Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. juli 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 129 - 10. JULI 1999 tíðindablaðið 9 Um ein mánað kemur fyrsta eintakið av mentunar- tíðarritinum, Bragi út. - Tað verður ein stór avbjóðing at skapa eitt hægri stóði, eitt slag av orðaskifti, sum fer djypri í eitt nú bókmentir, mentan og mentunarlívið, sigur Firouz Gáini, ein av stigtakarunum TURIÐ KJØLBRO Tað eru nú nøkur ár síðani mentunartíðarritið Brá kom út. Saknur hevur avgjørt síðani verið á slíkum lesn- aði, sum hetta ritið bord- reiddi við, men nú eru útlit til, at nakað hendir. Føroy- sku útisetarnir Firouz Gáini og René Hjelm koma í næsta mánað út við ritinum Bragi. Talan er um eitt føroyskt mentunartíðarrit, í sniði og innihaldi ikki so nógv ødrvisi enn Brá. - Í ritinum verða umrødur og viðgerð av bókum, greinir um aktuell evni innan føroyska mentan og bókmentagransking, greinir um mentan í eini breiðari merking, ummæli av nýggj- um bókum, upprunaføroy- skum og týddum, og eitt sindur um nýggjan tónleik og film. Innihaldið er í tráð við tað, sum eyðkendi Brá, men kortini ætlað til ein breiðari = móttakaraskara. Málsliga fer ritið eisini at minna nógv um Brá, men tað verður kanska eitt sindur lættari at lesa. Ætlanin er, at tilfarið í ritinum skal fara í djýpdina, men tó heldur ikki soleiðis, at tað bara verður fyri akademikarar, sigur Firouz Gáini. Tey ungu tey berandi Firouz Gáini og René Hjelm hava báðir gott stødi at byggja á fyri at fara í holt við eina slíka útgávu. Firouz Gáini er nýliga út- búgvin antropologur, og René Hjelm lesur bók- mentavísindi á universitet- inum í Keypmannahavn. - Vit hava báðir áhuga fyri fjølmiðlum og blaðútgávu, og hava báðir verið blað- stjórar á studentablaðnum Fjølni. Men vit fara eisini at heita á onnur, um at skriva. Vit fara at royna at sameina ung lesandi, sum hava hug og royndir í at skriva, og tey meiri royndu heima í Føroyum, sum hava givið eitthvørt út og annars eru von við at skriva. Tey ungu eru ein týdningarmikil partur í útgávuni. Hesi skulu hava ein møguleika at skriva í Braga, men tað merkir kortini ikki, at ein og hvør sleppur framat. Ritið verður eitt seriøst rit, sum leggur dent á dygd, sig- ur Firouz Gáini. Firouz Gáini heldur, at tað verður lítið skrivað um, hvat hendir í Føroyum, um tað nýtímans samfelagið, og hvat tey ungu gera og takast við. Hann saknar í fjøl- miðlunum djypri greinir og viðgerðir av evnum, sum seta føroysk viðurskifti í perspektiv og í mun til Norðurlond og útlond ann- ars. - Góðskan er eisini óg vu- liga ymisk á tí, sum verður skrivað. Ein stór avbjóðing verður at skapa eitt hægri stóði innan nógv av ti, sum verður skrivað. Eitt slag av orðaskifti, sum fer eitt sind- ur djypri í eitt nú bókmentir og mentunarlivid í Fóroyum yvirhøvur í dag, sigur Firouz Gáini. Orðasnildi Bragi fer at koma út tvær reisur um árið, fyrstu ferð í august og næstu ferð í januar. Ritið verður prentað í Danmark. Fyrsta upplagið verður 5-800 eintøk. Rit- stjórnin vónar at fáa nógvar haldarar, men ritið verður eisini selt í leysasølu fyri 50 krónur eintakið. Firouz Gáini og René Hjelm hava fingið stuðul úr ymsum grunnum í Føroyum til út- gávuna. Firouz Gáini, antropologur. Saman við René Hjelm fer hann at stjórna nýggja ment- unartíðarritinum Braga, ið kemur út fyrstu ferð í august Navnið á tíðarritinum er Bragi. Tað stavar úr norrónu gudalæruni. Bragi var sonur Odin og var gudur fyri orða- snildi. Målting