Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juli 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Við grovirnar í Kosovo Oddagrein FYRI vikum síðan sat allur heimurin bundin at sjonvarpsskiggjunum og fylgdi við krigsgongdini á Balkan. Allan sólarringin sendu tær ymisku sjónvarpsrásirnar frå krignum. Vit vóru so inna- aga í hugsunnarháttinum hjá teimum stríðandi at vit hovdu hug at fílast at. Hugsaðu, soleiðis eiga tit ikki at bera tykkum at, ella gerið heldur soleiðis NU er kriggid av. Togn er í fjølmidlunum ella lítið og einki verður gjørt burtur ur. Vit eru so von at síggja hópgrovir, at tað ikki rættuliga rínir við longur. Tað skal meira til, fyri at skaka menniskju- na BUMBURNAR eru tagnaðar og spakuliga kemur undan kavi hvussu ræðuligt menniskjan kann fora seg fram, tá vanliga tollyndið hvorvur og tá tað er í lagi og lógligt at gera ilt móti teimum, sum einum á ein ella annan hátt ikki dámar KONSENTRATIONSLEGAN Neuengammen liggur stutt uttan fyri Hamburg. Hetta er ein av teimum minnu konsentratiónslegunum í Týsk- landi. Her vóru bert 55.000 fólk dripin av nazist- unum, móti góðum trimum milliónum í Auswitch í Pólandi VITJAR tú hesa legu, so er tað ikki logið um myndirnar úr Kosovo koma fram fyri teg. Tað var jú tað sama íð hendi í Kosovo fyri nokrum dogum síðan, sum hendi í Nazitýsklandi undir seinna heimsbardaga. Fólk, sum ikki hoyrdu til teir meiri mentu, fólk, sum av tilvild vóru fodd við oðrum húðaliti enn tey stýrandi, fólk sum á ein ella annan hátt vóru illtonkt fyri ikki at stuðla teim stýrandi, tey vóru savnað saman, sum djór og myrd. FYRI okkum eru hetta ræðusogur frá eini farnari tíð, heilt til stríðið á Balkan brast á aftur Eini tíð, tá vit stríddust rottu megin. Men kriggid í Kosovo hevur flutt hesar hendingar fram til okkara dagar. Ræðuleikarnir eru framdir av okkara samtíðar- menniskjum. lkki í tí svartasta Afrika, men í Europa og slett ikki so fjart frá Foroyum. UNGI týskarin spyr seg sjálvan aftur og aftur, hví royndi ongin at steðga ræðuleikunum hjá nazist- unum? Og í dag spyrja vit okkum sama spurning. Kriggsbrotsverk aftaná krigsbrotsverk eru framd á Balkan seinastu 10 árini. Hví hevur ongin gjørt nakað við hetta. Hvussu ber tað til, at nakað slíkt kann henda í Europa, tí mest framkomna heims- parti í heiminum í dag? NAKRAR týskar kvinnur sótu herfyri og prátaðu. Tær tosaðu um samfelagsviðurskiftir og tær vóru samdar um, at rótin til alt ilt í Tysklandi vóru framvegis jødar og sigoynarar. Hví halda teir seg ikki bara heima hjá sær sjálvum? spurdu tær. AT revsa oll tey sum hava framt illgerðir á Balkan seinastu 10 árini er ein heilt ómogulig uppgáva. A sama hátt sum eftir seinna heimsbardaga, so mugu teir, sum gjørdu tað møguligt og lógligt hjá vanligum fólki, at forbróta seg móti granna sínum, revsast. Revsast so tað sitir eftir. RÆÐULEIKARNIR undir seinna heimsbardaga hendu aftur á Balkan. Hesir ræðuleikar kunnu henda aftur í dag og kanska nógv nærri okkum enn vit droyma um. Og teir henda aftur, so leingi sum vit læra okkara born, at vit eru betur enn onnur fólk. At hvít eru betri enn svørt. At kristin eru betri enn muslimar. At foroyingar eru betri enn danir ella gronlendarar. At oll ikki eru skapt guds bílæti, sum Halgabók lærir okkum. Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjort S. Hansen Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson | ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting og prent: Sp/t Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir | — Postadr: Postsmoga 76, | 110 Tórshavn | | Telefon: 311820 Telefax. 