mikudagur 12. januar 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 7 - 12. januar 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Fingu sekkin
Fýra týðandi medarbeiðarar hjá stóru amerikonsku
sjónvarpsstøðini CBS hava fingið sekkin.
Tey fýra høvdu ábyrgdina av einari sending um
George W. Bush, forseta. Sendingin, sum bleiv send í
september og sostatt undir valstríðnum upp undir for-
setavalið, snúði seg um hertænastuna hjá Bush. Í send-
ingini vildu tey vera við, at Bush hevði fingið servið-
gerð, og at hann tí var sloppin undan at fara til Vietnam
at gera tænastu. Tey vildu eisini vera við, at hann hevði
heldur ikki lokið allar treytir, tá hann gjørdi tænastu hjá
flogvápninum.
Sendingin hjá CBS fekk nógvar atfinningar, og støð-
in setti tí eina nevnd at kanna innihaldið. Nú hevur
nevndin kunngjørt úrslitið, og niðurstøða hennara er, at
innihaldið var ikki nóg væl undirbygt, og at tey, sum
gjørdu sendingina, fóru alt ov lætt um tað tilfarið, sum
tey høvdu um forsetan og fortíð hansara.Tað hevur nú
kostað teimum arbeiðið.
OPEC stýrir øllum
Nýggj tøl hjá tíðindastovuni Bloomberg News avdúka,
at hendan seinasta mánaðin hava limalondini í olju-
felagsskapinum OPEC skarvað næstan 500.000 tunnur
av teirri dagligu framleiðsluni.
Tað hevur havt við sær, at oljuprísurin er farin at
hækka aftur, eftir at hann fall herfyri. Í síðstu viku var
prísurin á norðsjóvaroljuni 43 dollarar fyri tunnuna,
men fyrradagin var hann komin upp á 43,70 dollarar,
og á marnaðinum verður sagt, at hann fer at hækka
uppaftur meiri.
Tað er sostatt OPEC, sum stýrir marknaðinum og
prísinum, og tað hevur fingið fleiri innan oljuvinnuna
at finnast at viðurskiftunum. Ein teirra er stjórin í
British Petroleum, Lord Browne. Hann heldur, at
OPEC-londini eiga at lata útlendskar íleggjarar fáa
atgongd til oljuvinnuna har, men higartil hava slíkir
tankar ikki vunnið frama.
Ap. framgongd
Ein nýggj meiningakanning í Noregi vísir, at Arbeið-
araflokkurin hevur havt stóra framgongd í seinastuni.
Kanningin, sum Gallup hevur gjørt, vísir, at Arbeið-
araflokkurin hevði fingið 32 prosent av atkvøðunum,
var stórtingsval nú, og tað er 4,5 prosentstig meiri enn
í einari tilsvarandi kanning í síðsta mánað. Hin stóri
andstøðuflokkurin, Sosialistiski Vinstraflokkurin,
missir 2,5 prosentstig og hevur nú 15,5 prosent av velj-
arunum aftan fyri seg. Tann stóri stjórnarflokkurin,
Høgri, hevði ambært kanningini fingið 18 prosent, var
val nú, meðan Kristilifi Fólkaflokkurin hjá Kjell
Magne Bondevik, forsætisráðharra, hevði fingið 5,5
prosent. Framburðsflokkurin fær 19 prosent, og tað er
tað sama sum í desember.
Niðurstøðan av kanningini er, at hevði stórtingsval
verið nú, høvdu flokkarnir á vinstravonginum fingið 93
tinglimir, meðan teir borgarligu høvdu fingið 76.
Tjena ov lítið
Bankarnir í Danmark eru væl fyri fíggjarliga, men teir
forvinna ov lítið av pengum. ð
Tað er niðurstøðan hjá stovninum Moodys, sum mill-
um annað kannar kredittvirðið hjá peningastovnum
kring heimin. Stovnurin hevur júst kannað kredittvirðið
hjá teimum evropeisku bankunum, og her eru teir
donsku bankarnir í tí niðara endanum, sigur danska
útvarpið.
Moodys sigur, at donsku bankarnir fáa ov lítið burtur
úr lánunum, sum teir lata, og harafturat hava teir alt ov
nógvar deildir kring landið. Sambært Moodys hava
donsku bankarnir líka nógvar deildir sum bankarnir í
Svøríki, sjálvt um Svøríki er á leið tíggju ferðir størri
enn Danmark, og sjálvt um sviar eru næstan tvær ferðir
so nógvir í tali.
