fríggjadagur 9. juli 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——
NR. 128 - 9. JULI 1999
tíðindablaðið
— 0
Størsta ynskið hjá kappróðrar-
gentunum í Sandavági er betri
hølisumstødur til Ørnina, meðan
hon stendur uppi, sigur Sólja Niel-
sen, sum á fjórða ári rør við Ørnini
(Mynd: Edvard Joensen)
Hóast Ørnin seinastu árini hevur verið stoltleikin hjá
sandavágsfólki, er båturin, sum bæði í fjør og fyrraárið
varð føroyameistari, heimleysur at kalla
Ørnin
EDVARD JOENSEN
Hon stendur f einum goml-
um pakkhusi. Millum hoy-
ballur og gamlar ottomanir
og hysulinur. Onkur hunda-
lortur á gólvinum, og ein
gomul jolla full av óruddi.
Stoltleiki — Sandavágs.
Ørnin.
Sólja Nielsen rør við Ørn-
ini á fjórða ári.
Umstødurnar eru trongar
hjá Ørnini, sigur Sólja og
lítur um seg inni í gamla
Loftapakkhúsinum.
Tá Ørnin skal flotast, og
tað verður hon triggjar ferð-
ir um vikuna, fer einastaðni
millum hálvan tíma og trý
korter hvørja fer at draga
hana oman og niðan.
Neyst er einki at hava bát-
in í, so tær hava havt hana
standandi í tí ytsta pakk-
húsinum úti á Bakka. Men
í ár er hon flutt eitt kvink
nærri dráttinum. Men má
kortini dragast einar 200
metrar eftir vánaligum veg,
áðrenn flotast kann.
Kommunan vil stuðla
Suni Joensen, bygdarráðs-
formaður, sigur, at sjálvandi
er bygdarráðið líka stolt av
Ørnini, sum onnur Sanda-
vágsfólk. Og hann ásannar,
at umstødurnar áttu at verið
betri, hjá Ørnini.
Trupuleikin er bara, sigur
hann, at Sandavágur er
brimpláss, so illa ber til at
byggja neyst í sjóvarmála-
num.
Sjálvandi hevði tað borið
til at latið bátin staðið í ein-
um neysti nær sjónum um
summarið. Men alt árið
hevði tað helst ikki borið til.
Síðan kundi hon verið flutt
um veturin.
Hetta hevur verið tosað
um, sigur Suni Joensen, og
viljanum bilar einki. Men
loysn er eingin funnin.
Bygdarráðsformaðurin
eftirlýsir einum initiativi frá
róðrarfólkinum.
Hann ásannar samstund-
is, at spurningurin hevur
verið ov lítið umrøddur.
Suni Joensen skýtur upp
at fáa ein vogn við ordilig-
um hjólum til bátin, soleiðis
at hann kann dragast aftan
á einum bili.
Og bygdarráðið hevur als
ikki gloymt Ørnina.
»Eingin ivi er um, at allir
bygdarráðslimirnir í Sanda-
vági eisini eru góðir við
Ørnina og vilja henri alt tað
besta.<
Bara gentur
Sólja Nielsen er 17 ára
gomul og hevur róð við
Ørnini síðan 1996. Hóast
hon í árum er yngst av
manningini, er hon tann,
sum longst hevur verið við.
Í 1996 vórðu tær nummar
tvey. Í 1997 og “98 vóru tær
meistarar, og tað ætlar Sólja
aftur at verða í ár.
Men tað verður strævið.
Og sum stødan er nú, klára
tær tað ikki við egnari hjálp.
Men tað krevur nógva
venjing, og tað vita gentur-
nar, sum rógva við Ørnini.
Vanliga venja genturnar á
Ørnini tríggjar ferðir um
vikuna, nú stevnurnar eru so
tættar.
Tá kappróður hevur verið
leygardag, hvíla tær sunnu-
dag. So venja tær aftur
mánadag, týsdag og miku-
dag. Og halda so frí hósdag
og fríggjadag.
Venjingin er hørð. Róð
verða tvey mál hvort kvold.
Umframt verða spurtir
vandir, og róð verður langt
fyri at venja treystleikan.
Og tá róðurin er liðugur
verður farið at renna.
So alt í alt ferð venjingin
við tveimum - trimum tím-
um hvørja ferð.
Sólja sigur, at tað er keði-
ligt, at tað nú er vorðið so,
at genturnar skulu rógva
tveir róðrar á hvørji stevnu.
Tað ger, at tær ikki fáa
lagt taktikk, sum tær annars
vildu. Tað er upp til róðurs-
mannin at avgera, nær, og
hvussu hart tær skulu spurta
fyrra róðurin. Tá ræður jú
bara um at vera millum
fremstu bátarnar.
Bara gentur
Í Sandavági er tað bara Ørn-
in, sum verður mannað í ár.
Og bara við gentumanning.
Tó er meginparturin av
manningi ættaður aðrastað-
ni úr oynni, sigur Sólja
Nielsen. Tær eru bara tvær
úr Sandavági. Men tað
gongur fínt kortini.
At hvorki dreingjamann-
ing er til Ørnina, ella åtta-
mannafarið verður mannað,
kemst av, heldur Sólja, at
genturnar eru tær mest seri-
øsu, tá um kappróður ræður.
Dreingirnir í bygdini
hava onnur áhugamál at
fara til.
Og serliga er tað fótbólt-
urin, sum dregur um summ-
arið.
Kvinnufótbóltur er eingin
fyri tær, sum eru 17 ár og
eldri. So har er bara kapp-
róður.
Og tær, sum manna Ørn-
ina taka kappróður fram um
alt annað.
Jú, tað kann vera strævið
at venja so hart og intenst
eitt heilt summar.
Og tað er ófort, tá liðugt
er á 6lavsøku.
»Men eg sakni tað longu
einar 14 dagar eftir, at kapp-
ingin er liðug,< sigur Sólja.
Qrnin hevur, sum helst
einasti kappróðrarbátur í
landinum, egna persónliga
heimasíðu á Internetinum.
Adressan er:
htp://
animation.acmecity.com/
masonite/269/
sandavagur
+ 320870
petur & petur
12;
Oljudropi
Vaniljuísur við
lakresskápu
og lakresskúlum