leygardagur 17. juli 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Áby
Jan Miller
Internet: www.sosialurin.fo
rgdarblaðstjóri: ;
Blaðstjóri:
Eiríkur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjort S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Ja takk til kapping —
eisini á internetinum
Oddagrein
I VIKUNI var praktiski einarætturin hjá Foroya
Tele á internetokinum brotin, tá nýstovnaða
felagið VITA almannagjørdi, at felagið fer at
bjóða út internetsamband og aðra fjarðskiftis-
tænastu. Hetta fer at hava við sær, at Foroya
Tele fer at fáa kapping á einum oki, sum er í
stórari menning, og sum fær alt storri týdning
fyri bæði privat og vinnuliv.
TAÐ ER TIL AT rópa hurrá fyri, at onkur tekur
kappingina upp við tað stóra almenna parta-
felagið Foroya Tele. Og tað er ikki minst á
internetokinum at brúk er fyri einum alternativi
til Foroya Tele. Internettænastan frá Foroya
Tele hevur verið út av lagi, men seinastu
mánaðirnar hava teir fingið skil upp á, og nú
gongur munandi betri. Men Foroya Tele hevur
brúk fyri kapping, so felagið ikki kann loyva
sær at sova í tímanum, sum teir eitt skifti
gjørdu við internetinum. Tá fingu brúkararnir
ikki gjørt stórvegis annað, enn at bíða eftir
Foroya Tele, men framyvir fer at bera til at
skifa útbjóðara, um tænastan ikki er nóg góð.
Og tað man fara at halda sjálvt Foroya Tele
vakið.
STJORIN í Føroya Tele, sum veruliga hevur
roynt at menna okkara teleokið, síðani hann
slapp fram at har, segði seg verða glaðan fyri
kapping. sjálvt um hann ikki sá út til at fegnast.
I sjónvarpinum hóskveldið segði hann, at um
nýggi útbjóðarin kann fáa Foroya Tele at blíva
betri skjótari, so er nógv vunnið. Tað er gott at
stjórin hevur hetta sjónarmið, tí tað er júst tað
sum kappingin skal brúkast til. Foroya Tele
skal merkja, at onkur andar teir í nakkan, so
foroysku brúkararnir framhaldandi fáa eina
betri tænastu, og tað kann ongantíð ganga
ov skjótt fram á, tí nógv av okkara granna-
londum eru so langt frammanfyri okkum, at
vit bert kunnu droyma um at fylgja við ella fáa
tey aftur.
INTERNETIÐ er vorðið eitt arbeiðstól, ein
møguleiki sum fleiri og fleiri fyritokur líta á.
Møguleikarnir eru ótrúligir, og tað ber ikki til
at lata verða við at hugtakast av tí stóra neti-
num. Samskiftið er vorðið nógv lættari, og
eisini foroyingar menna tænastur á netinum.
FYRI BLAÐARBEIÐIÐ hevur internetið nógv
at siga. Fyrst og fremst er møguleiki hjá úti-
setum og oðrum, sum hava áhuga fyri ti, at
lesa bloðini dagin fyri tey koma út. Og fyri tað
næsta hevur internetið givið nýggjar møgu-
leikar í sjálvum blaðarbeiðnum. Tað ber til at
flyta fílar — myndir og greinar — úr ollum
herðashornum eftir lítlari lotu, og um tað so
er í Sandvík ella á Gotlandi, okkara blaðfólk
eru stodd, er tað ikki stórt oðrvísi enn at verða
í sjálvum blaðhúsinum.
NEYÐUGT ER tí framyvir við stoðugari tæn-
astu á internetøkinum, og tað kann VITA verða
við til at tryggja. VITA skal halda seg sjálvt og
Foroya Tele á toppinum, so brúkararnir — bæði
privatir og vinnuligir — kunnu rokna við inter-
netinum hvønn dag, alla tíðina.
Sosialurin
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
ítróttarskrívari:
Emil L. Jacobsen
Dagfinn Olsen |
|
|
menn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting og prent:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76, |
110 Tórshavn |
Teiefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post &sosialurin.fo
Minningarorð yvir
vinmannin John Smith
So náddu tey fram, tey døpru
boð sum ond yvir myrknandi
aldu, tey søgdu, mót vestri
vart tú á flog og ikki meir hjá
okkum dvaldi.
Bjart var títt skygni og
skarpt títt vit, sterkur tú tók
tist í sessi snøggliga komu so
bodini: flyt, klokkurnar ringja
til messu.
Hesin sangurin eftir stór-
skaldið J.H.O. Djurhuus rann
mær í huga, og helt eg hann
passaði, so væl til John
Smith, tá eg fekk tey tungu
boð, at nú var hann farin
Maður kemur í mansins
stað, so mannaættin seg ugg-
ar - ofta tó kom tað fyri ein
dag, at eftirmenn royndust
skuggar
Vit komu at kennast í fimti-
árunum tá ið vit, ungir og
fátækir. men fúsir í huga og
verki lærdu okkara handa-
verk í København og búðu á
ærlingaheimi, John á
Rantmansgades lærlinge-
hjem, og eg á Nørresøgades
ærlinge og plejehjem. Síðan
tá hava vit altíð hitst og tosað
saman. Eisini hava vit
starvast saman rættiliga nógv
hesi mongu árini. Tað er bara
so ófatiligt, at vit ikki kunnu
hittast meir.
