hósdagur 15. juli 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
(framhald
av síðu 2)
vil
hinvegin seta okkum
felags mål, kunnu vit røkka
langt. Fordingarnir og
1guleikarnit
okkum sjålvum
mM
Tak bara teir hundradtals
vågamenninar, sum eftir
kríggið fóru til Grønlands
við sínum útróðrarbátum og
settu búgv í oyðimorkini
hvort summar. Teirra felags
stríð tryggjaði inntøkur,
sum hava fingið Vágoynna
og Føroyar at yvirliva
Fullveldisskrimslid
Vit standa nu i 1999 aftur i
eini veldugari broytingartíð,
har vit noyðast at velja.
hvønn veg vit fara. Bert fyri
einum góðum ári síðani var
torført at hyggja upp um
sjóvarmálan. Oloystir trup-
leikar skuggaðu fyri øll-
útsýni. Síðani eru greið
sett, og seinasta árið eru
stór stig tíkin, sum hava lat-
ð nýggjar hurðar og møgu
eikar upp fyri land og fólk
okkara
Men kortini er tað so
skjótt at venda vón til líka-
sælu. At venda líkasælu til
sjålvsøkni. Og sjålvsøkni til
vonlovsi. Tað lættasta i
verðini er at siga, at onki
ber ti
Vit ta setnasta år
hovrt nogv siga, at
eitt skrímsl fer um oyggjar
nar: Fullveldisskrímslið
Ein miðvís herferð er sett í
verk fyri at oyða skrímslið
Nógvastaðni verður oll
politisk orka brúkt til at
mála hetta skrímslið ljótar!
og ljótari. Fyri hvønn dag
sum gongur fær tað størri
horn. Longri tekutenn.
Hvassari kløur. Í óteljandi
blaðgreinum verður rópt
"bøøøø” í høvdid á lesar-
anum: Hetta skrímslið fer
at kvala tykkum í skatti og
taka breyðið úr munni tykk-
ara. Tað fer at byrgja tykk-
um inni og taka tykkara
børn. Tað fer at taka sjúkra
hús og skúlar. Tað má man-
ast í jørðina. Tað må díkjast
undir í ókvæmisorðum og
rekast burtur. Børn og ung
mugu ikki hyggja at ti, tí so
verða tey blindaði. Politik-
arar úr øðrum londum verða
hálaðir fram at sannføra
fólkið um ræðuleikarnar hjá
hesum skrímsli.
Hví verður hetta gjørt?
Hví verður so nógv orka
brúkt ul at mana hesa marru
fram um fullveldisskrímsl-
1?
i
Kann tað vera ti, at onkur
er ræddur at fyri at missa
valdið, um vit taka
ábyrgdina av egnum landi?
Summi siga, at bert tey
kunnu tryggja okkara veiku,
sjúku og brekadu sømilig
kor við at renna niður til
Danmarkar at biða um
pengar. Hetta er størsta lygn
tú kanst trútta niður í fólk.
At tú ikki klárar teg sjálvan,
at tú ert heftur av hjálp frá
einum serligum politiskum
flokki ella frá einum øðrum
landi, sum tú onki ræði hev-
ur á. At okkara penstónistar
ikki sjálvir hava tjent sær
til eina sømiliga pensión
gjøgnum eitt langt arbeiðs-
lív. At vit ikki sjålvi eru før
fyri at skapa eitt rættvíst og
trygt samfelag. Hetta er at
tosa til tann innara
svínhundin til óttan, til
sjålvsøknid, til pengapung-
in
Men føroyingar lata seg i
dag ikki ræða av hesum rop-
unum um fullveldisskrimsl-
ið. Tey flestu tora at hygga
at tí — og síggja tá, at hetta
er tann vakrasti skapningur,
sum finst. Hann er eitt boð
um at taka fulla ábyrgd og
ræði av egnum landi og
fólki. Tað krevur minni
sjålvsøkni, stórri rættvísi og
ábyrgd fyri næstanum.
