan í Eingjartoftir, og at tað er hesin bylingur, hann bygdi tyrst Sigurd Petersen heldur tað eisini verða lítið sann- Sigurd Petersen líkt, at fyrsti maður í Sanda- vági skuldi fara niðan í hag- an at búgva heldur enn niðri við sjógvin. Tað er væl veðurbetri niðri í gomlu bygdini, sigur Sigurd Petersen. Steinurin, sum reistur varð Thorkili, stendur nú frammi í kóri í Sandavágs Kirkju. Tveir aðrir útgrevstrar hava verið í Sandavági, har bústaðir eru funnir. Uppi við Geil og Yviri á Toft. Men í øllum trimum før- unum er lagt oman yvir aft- ur, soleiðis at í dag liggur einki opið av ti, grivið er. Jardarvidurskifti Nógv jørð - 48 stórar merk- ur - liggur til Sandavågs, og bøndur hava altíð búð á Sondum. Hetta er alt ognar- jørð uttan hálvtriðja mørk, sum liggur á Sandasíðuni. Gomul húsangvn í Sanda- vågi er til dømis: við A, við Anna, á Lofti, í Haralds- stovu, á Flotti, Bartalsstova og Eyðansstova. Sandabøndur áttu so jørðina báðum megin, líka til løgmenninir komu. Sandajørdin i dag er av ( Mynd: Edvard Joensen) Giljanesi lika Slættanes. Fyra eru hagapartarnir å Sondum. Giljar, Sund, Oyr- argjógv og Slættanes. Allan hendan hagan røkti seyðamaðurin á Sondum einsamallur, so tað var ikki smávegis. >Í dag rópa vit tað Sanda- hagarnir, meðan teir gomlu róptu tað Sandavågssidu,« sigur Sigurd Petersen. Og í kvæðinum stendur, norður á Gamli Skúli í Sandavági verður í dag brúktur til teir yngstu | flokkarnar. Í hesum skúlanum hava bæði Hans Andrias Djurhuus og fråsøgumadur okkara, Sigurd Petersen verið lærarar. (Mynd: Edvard Joensen) at seyðamaðurin á Sondum røkti alla Sandavágssíðu. Nakra tidarfesting, nær seyðamaðurin á Sondum skal hava verið uppi á døg- um, ber ikki til at gera. Hinumegin liggur Steig- Úr Sandavági in, sum var hagin, løgmenn- inir fingu, ella kanska i åvis- an mun tóku. Sjórænarar Sum so manga staðni vóru eisini sjórænarar í Sandavági. Og teir hava verið rættiliga aktivir eisini, sigur Sigurd Petersen. Og sum aðrastaðni hava sandavágsfólk eisini hildið vakt fyri at verða fyrireikað og sleppa til rýmingar, um slíkir gestir vóru væntandi. Vakhús er eitt, og Mans- setur eitt annað. Møguleikin var stórur fyri, at hesi Ofridarskipini endaðu á Sandavági. Opið er til havs, og streymviður- skiftini soleiðis, at alt endar undir landinum her, sigur Sigurd Petersen. Bæði skip, sum komu vestan fyri Sandoynna og gjøgnum Hestfjørd, bórust av streyminum hendanveg- in. Komu skipini vestan fyri Kirkjubønes á vestfallinum, var Ogvuliga sannlikt, at tey endadu å Sandavågi. Kendasta sjørænarasøgan úr Sandavågi man vera tann, tá sjórænararnir skuldu fara við løgmans- dóttrini. Velbastaðmenn loðsaðu eitt skip, sum teir hildu vera friðarligt handilsskip, á Sandavág. Men komnir í land vístu skipsmenninir seg at vera alt annað enn fridaligir. Teir gjørdust óflýggjaligir, og vildu hava løgmansdóttrina við sær umborð aftur. Løgmaður mátti goyma hana av vegnum í einum torvluti. Men tað hóvaði sjórænar- unum so illa, at teir ikki fingu gentuna, at teir hóttu við at brenna bygdina av. NR. 128 - 9. JULI 1999 Og teir høvdu eisini ført tjórutunnur í land at festa í við. So sperdur var løgmaður, at hann sendi boð til Mið- vágs eftir presti at hjálpa sær. Presturin var eingin annar enn tann gitni Peder Arre- boe. Og hann dugdi meira enn tey flestu. Hann gekk at sjóvarmála- num og skrivaði í sandin. Óveður kom við stormi av landinum, skipini róku til havs, og Sandavágs bygd var bjargað. Um hesa hendingina hev- ur Hans Andrias Djurhuus seinni skrivað sjónleikin »Løgmansd6ttirin á Steig.« Hans Andrias Djurhuus var lærari i Sandavågi frå 1909 til 1916. Nevnast kann, at medan Hans Andrias Djurhuus var lærari í Sandavågi, varð hann valdur fyrsti formaður í Sandavágs Kommunu. Grind Í dag er annað, sum kemur hendanvegin við streymi- num, sigur Sigurd Petersen. Hann hugsar um grindirnar, sum koma sama veg sum sjórænararnir. Varð grind funnin á Døl- unum, varð bara at bíða eftir vestfallinum, so kom hon undir Vágalandið. >Tá eg var smádrongur, var tað púra sikkurt, at grind, sum varð funnin á Dølunum, kom altíð hendanvegin.< Bara hon ikki var ov vestalaga á, datt hon inn um streymin, og so var í lagi. Tað ráddi bara um at hava hana so mikið innalaga, at hon var innan fyri Prest- tanga. So var hon í potti- num, greiðir Sigurd Peter- sen frá.