John Smith er farin, hond-
verkarin, sjómaðurin, mask-
inmeistarin, undangongu-
maðurin á fleiri økjum.
Skipskonstruktørurin, tekn-
iski snillingurin, sum P.M.
Dam sáli nevndi hann
Skribenturin og humanisturin
John Smith er ikki meir.
Hansara góðu hendur, so
leikandi lætt tær virkaðu,
annaðhvgrt, tað var við
dreygubonkin ella við tekni-
borðið, tær eru steðgaðar. Nú
verður einki hugnaligt sunnu-
dag seinnaparts - passiar
meira okkara millum. Tað
seinasta var 6. juni. Lítið
grunaði eg, at hetta skuldi
verða okkara seinasta. Hend-
an góðveðurssunnudagin var
hann rættiliga birgur. Tá ið
eg fór avstað fygdi hann mær
út. Vit steðgaðu á, í vakra
urtagarðinum, frammanfyri
hugnaligu húsini í Garðstúni,
og hugdu at teim frísku,
grónu lerkatrøunum, sum
hann og konan plantaðu fyri
árum síðani, og sóu tey út til
at trívast sera væl. »Lærk pá
eg«, søgdu vit sum við ein
munn, hetta var eitt útrykk
innan træskipasmíð. Hetta
mintust vit frá gamlari tíð. Og
var hetta seinastu ferð eg sá
John Smith við bros á kinn.
Síðani vísti hann mær, pláss-
ið norðanfyri húsini, hvar
hann hevði planir um at gera
sær eina garagu. Men, so-
leiðis kom ikki at ganga.
Sjúkan hann stríddist við í
fleiri ár, vann at enda. Aftaná
eina alt annað enn væleyd-
naða skurðviðgerð á Lands-
sjúkrahúsinum í sjeytiárun-
um, bleiv hann ongantíð
rættiliga frískur aftur. Hann
leið nógv og hevdi tað ringt
til tíðir. Óteljandi ferðir var
hann innlagdur, hvar læknar-
nir royndu at hjálpa upp á
hann, men hann tærdist meira
og meira, til hann nú at enda
slóknaði.
John Smith var ein stór og
sterk persónligheit, tað skerst
ikki burtur. Hann var vitugur,
væl belisin og ógvuliga bein-
rakin við sínum, stundum
hvassa penni. Hann siteraði
ofta, men altíð legði hann
dent á, at sitatið var rætt og
orðarætt. Andans og handans
virki metti, hann høgt, men
fjant og fjas og innantómt
virakk helt hann lítið um. Eg
minnist ein maður helt við
hann einaferð, at hann átti at
fingið eitt ella annað útmerk-
ilsi fyri síni hugskot og ný-
hugsan, tá siteraði hann P.A.
Heibergs, ordener hænger
man på idioter…
Søgan aftantyri er henda.
P.A. Heiberg var danskur rit-
høvundur. Hann måtti bøta
150 rikisdålar fyri at hava
prentað eina vísu i blaðnum
Morgen Posten, hvar annað
ørindi ljóðar »Ordener hæng-
er man pá idioter, stjerner og
bånd man kun adelen gir.
Dog har man hjerne, kan man
jo gerne undvære orden og
stjerne«.
Ju, mangt er at minnast aft-
ur á. I 1960-61 læt Tórshavn-
ar Skipasmiðja byggja sítt
fyrsta stálskip. Tað var línu-
báturin >Porkenningur<. Tá
arbeiddu vit saman har, sam-
an við øðrum góðum hand-
verkarum undir leiðslu av
Oliver Holm byggimeistara
sála. >Se hers, segði Oliver
Holm hann byrjaði ofta við
orðunum >se her< tá ið hann
skuldi siga nakað tungtvig-
andi. Oliver Holm undir helt
og við sínum kær tumma-
stokki í hondini, >se her<
segði hann, >tá ið aðrir kunnu
byggja stálskip so kunnu vit
væl eisini.
Og var, hetta nakað vit
mangan høvdu fragd av. At
smíðja stálskip í Føroyum tå
á døgum, undir opnum himli
og undir teimum primitivu
umstødunum, ið tá vóru, var
ikki sum at siga tað. Tað
skuldi bæði tol og hegni til,
men eisini kravdist entusi-
asma og nakað væl a
optimismu. Hetta var jú ein
prestige-sak, fyrsta stálskip
smíðað í Føroyum á Tórs-
havnar Skipasmiðju av før-
oyskum handverkarum til
føroyskar fiskimenn.