Blokkurin má
parkerast
Vit kunnu siga, at vit sein-
astu árini hava fingist við
at oysa bátin og fáa hann á
rættkjøl. Síðani hava vit
roynt at andøva og at fáa
lagt eina góða barlast í bát-
in. Nú er kósin sett og bát-
urin farin at sigla. Nú ræður
um hjá okkum at halda eina
javna ferð, ikki at blaka
barlastina fyri borð og at
tryggja øllum møguleikan
fyri eini urtøku.
Men ein stórur vandi ligg-
ur sum kunnugt í hvørjari
vælferð. Vit vita, at tað er
eitt øgiligt trýst í samfelag-
num fyri at brúka av bar-
lastini. Vit vita eisini, at
nógvastaðni er stórur tørvur
á iløgum og betringum eftir
kreppuárini — bæði í
sjúkrahúsverk, eldrarøkt,
skúlaverk, samferðslu og
innan vinnulívið. Men alt
hetta má raðfestast og setast
í mun til okkara framtíðar
sjálvbjargni. Annars er lítið
vunnið. Føroyski búskapur-
in er ikki nakar sunnur og
tryggur búskapur fyrrenn
vit kunnu siga, at vit standa
á egnum beinum og vit ikki
dúva uppá. at onnur gjalda
rokningina
tíðindablaðið 5052 TNM
NR. 132 - 15. JULI 1999
KV
ur
Vit eiga eisini at seta okkum målid at gera Føroyar til best røkta land i heiminum. Ikki ti at vit skulu halda okkum
vera heimsmeistarar, men tí at vit eiga at seta okkum málið um at fáa tað mesta og besta burturúr okkara umstød-
um, segði Høgni Hoydal
Eitt týdningarmikið stig,
sum vit mugu taka nú, er at
parkera henda sonevnda
blokkstuðulin. Vit mugu
seta hann fyri seg á fíggj-
arlógina, og so marka hann
til at gjalda skuld og rentur,
og til tað vit kunnu rópa
óvanligar iløgur. Harvið
kunnu vit síggja, hvussu
nógv í = veruleikanum
manglar í til at reka eitt
sjålvstødugt føroyskt væl-
ferdarsamfelag. Vit mugu
raðfesta okkara egnu inn-
tøkur rættvist, so tær koma
øllum landinum og øllum
fólkinum at gagni.
Mørk mugu setast
Markleys breiðist nú fyri
tær fold. Orðini eigur
Christian Matras, og sanda-
vágsskaldið Jens Pauli
Heinesen hevur gjørt yrk-
ingar hjá Christiani Matras
til bulin í síni ævisøgu, sum
hevur sín uppruna her í
Sandavági. Markleys breið-
ist nú fyri tær fold er heitið
á skaldsøguni hjá Jens
Paula, har hóvuðspersónur-
in stendur á gáttini frá ung-
dómi inn í vaksna lívið. Har
møguleikarnir eru so víðir,
men har tú eisini mást gera
tíni val.
Vit hava hetta seinasta
árið sæð, hvussu týdning-
armikið tað er at seta sær
mál, og hvussu nógv kann
broytast, tá vónin um fram-
tíðina bylgist í okkum øll-
um. Føroyingar eru á veg
til at kunna gerast ein javn-
bjóðis tjóð millum heimsins
tjóðir. Men vit mugu sam-
stundis duga at seta mørk-
ini.
Vit hava tildømis júst sett
undirgrundarmark millum
Føroyar og Bretland. Nýgg-
ir møguleikar lata seg upp,
men tað gevur eisini nýggj-
ar avbjóðingar. Hetta vísir
okkum, at tað at seta sær
mál, merkir eisini, at vit seta
okkum mørk. Annars eru vit
ábyrgdarloysingar.
Vit mugu inn í komandi
ártúsund seta okkum polit-
isk og figgjarlig mørk —
bæði fyri okkara almennu
og privatu nýtslu. Tað er
fortreytin fyri ábyrgd og
skyldum. Tí bert við at seta
seta mørk, kunnu vit eisini
sprongja mørk.
Feroyar - best
røkta land
Sandavågur vann heidurin
sum best røkta bygd i Før-
oyum i 1997. Hetta var bert
møguligt, tí at bygdafólkið
setti sær hetta mál í felag,
og tí at bygdafólkið í øldir
hevur røkt haga, bø og
fjøru.
