Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juli 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 132 - 15. JULI 1999 tíðindablaðið 13 poul Mic: Tórsvallargrunnurin slapp ikki inn í B36 húsið Óse mja er millum Grunnin Tørsvøll og B36 um lýsingarnar, sum árstalsfelagið hevur sett á takið, sum vendir móti Tórsvolli, og av tí at grunnurin ikki vildi góðtaka lýsingarnar, noktaði formaðurin í B36 grunninum innivist í húsinum fríggjadagin, tá vøllurin alment varð tikin í nýtslu SVEINUR TRÓNDARSON Eitt orðatak er sum sigur, at einki er so ringt. at tað ikki er gott fyri okkurt. Men tað kemur eisini fyri, at tað má vendast á høvdi og brúkast hinvegin. Tá ljóð- ar tað soleiðis: Einki er so gott, at tað ikki eisini er ringt fyri okkurt. Og tað verður í hesum líki, at orðatakið verður brúkt á hesum sinni. Tí tað er eftir ollum at dóma komin kinkur í sam- starvi millum B36 og Grunnin Tórsvell Orsøkin til ósemjuna eru tær lýsingarnar, sum B36 hevur fest á takið á tí síðuni, sum vendir móti Torsvølli. Grunnurin = Tórsvollur hevur gjørt avtalu við nakr- ar stórar sponsorar um lýs- ingar á Torsvølli. Hesir hava goldid ikki minni enn 4 mi6. krónur í Tórsvallarkassan og fyri tað hava teir fingið trygd fyri, at eingin annar, sum starvast í somu vinnugrein sum teir, sleppur inn á Tórsvallaroki. Arstalsfelagið í Gundadali hevur eisini gjørt lýsing aravtalur við nakrar fyri- tøkur. Lýsingarnar eru sum sagt festar á takið á B36- husinum, á tí síðuni. sum vendir móti Tórsvolli. Og tað er. sum teim flestu kunnugt ikki serliga langt av Tórsvolli til B36-húsið - tað er næstan áfast! Ein provokatión Formaðurin í Grunninum Torsvølli, sigur við Sosial- in, at tað, sum B36 hevur gjørt er ein grov provoka- tion móti Torsvølli. Hann sigur, at B36 við vilja hevur bíðað til Tórs- vøllur var komin so langt, at tað bar til at selja lýsing- arplássini, men at tað serliga er tað, at teir hava valt júst fyritøkur, sum kappast við tær, sum lýsa á Tórsvolli, sum gera tað til eina provo- katión. Til dømis kunnu vit nevna, at Føroya Sparikassi er við í sponsorhópinum á Tørsvølli, og hevur spýtt rættiliga fitt av peningi í verkætlanina. Men hyggur ein upp á B36-takið, og tað er lætt tá ein hyggur at ovara málinum á nýggja vøllinum, so festir STA SA: eyga seg vid, at har stendur ein lysing frå Føroya Banka. Og tad er hetta, sum Poul Michelsen er heldur enn ikki illfýsin um. - Vit hava gjørt eina av- talu við sponsorar okkara um at teir verða teir einastu av sínum slag á Tórsvolli, og so hendir hetta. Uttan okkara ávirkan bróta vit sátt- målan, sum vit hava gjørt við sponsorar okkara. Tórsvallarformaðurin er eisini = sera Onøgdur við framferðina hjá Føroya Banka í hesum máli. — Vit samråddust um eina sponsoravtalu vid Føroya Banka í drúgva tid, men samráðingarnar endaðu úr- slitaleysar. Men nú dugi eg væl at síggja hví. Teir hava R på KO FEER) Oyal Gree; nland = = fingið pláss á B36-húsinum í staðin, og hasi framferðini eri eg ótrúlig a skuffaður av. sigur Poul Michelsen Útblakaðir Osemjan kom í hæddina hóskvoldið. dagin fyri at Tørsvøllur alment skuldi takast í nýtslu. Grunnurin hevdi leigað seg inn í kaffistovuna í B36- húsinum í sambandi við at vøllurin alment varð tikin í nýtslu, og ætlanin var, at B36 húsið skuldi vera karm- ur um tiltak bæði áðrenn dystin og í hálvleikinum. Men hetta avlýsti B36 20 tímar áðrenn tiltakið skuldi byrja. Poul Michelsen