útkomið Við Máltingi nummar 25 er sjótul settur á níggjunda árgang Fyrsta nummarið av mál- tíðarritinum Máltingi fyri 1999 er útkomið. Innihaldið er sum altíð áhugavert og spennandi. Hvat er mlabri? Tað fæst at vita, tá ið tú lesur greinina eftir fráfarna professaran í málvísindum við lærda há- skúlan í Keypmannahavn, Jørgen Rischel. Mlabri er eitt sera fáment mál í Tai- landi, sum Rischel hevur kannað í mong ár. Hann samanber støðuna hjá hesum fámenta máli við støðuna hjá smámálunum um okkara leiðir, føroysk- um og grónlendskum. Rischel tekur saman um við hesum orðum: „Um vitt virða móðurmálið hjá okk- um sjálvum og eisini hjálpa ðrum, sum tala fáment mál, so at tey duga at gera tað sama við móðurmálini hjá sær, tå er tað tvørtur- ímóti ein vernd ímóti tí, at tann sidabundna mentanin rætt og slætt verður trokað burtur av McDonald- mentanini”. Hvor var Paie? Hesum greidir Ulf Timmermann, dr. phil, frå i grein síni Hvat fer paie at siga okkum. Henda grein snyr seg um fornar tjóðir í Evropa. Vit kunnu her avdúka, at Paie er eitt sera gamalt og vanligt mannfólkanavn í Frísalandi. Greinin hjá Timmermann snýr seg um at geva eina frágreiðing um p'ið fremst í navninum, tí hetta ljóð var annars sera sjáldsamt sum byrjunarljóð í germanskum orðum. Málsggan hevur lært okkum, at til indo- evropeiskt p svarar vanliga germanskt f, og tá ið hetta ikki er galdandi fyri Paie, so er hann sjálvandi spenn- andi - eisini úr einum máls- ligum sjónarhorni. Jeffrei Henriksen hevur ein stubba um yrkismál (terminologi) í målfrødini, og hann skjytur m.a. upp, at munur verdur gjørdur å merkingarligari og orða- lagsligari setningsgreining. Spurningurin, sum Jeffrei setur, er: hvat er høvuds- agnorðið i orðalagsligari setningsgreining. Hann kemur fram til, at tað er ymiskt í merkingarligari og orðalagsligari = setnings- greining. Enski professarin í norðurlendskum málum, Michael P. Barnes, sum hevur skrivað manga dygga greinina um føroyskt, sum hann skilur og talar til fulnar, hevur eitt ummæli av móðurmálsorðabókini. Hetta ummælid skal lesarin sjálvur sleppa at lesa. Tað er sakligt og væl undirbygt, og tað gevur ritstjórnini nakað at hugsa um til næstu útgávu. Fólk kunnu tekna seg sum haldarar av Máltingi. Timo Hamalainen herðaklapp Í ár før journalistvirðislónin hjá NORDBOK til finnan Timo Hámáldinen TurID KøLBRO Timo Håmålåinen, free- lance-journalistur og bók- mentakritikari, hevur i år fingið journalistvirdislønina hjå NORDBOK å 25.000 danskar krónur. Virdislønin er eitt ferðalegat. Timo Hámáláinen er finni, og hevur í nógv ár skrivað um norðurlendskar bókmentir, ikki bara í Helsingin Sanomat, sum hann starvast á í dag, men hann hevur eisini lýst norðurlendskar bókmentir í finskum sjón- varpi í sendingini „Luku- lamppu“, ið merkir lesi- lampan. NORDBOK er ein bók- menta- og békasavnsnevnd undir Norðurlendska Ráð- harraráðnum. Smátjóðirnar í Norðurlondum eru eisini umboðaðar í nevndini. Han- us Andreassen, rithøvundur, umbodar Føroyar, varalim- ur hansara er Martin Næs, landsbókavørður. NORDBOK hevur seks reisur áður latið eina virð- isløn fyri gott norðurlendskt journalistaarbeiði, og í fjør var virdislønin á fyrsta sinni latið føroyingi. Tað var Bir- gir Kruse, sum fekk virðis- lønina fyri mentunarsend- ingar sínar í Utvarpi Før- oya. pr Svend LYSING NR. 16 Falkavegur 6 - FO 110 Tórshavn Tlf. 314600 - Fax 317360 Teldupostur: skØpost.olivant.fo WWW.505talurn. Nytt føroyskt mentunartidarrit ut