Tað var ein stórur dagur í
1961 tá ið >Porkenningur<
fór av bakkastokki. Stjórin,
Kjartan Mohr sáli, fekk ein
sang sum sjálvur Poul F.
hevði yrkt og bleiv sangurin
sungin við veitslunarborð um
kvøldid á táverandi hotel Før-
oyum á Kongabrúnni. Tað
untist okkum at vera við til.
Síðani vórðu fleiri stálskip
smíðað »Porkerisnes«,
»Vikingur« og onnur. Nú var
tað alt lættari at smíða stál-
skip í Føroyum. Men teir
góðu handverkararnir vit ar-
beiddu saman við tá og sum
ikki eru meir, teir eru enn í
minni okkara.
Arini 1968 til 1973 ar-
beiddu vit á Vestmanna
Skipasmiðju. Tey árini smíð-
aðu vit tríggjar nýmótans,
yvirdekkaðar línubátar eftir
klassatekningum, sum John
Smith var meistari fyri. Teir
vóru »Stapin«, >Thomas Ny-
gaard< og >Sundaenni<. Um-
framt skipasmíð fór nógv
umvælingararbeiði fram tey
árini. Tá var nógv arbeiði í
Vestmanna. Tá fingu vit
stundir til, at gera onkran túr
at fiska síl um kvøldarnar.
Tað dámdi John so sera væl.
Har uppi á vøtnunum millum
fjalla, í tí reinu luftini hvar
friður valdaði, kundu vit
finna hvíld aftaná strævnan
dag. Í Vestmanna fingu vit
nógvar vinir, sum blivu vinir
okkara fyri lívið. Trúgvir sum
vestmenninga eru.
Nú vit vóru komnir í bún-
an aftur tosaðu vit ofta um
tíðina í Vestmanna hvussu
gott vit høvdu tað har, hóast
tað stundum kundi vera hart
við nógvum arbeiði og stríð,
við at skaffa pening til lønir.
Vit høvdu yvir 50 fólk í
arbeiði vidhvørt og einir 10
dreingir vóru í smiðjulæru
hjá okkum.
Manga samrøduna høvdu
vit, min góði vinur John
Smith og eg, og íkki vóru vit
altíð líka samdir reint polit-
iskt, men tá tað galt nakað til
okkara
um.
kirkjuni.
arstað.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum sum syndu samkenslu
og hjålptu til tå kæra mamma, vermamma og omma
JONETTA RASMUSSEN,
Skåla
so brådliga bleiv sjúk og doyði.
Ein hjartans tøkk til øll tykkum, ið vitjaðu hana
heima, á Hvíldarheiminum og á Landssjúkrahúsin-
Ein serstøk tøkk til Palmu fastur, starvsfólkið á BS,
Hvíldarheiminum og heimarøktina á Skála.
Tøkk til prestarnar Bergur Debes Joensen og Jógvan
Fríðriksson fyri troystarrík orð í kapellinum og í
Takk til sangarar, berarar, kirkjutænara og annars
øll sum hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk fyri
blómur, kransar, peningag
til øll sum fylgdu henni til hennara seinasta hvild-
Hanna, Karl, Poula og Jonnhild
frama fyri Føroya land og
fólk, tá vóru vit altíð einigi
Har ljós brenna fá undir
lágari lon, sæst gjølla, tá eitt
av teim slóknar - tá maður
verður fukandi fon, hitt
fámenta liðið hoknar.
A teknistovuni >Maritime
her í Havn arbeiddu vit sam
an í sjeytiårunum. Tá var tað
eitt sett av klassatekningum
av einum yvirdekkaðum, ny
mótans, framkomnum línu
báti, sum John Smith var
meistari fyri at utvikla, sum
lá til grund fyri allar teir
serinbygdu línubátarnar sum
P/t Markna0arrøkt, lat byggja
í Polen. Ja, í Polen, ístaðin
fyri at, lata teir byggja í Før
oyum. Tað vil eg tó ikki koma
nærri inn á her, eg kann bara
ikki lata vera við at siga, at
tað gjørdi okkum ilt og tað
vóru vit sera harmir um.
John Smith var góður við
sína familju og ætt. Hann var
góður við síni børn, abba
børn, systkin og vinir.
Ringast er tað hjá tykkum
sum mist hava, Jórun, Maria,
sum er guddóttir mín, Leon
og William, væl skilji eg, at
tit oll vóru tigandi og tung í
huga, tann dagin hann varð
útborin. Mítt ynski er, at
Hann ið gøllum valdar, må
styrkja tykkum í sorgini og
sakninum, um ein góðan
mann, faðir, abba og bróðir
Vinir vit vóru tey farnu ár
- vinir koma og fara - ei sømir
monnum at fella tár, tá ið
tynnist í vinaskarða.
Við hesum vil eg lýsa frið
yvir minið um John Smith.
Hvíl í friði frændi frægi.
Chr. Reinert Petersen
ávur og aðra hjálp. Takk