sigur, at hann tosaði við formannin í B36. sum kravdi, at teir våtta, at grunnurin ikki fer seta múr upp fyri lýsingarnar á B36-húsinum. áðrenn teir fingu loyvid ul at leiga kaffistovuna — Hetta kundi eg ikki vátta, og síðani fingu vit at vita, at vit sluppu ikki at brúka teirra hus, sigur Poul Michelsen. Men fara tit at seta nakað upp fyri teirra lýsingar — Tað vera vit noyddir til Vit hava gjørt okkara lýsing- arsáttmálar sum siga. at bert ein fyritøka av hvørjum slag sleppur at lýsa á Tórsvolli. og tann partin ætla vit okkum at halda. Men um ein onnur loysn finst á málinum. so eru vit eisini opnir fyri tí møguleikanum, sigur Poul Michelsen ggja ú T 4 iii døn grunnumn keypir lýsing arpl íssið frá B36. Tað er so ein møgu- leiki. st sum kann at hat 12 Ka Ann í kki st: da sum tað ger nú. Hatta er ln óheppið fyri okkum. og vit lata ikki + mió. sponsorkrónur hanga í leys- um lofti á handa hátt. sigur Poul Michelsen Ein loysn er megulig Hóast nýggja grannalagið í Gundadali ikki hevur fingið nakra serliga góða byrjan. so er ikki vist, at ósemjan verður varandi.. tí bæði for- maðurin í grunninum og for- maðurin í B36 siga, at teir vilja arbeiða fyri eini loysn Men nær ein loysn kann finnast er ikki vist, og um trætan kemur at hava nakra ávirkan á hvar B36 skal spæla sínar heimadystir evropeisku kappingini. tað vil Poul Michelsen ikki siga nakað um. Hann er ikki rætti maðurin at spyrja um tað. Orsekin til stríðið millum Tórsvell og B36 eru hesar Iysingarnar, sum eru festar á takið á B36-húsinum. Myndin er tikin av Tórsvelli. og sum tað sæst so siggjast lýsingarnar væl. Spurningurin er so, um partarnir í felag kunnu finna eina loysn …… B36 kanska inn á Svangaskarð Um ikki ein loysn verður funnin á trætuni millum Tórsvoll og B36, so er møguligt, at B36 fer at spæla sínar heima- dystir í evropeisku kappingini á Toftum heldur enn á Tórsvolli, tí skulu treytirnar hjá Tórsvallargrunninum fylgjast, so kann tað máa grundarlagið undan B36 SVEINUR TRÓNDARSON Hin parturin í trætuni um lýsingarnar á Torsvølli, er sum vera man, leiðslan í B36, og í hesum føri for- maðurin Kristian á Neysta- bø. Vit hava eisini fingið eitt prát við hann um ósemjuna, og fingið hansara frágreið- ing um hvussu stødan er. Kristian á Neystabø er ikki samdur við Poul Mich- elsen og hansara sjónarmið- um um lýsingarnar, sum standa á takinum á B36-hús- inum. — Fyri tað fyrsta er tað so- leiðis, lýsingarnar hava ver- ið á veg í eina tíð, og skuldu eftir réttum verið komnar upp fyri eini tíð síðani. Vit hava ikki sett lýsingarnar upp fyri at provokera nakr- an, sigur formaðurin í B36. — Veruleikin er tann, at B36 eins og onnur ítróttar- feløg liva av lysingarinntøk- um og so ti sindri, sum vit fåa inn i limagjaldi. Missa vit møguleikan at fåa lysing- arinntøkur, so missa vit eisini møguleikan at hava eina vælvirkandi ungdóms- deild, sum er grundarlagið undir virkseminum í felag- num framyvir, sigur hann. Kristian á Neystabø vísir sum sagt aftur, at B36 hevur sett lýsingarnar upp fyri at provokera nakran, men vátt- ar samstundis at plaseringin av lýsingunum er rættiliga góð nú Torsvøllur er komin. Men er tað ikki áfallandi, at tit hava lýsarar, sum eru í somu vinnugreinum, sum teir, sum lýsa á Tórsvolli? — Tað er møguligt, men tað hevur einki við hvort annað at gera. Men eru lýsingar tykkara ikki meira verdar nú Tórs- vøllur er komin? — Tað haldi eg ikki at tær