Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 UUU NR. 128 - 9. JULI 1999 A fffff[f[[[f[fffffffffffffffff[f[ffffffff———————J[ EDVARD JOENSEN Kirkjan í Sandavági er vígd 29. april 1917. Gamla kirkj- an, sum stóð á somu grund, varð tikin niður um ólav- søkutid 1916, so tað gekk skjótt at seta tå nýggju upp- aftur Vit sita inni í snotuligu Sandavágs Kirkju. Í dekna- stólinum situr kirkjuráðs- formaðurin og deknurin, Heini F. Petersen og greiðir Tað var A.C.Evensen, settur próstur, sum vígdi kirkjuna, tí prósturin, Fríð- ríkur Petersen, fekk ikki verið við vegna sjúku Og eftir at Christian 1, sum var fyribils- prestur í Vágum tá, hevði hildið sína fyrstu prædiku í Sandavágs kirkju, kunn- gjørdi hann, sama dag, sum kirkjan varð vigd, av præd- íkastólinum, at Fríðrikur ”etersen, próstur, var deyð- Seks kirkjur Vit vita frá skrivligum keld- um. at tað hava verið seks kirkjur i Sandavågi, greiðir Heini F. Petersen frá. Men í Sandavågs søgu igur Ludvik Petersen, at tað er einki at ivast i, at kirkjur ella bønhus hava verið her eisini í katólskari Tær skrivligu keldurnar, t hava, eru úr roknskapar- sum i Vågum ganga aftur til 1690, sigur Í 1741 verða kirkjan og kirkjugarðurin flutt norður í Oyrarnar Hetta komst helst av, heldur Heini F. Petersen, at har úti, sum tann gamla kirkjan stóð, var sjógvurin farin at taka bakkan undan. Nú sæst eingin farvegur til tann kirkjugarðin. Men Heini F. Petersen sigur, at einaferð, garður varð lað- aður har úti, komu manna- bein undan. Stutt hava kirkjurnar stað- ið fyrr. Fyrsta kirkjan, sum bygd varð í Oyrunum, varð, sum sagt, bygd í 1741. Síðan kom ein aftur longu í 1805. Sandavágs kirkja innan Kirkjur í Sandavagi ( Mynd: Edvard Joensen) Vit vita um seks kirkjur, sum hava verið í Sandavági. Men ivaleyst er, at her eisini hevur verið kirkja í katólskari tíð, tó at einki tilfar finst um tað Tann triðja í 1863, og so hendan, sum nú er, í 1917. Eitt listaverk Tað var Magnus Jakobsen á Kamarinum í Havn, sum Heini F. Petersen, kirkjuráðsformaður og deknur (Mynd: Edvard Joensen) teknaði kirkjuna og eisini stóð fyri byggingini. Bæði miðvingar og sandavágsmenn smíðaðu saman við honum. Sandavágs Kirkja er ser- lig á mangan hátt. Hon líkist ikki øðrum, føroyskum kirkjum. Minnir meira um útlendsku kirkjurnar, vit kenna, við nógvum vinklum og kapellum. Okkurt kundi bent á, at byggimeistarin var ávirkaður og hevði fing- ið íblástur av teimum stóru útlendsku kirkjunum. Eisini er kirkjan sera ljós við nógvum vindeygum. Og prýdd við útskurðum og málaðum prýðum alla- staðni. Heini F. Petersen sigur, at ymisk av prýðunum iva- leyst eru ávirkað av donsk- um háskúla, har Magnus á Kamarinum hevði gingið. Málningalistin Myndirnar á kórvegginum hevur Christin í Geil málað, sigur Heini F.Petersen. Tær avmynda Jesu líðing á veg út á golgata. Blómumar millum mynd- irnar hevur Mikkjal á Ryggi málað. Og hann hevur, heldur Heini F. Petersen, eisini málað liljurnar á prædika- stólinum og doypifuntinum. Á kórvegginum oman fyri myndirnar eru tvær lilj- ur, sum Magnus á Kamari- num og Aksel Haraldsen úr Sandavági hava skorið úr træ. Altartalvan Munnlig traditión er, greiðir Heini F. Petersen frá, at alt- artalvuna i Sandavágs Kirkju hevur Lucia Inge- mann, kona danska skaldið Bernhard Severin Inge- mann, málað. Hon var listamálari og málaði fleiri altartalvur til danskar kirkjur. Men tað er Tummas í Bartalsstovu úr Sandavági, sum hevur givið altartalvu- na. Henda altartalvan kom í gomlu kirkjuna í Sandavági í 1891, og varð so flutt í ta nýggju, tá hon varð vígd. Hesin Tummas í Bartals- stovu var sakførari í Køben- Løgmansklokkan havn, har hann búði alla sína tíð. Tað er tó einki merki á altartalvuni, sum prógvar, at Lucia Ingemann veruliga hevur málað hana. Í 1997 var altartalvan hjá konservatori í Danmark og varð reinsað og ferniserað, tí hon var vorðin nakað merkt av tíðarinnar tonn. Hesin konservatorin kannaði tá talvuna, men fann einki, sum gav ábend- ing um, hvør kundi hava målad. Klokkur Eitt tað elsta tingið, sum er í Sandavágskirkju, er ein klokka, sum Jóhan Hendrik Weyhe, løgmaður, lat kirkj- uni í 1693. Hon hevur sostatt hingið í øllum teimum seks kirkj- unum, vit vita um í Sanda- vági, sigur Heini F. Peter- sen. Ikki fyrr enn í 1931 kom nýggj klokka til Sandavágs. Tá klovnaði tann gamla og kundi ikki gerast aftur. Men tá hevði hon ringt i Sandavági í heili 238 ár. Aðrenn Løgmansklokku- na var ein gomul skips- klokka, sum var so veik, at løgmaður hoyrdi hana ikki niðan á Steig. Tað bar ikki til, so løg- maður gjørdi ikki vandari enn at geva krkjuni eina nýggja klokku. Í torninum í Sandavágs Kirkju hanga í dag tríggjar klokkur. Núverandi klokkan. Løg- mansklokkan. Og ein minni klokka, sum eisini hevur verið brúkt á Slættanesi. Har varð hon fyrst brúkt at ringja inn í skúla við. Seinni vórðu bæði altar og altartalva gjørd í skúla- num, og hann varð so eisini brúktur til kirkju. Tá varð klokkan eisini kirkjuklokka. Tá bygdin varð avtoftað, kom klokkan, kom klokkan aftur til Sandavágs, har hon hevði verið fyrr. (Mynd: Edvard Joensen)