314720 | e-mail: | — postØsosialurin.fo Er tað í lagi at fremja sidamisbrot í Føroyum? Viðmerking til Ola Breck mann í Degi og Viku hos dagin 15. juli 1999, har Oli Breckmann, Fólkafloksins formaður á tingi, heitti á alt Foroya fólk um at fyrigeva John Petersen hansara »mi- stak«, ti sum hann segði, hevði Fólkaflokkurin valt at gera tað(!). Grundgevingin var, at Fólkaflokkinum tørvadi eina góða arbeiðs megi til floksarbeiði. Er tað veruliga satt, at Oli Breckmann hevur allan Fólkaflokkin aftan fyri seg. tá ið hann kallar neydtøku eitt »mistak«? Hevur Oli Breckmann allan Fólka- flokkin aftanfyri seg, tá ið hann sigur, at flokkurin - grundað á tørv á góðari ar- beiðsmegi - velur at fyri- geva einum slíkum >mis- taki<? Og hevur Oli Breck- mann allan Fólkaflokkin aftan fyri seg; tá ið hann endaði vid at siga, at John Petersen var vælkomin aftur í ingið? Sambært løgtingsløg nr. 49 frå 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting vid seinni broytingum, grein 2, 2. stykkið..., sum sigur »Valbær til løgtingid eru tey, sum hava valrætt á tingi, uttan so, at viðkom- andi er straffaður fyri gero, sum í vanligum umdømi ger hann óverdan at vera løg- tingslimur, um ikki hendan fylgja av déminum er burt- urfallin. Straffverd gerð ger ikki hin dømda óverdan, uttan so, at hin dømdi er dømdur treytaleysan dóm til fongsul í fýra mánaðir ella meira, ella varðhald, ella tá ið fimm ár eru gingin aftaná at hann hevur sitið straffin av, straffurin er avoldaður ella efturgivin, ella eftir at hann er endaliga leysur av varðhaldi< Fá ið lógin ikki skilir ímillum sidamisbrot og annan kriminalitet, stendur tað til tann einstaka veljaran at avgera, hvar markið skal setast, tá ið tað snýr seg um etikk hjá politikarum og lóggávumyndugleikanum. Etikkur kann ikki stig- bendast eftir torvinum á politiskari arbeiðsmegi. og etikkurin í okkara sam- felagi byggir millum annað á demokratiska og kristna hugsjón. Tí skuldi tað verið lætt at skilt ímillum hverjir lógbrótarar kunnu sita sum umboð í lóggávumyndug- leikanum. Prinsipielt eigur tað at vera so, at lógarbrots- fremjarar, sum forða tí ein- staka samfelagsborgaranum - kvinnum, monnum og børnum - at liva frítt og trygt í hesum samfelag, eiga at verða hildnir uttanfyri lóggávumyndugleikan. Er tað veruliga so, at allur Fólkaflokkurin tekur undir við Ola Breckmann í hans- ara meting av neydtøku? Ey Inaðist tað húum at per- somiwvia eitt samfelagsligt mål vid at appelera 6bein- leidis til kristna grundhug- burdin um, at »tann angr- andi hevur uppiborið fyri- geving< soleiðis at tey, ið atkvøda »nei« skulu kenna seg sum dómarar og fáa ringa samvitsku?... Um Um hetta úttalilsið hjá Óla Breckmann sleppur at standa ósvarað, verður ilt at meta um, hvussu lágt markið verð- ur sett næstu ferð. Verður pedofili kanska eisini eitt »mis- tak< tá, spyr Anna Maria Joensen hetta úttalilsið hjá Óla Breckmann sleppur at standa ósvarað, verður ilt at meta um, hvussu lágt mark- ið verður sett næstu ferð. Pedofili verður tá kanska eitt »mistak« eisini? Vit før- oyingar, kvinnur og menn, eru møgulig foreldur til møguliga neydtiknar gent- ur. Kunnu vit sum veljarar góðtaka henda hugburð? Hetta mál snýr seg sum sagt ikki bert um einstakar persónar, men er eitt sam- felagsligt etiskt mål, sum kemur at avspeglað tann grundhugburð og demo- kratiska karm, sum okkara samfelag fer at stinga út í kortið. Um hetta er hugburðurin hjá Fólkaflokkinum - væl hjálptur á veg av Sjónvarpi Føroya, sum ikki kom við einum einasta mótspæli - verður ikki stuttligt at vera kvinna í Føroyum inn í ár 2000. Anna Maria Joensen Berjabrekka 127 100 Tórshavn Viðmerking: Tit gjørdu tað £ einasta rætta! * Eg vil fegin takka Vágs bý- ráð fyri skjóta og greiða av- gerð viðvíkjandi leygar- dagstúrinum hjá Smyrli á Vág At framprovokera eina øsing og gera gjøldur burtur úr teimum, sum búgva og virka sunnan fyri Hovsegg, áttu tit, sum hava tilrættis- lagt og góðkent eina slíka ferðaætlan at hildið tykkum verið ov góðar til. Flemming Mikkelsen www.sosialurin.fo