eru, sigur Kristian á Neysta- bø. Yngsti grannin setir treytirnar Annars visir Kristian å Neystabø á, at tað eftir hans- ara tykki er meiri enn óhepp- 10, at ein almennur grunnur, soleiðis skal seta seg á marknadin og avgera, hvussu tað kann lýsast í Gundadali. — Eftir mini bestu sann- føring er tað rættiliga burt- urvið. Fyri tað fyrsta kemur grunnurin inn á eitt oki, har B36 hevur ligið í nógv harr- ans ár - vit vóru teir fyrstu sum bygdu har uppi - og síð- ani byrjar hann at seta treytir fyri hvussu vit skulu arbeiða nú teir eru komnir í granna- lagi, sigur Kristian á Neyst- abø, sum eisini vísir á, at tað var B36, sum byrjaði alla »rulluna« við lýsingum á sínum bygningum. — Vit seldu lýsingarpláss á gamla B36 húsinum, og stutt eftir kom Badminton- felagið við, HB kom eisini og m. a. eru eisini báðar ítr- óttarhallirnar komnar við síðani, og eg haldi tað vera rættiliga ótrúligt, at hugsa sær, at báðar hallirnar hava- fíggja umbyggingar við lýs- ingunum, sum standa á út- síðuni. Annars heldur Kristian, at Poul Michelsen er í so stutt- mintur og vísir á hvussu far- ið varð fram tá lýsingin á Badmintonhøllini var sett upp. — Teirra lýsing varð sett á endan, sum vendir oman móti Ovara velli, og tað var bara tí, at har vóru flestu móttakarar. Bæði HB og B36 góðtóku støðuna, sum hon var tá. Vit gjørdu bara av at bróta enn meira upp um armar. Og eg fari ikki nógv skeivur um eg sigi, at Poul Michelsen tá var í nevndini i Badmintonfelag- num, sigur Kristian å Neyst- abø. Men er tað satt, at tit settu teimum treytir fyri at sleppa inn í B36-húsið fríggjadag- in? — Ja, vit høvdu hoyrt, at teir ætladu at set upp fyri, so okkara lýsingar ikki skuldu síggjast, og tað vildu vit hava teir at våtta, at teir ikki gjørdu. Tað vildu teir ikki, og tí sluppu teir ikki inn fríggjadagin. FCK-mynstrið Annars heldur Kristian á Neystabo lítið um, at Grunn- urin Tórsvellur er farin at brúka somu sponsorskipan, sum t. d. FCK brúkar. FCK ger avtalur við ein sponsor í hvørji vinnugrein, og á tann hátt er møguligt at fáa størni figgjarligan vinn- ing. — Umstødurnar í Gunda- dali eru so, at lysingarnar hjå hvørjum ødrum síggjast næstan alla staðni, og ti ber hatta ikki til, sigur formad- urin i B36. Ti heldur hann, at um B36 skal taka sínar lýsingar nid- ur, so skulu báðar hallirnar eisini gera tað, annars hong- ur tað ikki saman. — Men sum eg havi skilt tað, so skulu lýsingar eisini setast á útsíðuna á Torsvølli, og tå vera vit ikki spurdir, og tað er svínarí, sigur Krist- ian á Neystabo. B36 kanska á Toftir Um ikki so langa tíð skal B36 eisini spæla evropeisk- an fótbólt. Í tí sambandinum hevur ljóðað, at er trætan ikki loyst áðrenn tað ti, so fer B36 at spæla sínar evro- peisku heimadysur á Svang- askarði heldur enn á Tórs- velli. Er henda søgan sonn? — Tað er ein møguleiki, sum vit halda opnan um so er, at vit ikki fåa nakra semju vid grunnin um lysingarnar. Men fyri at siga tað sum tað er, so vænti eg, at tað fer at bera til, at finna eina semju, sigur Kristian á Neystabo. Men um tað er so lætt at finna eina semju, hevur træt- an ikki verið púra óneyðug, og hevdi tað ikki verið rætt- ari at funnið semjuna áðrenn Tørsvøllur alment varð tikin í nýtslu? — Sjálvandi var tað rættari, men allir partar hava verið nógv upptiknir nú móti end- anum, og tí hevur ikki borið pørtunum til at seta seg niður og tosa um tingini, sigur Kristian á Neystabø at enda