Eitt norskt skip sigldi
fríggjadagin fram við
fleiri líkum í Indiska
Havinum, men
manningin hættaði
sær ikki at taka tey
upp
FLÓÐALDAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er álagt skipum at
hjálpa fólki, sum eru í neyð
á sjónum, men altjóða
reglurnar siga einki um,
hvussu skip skulu bera seg
at, um tey koma fram á lík,
sum flóta í sjónum.
Skiparin á einum norsk-
um farmaskipi var eisini í
iva um, hvat hann skuldi
gera seinasta fríggjadag, tá
teir komu fram á níggju lík
nakað vestur úr indonesisku
oyunni Sumatra. Millum tey
deyðu vóru fleiri børn. Men
eftir at hava hugsað seg um
gjørdi hann av at sigla frá
líkunum. Hann helt, at líkini
vóru so illa farin eftir at
hava ligið næstan 14 dagar í
sjónum, at tað var ikki
ráðiligt at taka tey upp.
Harafturat hevði skipið ikki
kølirúm at leggja tey í.
Kortini gjørdi hann av at
kunna reiðaríið um tilburðin
og avgerð sína.
Í norska reiðarafelagnum
halda tey, at skiparin bar
seg rætt at.
– Tað er ikki bara sum at
siga tað at tak lík upp, sum
hava ligið so leingi í
sjónum. Tað eiga tey ser-
kønu at gera. Tað hevði ver-
ið øðrvísi, um onkur teirra
kanska var á lívi, sigur
Marit Yteeide, kunningar-
stjóri á reiðarafelagnum,
við Aftenposten.
Í norska sjómannafelagn-
um ivast tey í, hvat skiparin
og manningin áttu at gera í
hesum førinum. Morten
Øen, kunningarleiðari, sig-
ur við Aftenposten, at undir
vanligum umstøðum eiga
skip at taka fólk upp, sjálvt
um tey eru deyð.
– Reglurnar á økinum eru
ikki nóg neyvar, og vit vita,
at einstøk skip aftra seg við
at steðga á í tílíkum førum,
sigur Morten Øen.
Charles Graner er
ákærdur fyri at hava
verið høvuðsmaðurin
aftan fyri fangapín-
ingina í Abu Ghraib-
fongslinum í Irak. Nú
skal hann svara fyri
seg
RÆTTARMÁL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Charles Graner og unnusta
hansara, Lynndie England,
gjørdust kend um allan
heimin, tá sjónvørp og bløð
kunngjørdu
myndir
av
teimum báðum saman við
naknum irakskum fangum í
Abu Ghraib-fongslinum í
Bagdad.
Mánadagin kom Charles
Graner fyri ein hernaðar-
dómstól í Fort Hood í Tex-
as, har hann er ákærdur fyri
at hava verið høvuðsmaður-
in aftan fyri viðferðina,
sum teir iraksku fangarnir
fingu. Á fyrsta rættarfund-
inum
noktaði
Charles
Graner sek sekan, og verji
hansara, Guy Womack, helt
uppá, at Graner hevði ikki
gjørt annað enn tað, sum
yvirmenn hansara høvdu
biðið hann gera.
– Hann gjørdi sítt ar-
beiði. Hann gjørdi eftir
boðunum, og tað fekk hann
eisini rós fyri, segði verjin í
rættinum.
Ákærin svaraði, at Gran-
er átti í hvussu er at vita, at
tað, sum hann gjørdi, var
ólógligt. Hann gjørdi sam-
stundis greitt, at verður
Graner dømdur sekur, kann
hann fáa upp í 17 ára
fongsul.
Fýra
hermenn,
sum
gjørdu tænastu saman við
Charles Graner, hava játtað
seg sekar, og tríggir teirra
hava fingið fongsulsrevs-
ing. Tríggir aðrir bíða eftir,
at mál teirra koma fyri ein
dómstól i Fort Hood. Teirra
millum er Lynndie Eng-
land.
Hættaðu sær ikki
at taka líkini upp
Kann fáa 17 ára fongsul
Charles Graner heldur uppá, at hann gjørdi ikki annað enn tað, sum hann fekk boð um at gera