Vit eiga eisini at seta okk-
um målid at gera Føroyar
til best røkta land i heim-
inum. Ikki tf at vit skulu
halda okkum vera heims-
meistarar, men tí at vit eiga
at seta okkum málið um at
fáa tað mesta og besta
burturúr okkara umstødum.
Tað er hetta, sum fullveldið
í veruleikanum snýr seg um.
Tað er ikki ein hamur vit
fara í, og so er tað liðugt.
Tað er ein gongd, har vit
mugu seta okkum høg mål
í øllum samfelagsviður-
skiftum. Vit eiga ikki bert
at seta okkum felags mál
um at hava best røkta
nåttåruumhvørvi. Men
eisini skulu vit hava best
røktu politisku skipan. Best
røkta vinnulív. Best røktu
sosialu skipan. Best røktu
útbúgvingarskipan. Og best
røkta moral.
Kraddaralyndi og små-
kremmari byggir onki land.
Kærleikin drivur
yerkid
I øllum hesum óteljandi
møguleikum og avbjóðing-
um, mugu vit ikki gloyma,
hvat tað er sum drívur verk-
ið. Tað er kærleikin til hetta
landið og tað pláss, sum
okkara forfedrar hava bygt.
Ongin av hesum nógv
neyndu "cost-benefit"
kanningunum kann siga
okkum, at tað loysir seg at
búgva í Føroyum. Allar
fíggjarligar = útrokningar
vilja siga, at tað loysir seg
betri at búgva á meginland-
inum.
Tað verður annars sagt, at
allur heimurin gjøgnum
tøknina og heimsmarknaðin
verður bundin saman í eina
globala bygd. At tað verður
møguligt hjá okkum ollum
at búgva hvar sum helst í
heiminum. Men um tað er
rætt, so eigur tað ikki at
merkja, at vit øll flyta sam-
an í heimsins stórbýir og
meginøkir. Tí so er tað eis-
ini at møguligt at liva í Før-
oyum og f Sandavågi. At
liva eitt nútímans liv við
kjølfesti í okkara mentan og
søgu.
Lat meg tí enda við orð-
unum hjá skaldinum Jóanes
Nielsen. Hann er ein av
okkara hvassastu sam-
felagsrevsarum, men tað er
grundað á kærleika og vón
til land og fólk. Hann endar
eina yrking soleiðis:
Her er mítt heim,
mín heimur og virki,
her eru vinir, ið fjálga mítt
lív,
her er tann stætt, ið gevur
mær styrki,
ið ber vónina í arbeiðs-
somum hondum,
her er fallið mítt akker.
Takk fyri og góða Vestan-
stevnu.
Høgni Hoydal
Dansinátt í Norðurlandahúsinum
Aftur í summar verður tann vælum-
tókta dansináttin hildin í Norður-
landahúsinum
Leygarkvøldid verður
dansinátt í Norðurlanda-
húsinum frá kl. 22.00 til
03.00
Hetta er eitt høvi hjá teim-
um, sum hava áhuga í før-
oyskum dansi, at sleppa upp
á gólv uttan fyri sjálva van-
ligu dansitíðina. Og møgu-
leiki er at hitta vinir og
kenningar úr øllum land-
inum, sum koma til Havnar
við hesum eina í huga - at
dansa til ljósan morgun.
Dansináttin er týðandi
karmur um ein av stóru
tjóðarognum okkara, tann
føroyska dansin og kvæðini.
Fremmand fólk eru hugtikin
av hesum og undrast yvir,
hvussu tað hevur borið til
hjá eini so lítlari tjóð at
varðveita ein so stóra skatt.
Illa er skiljandi, at trýst utt-
aneftir ikki fyri langari tíð
síðani hevur kollrent ment-
an okkara. Vit mugu onkun-
svegna hava dugað at til-
lagað okkum alt tað nýggj-
a.
Og mitt í øllum tí moder-
naða stendur ein varði, sum
heldur veksur enn rapar:
Kvæðini, vísurnar og
tættirnir og hin føroyski
dansurin, sum hevur hildið
lív í skaldskapinum á mann-
amunni.
Leygarkvøldid verður
dansinátt i Norðurlanda-
húsinum
sd