Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 133 - 16. JULI 1999 hava tørv á at vera við á skeiðum á skúlanum, eru vælkomnir til hesi serstøku bjargingarskeiðini, ið eru bæði náttúrlig og sera dra- matisk. Endamálið er at gera umstødurnar so náttúr- ligar sum gjørligt. Umleid 5000 fólk eru til skeiðini á skúlanum um ár- ið. Millum tað, sum skúlin bjóðar fram, eru m.a. hesi skeið: „Brand- og sørednings- kurser for søfolk, Brand- og søredningskurser for off- shoremandskaber, HUET kurser (Helicopter Under- water Escape Training), Grund- og funktionsuddan- nelser for brandmænd, Førstehjælpskurser, Spe- cialkurser tilpasse kunder- nes behov og ønsker, Plat- formsevakueringskurser for passagerer, Højtryksgas brandkurser, Helidækkur- ser, Kemikaliekurser, H2S kurser, Krisestyringskurser og Personaleudviklingskur- ser. Rådgeva føroyingum Tå hugsad verdur um, hvussu framkomin skúlin í Esbjerg er, var tað eisini heilt náttúrligt hjá føroysk- um myndugleikum at seta seg í samband við skúlan um at fáa ráðgeving í sam- bandi við eina komandi føroyska tilbúgvingarskip- an og í tí sambandi eina brand- og bjargingarmið- stød. Torben Korsgaard legði herfyri síðstu hond á frágreiðingina til føroysku myndugleikarnar. Hon snýr seg um, hvussu ein kann byggja upp eina trygdar- stóð, har tú hevur fólk, sum duga bæði at undirvísa og venja sløkkiliðsfólk, sjófólk og offshorefólk. -Vit hava gjørt eitt upp- skot til, hvussu tit í Før- oyum kunnu byggja eina bjargingarstød heilt frá botni av. Vit hava ikki tikið hædd fyri teimum verandi facilitetum, sum eru við Air og í Klaksvík. Hetta er nakað, sum — føroyskir myndugleikar sjálvir mugu meta um. Vit spurdu tó Torben Korsgaard, hvat er tann besta loysnin vil vera fyri Føroyar! Hann sigur, at man eigur sjålvandi fyrst at meta um teir báðar skúlarnar, sum eru í dag. -Sjálvur haldi eg tað mest avgerandi er at meta um plaseringina av eini slíkari bjargingarstóð. Tí hvat sjóbjarging viðvíkur, so má ein kunna vera 100 % vísur í at kunna veita eina tænastu uttan mun til, hvussu veðrið er. Tvs. at henda tænasta skal kunna veitast alt árið. Torben Korsgaard heldur sjálvur, at tað skilabesta hevði kanska verið at byrjað heilt frá botni av. Men hann vil ikki siga, um ein slík stød eigur at liggja við Air, í Klaksvík ella aðrastaðni. Men við tí innliti hann hevur í m.a. æt- lanina at gera eina útgerðar- havn á Drelnesi, so heldur hann tað kanska vildi verið skilagott at umhugsað at brúka einar 10 mill. kr. til eina slíka bjargingarstød, nettup har ein komandi olju- útgerðarhavn verður løgd. Hetta er tó ikki nakað teir hava lagt seg út í at umrøda í frágreiðingini til føroysku myundugleikarnar Teir hava latið uppskot til eitt heilt byggisett fyri eina nýggja stød. Bæði tekningar og byggiplanur fylgir við. Ein slík miðstøð fer tá eisini at fevna um innandura faci- litetir. Stødin skal kunna undirvisa fólki alt árið. Torben Korsgaard sigur, at teir á skúlanum hava boðið sær til at útbúgva tann ella tey, sum skulu standa á odda fyri eini slíkari bjarg- ingar- og trygdamidstød í Føroyum. Tá vilja tey læra alt tað, sum nú hevur sam- band við eina tilbúgving á sjógvi og landi og eisini í sambandi við offshore. Hann vísir eisini á, at tað verður neyvan nakrantíð aktuelt at gera eina venjing- arstød sum bara nær nåmind likist Esbjerg Brandskole. - Heldur vil eg siga, at vit kunnu taka okkum av at tíðindablaðið = VBE PE 5 på } venja og undirvísa á økjum, har útgerð og ekspertisa ikki verður tok í Føroyum Men tað er greitt, at tað er tørvur á eini ella aðrari mistød til undirvísing i Føroyum sigur leiðarin av Esbjerg Brandskole Torben Korsgaard vísir okkum ein skap av eini tyrlu, sum stendur inni í stóru høllini, har hylurin við sjógvi er. Esbjerg Brandskole telist millum teir mest framkomnu í heiminum. Nú hevur leiðslan har gjørt uppskot til eina Jøroyska Ir edar- og bjargingarmiðsteð sum er mett at kosta einar 10 mill. kr