týsdagur 20. juli 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 135 - 20. JULI 1999
tíðindablaðið
5
Durita Holm avmyndað í Singapore seinasta heyst.
„Salka Valka« í baksyni.
Salka Valka:
komin til Noregs
Stóra ferðin kring heimin endar komandi vikuskifti, tá
»Salka Valka< kemur til Sands, um veður og vindur er
til vildar
JUSTINUS LEIVSON
EIDESGAARD
Konubrotið á Sandi, 23
ára gamla Durita Holm,
skiparin á seglbátinum
>Salku Valku< hevur sæð
meira enn flestu kvinnur
á hennara aldri. Hon hev-
ur bjóðað teimum stóru
høvunum av og hevur
vunnið á Atlantshavið,
Kyrrahavinum, Indiska
havinum, Reyða havin-
um, Miðalhavinum og
enntá Irska havinum.
Akkurát nú er >Salka
Valka< í Noregi, har Dur-
ita vitjar familjuna hjá
manni hennara, sum hon
fann á ferðini kring heim-
in, einastaðni í Karibiska
Havinum. Dóttir teirra er
eisini við. Hon lá í móð-
irlívi, meðan Durita sigldi
um Kyrrahavið, fødd í
New Zealandi og hevur
siglt nógv longu.
— Eg rokni við, at
»Salka Valka< kemur til
Føroya um vikuskiftið.
Sjálvandi velst um veður
og vind, men nú ótolnast
dótturin eftir at enda
ferðina, sigur Tórstein
Holm, pápi Duritu, ið sjálv-
ur er royndur langfari.
— Durita kom til oynna
Skye í Skotlandi 5. juli og
vit vóru og vid egnum før-
um niðri og tóku í móti
henni. Hon hevði havt eina
góða ferð úr Gibraltar og
kom fram seks dagar fyrr
enn vit roknaðu við. Salka
Valka hevdi nógvan vind
undan, sigur Tórstein
Holm.
— Í dag er so ætlanin at
loysa úr Noregi og vit rokna
við, at »Salka Valka< kemur
á Sand komandi vikuskift-
ið, gongur alt val, sigur
hann.
Beint avstað aftur
>Salka Valka< liggur ikki
leingi heima í Føroyum.
Hon fer beinanvegin avstað
aftur við nýggjari manning
í Karibiska havið.
Nógv fólk hevur verið
við >Salku Valku< á ferð-
ini kring heimin. Durita er
tann einasti, sum hevur
verið við allan teinin.
Ferðin hevur verið fíggj-
að á tann hátt, at fólk
hava goldið fyri at verið
við eina ávísan tein. Tey
eru so farin í land og onn-
ur eru komin umborð.
»Salka Valka< kemur
ikki undir bólkin av
skjóttgangandi seglbát-
um, hon er tung og triva-
lig og trygg at vera um-
borð.
Durita hevur nú verið
burtur í trý ár. Hon fer nú
á skúla í Noregi og hevur
eisini ætlanir at skriva
bók um ferðina. Og tilfar
eigur hon til eina bók.
Hon hevur langt einar
40.000 fjórðingar eftir
seg og er sjålvskrivadur
heidurslimur í einum
hvørjum undirhúsi i Før-
oyum, tå hon einaferð
gerst gomul.
Tvey av manningini, tá
„Salka Valka« lá í
Singapore
Bjørklund gerst
aðalkonsul
Tað er eitt herða-
klapp til føroyska
heimastyrið, at
finska stjórnin
hevur utnevnt
meg til aðalkons-
ul, sigur Thorolf
Bjórklund
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Finski konsulin í Føroyum,
Thorolf Bjørklund er nú út
nevndur til aðalkonsul.
Hetta hendir samstundis
sum grønlendski konsulin
fær somu útnevning.
- Í veruleikanum hevur
hetta ongan týdning fyri
mítt starv sum konsul. Tað
vil siga, at uppgávurnar hjá
mær vera júst tær somu. Ég
hækki í tygn á sama hátt
sum umborð á skipi er mun-
ur á fyrsta og øðrum stýri-
manni. Fyri føroyska heim-
astýrið er hetta eitt herða-
klapp. Finska stjórnin vísir
við hesum, at at hon virðir
heimastýrið. Sama er gald-
andi í Grønlandi, sigur
Thorolf Bjørklund.
Í samband við at Thorolf
Bjørklund verður utnevndur
til aðalkonsul kemur finski
ambassadørurin í Keyp-
mannahavn Ralf Friberg og
frå å vitjan i Føroyum,
Hann vitjar oyggjarnar frå
månadegnum til mikudagin
i næstu viku.
Ralf Friberg skal vitja rik-
isumbodsmannin Vibeke
Larsen. Hann er eisini bodin
i Tinganes, har Anfinnur
Kallsberg, løgmadur og
Høgni Hoydal, landsstyris-
maður taka ímóti. Finski
sendiharin skal eisini vitja
løgtingid og her tekur Finn-
bogi Ísakson, løgingsfor-
maður ímoti. MOttøka verð-
ur mánadagin á Finska Að-
alkonsulátinum Yviri við
Strond 25. klokkan 17.00.
Olønt arbeiði
Starvið sum finskur aðal-
konsul er Olønt.
— Tad er eitt ålitisstarv,
sum eg geri fegin. Sjålvur
eri eg ættaður úr Finlandi
og mær dámar væl at hjálpa
landsmonnum. Sambandið
millum Føroyar og Finland
er mest á mentunnarøkin-
um. Men eg hjálpi eisini
vinnulívsfólkum, sum vilja
hava samband við føroying-
ar. Sjálvt um mín uppgáva
fyrst og fremst er at veita
finlendingum hjálp, so
kemur tað ofta fyri, at før-
oyingar seta seg í samband
við meg, tá teir ætla okkurt
í Finnlandi. Eg hjálpi eisini
finskum sjómonnum, sum
tørva hjálp í Føroyum. Av
og á hjálpi eg eisini ferða-
fólki. sigur Thorolf Bjørk-
lund.
— Hetta kann sammetast við at gerast yvirstýrimaður,
eftir at hava verið stýrimaður, sigur Thorolf Bjørklund,
sum er vorðin aðalkonsul, eftir at hava verið konsul í
nógv ár
www.nummar.fo
føroyska telefonbókin á internetinum
FOROYA'C.S T
Fornavn'Telefonsu -
Eftirnavn/Virki
ise I tos
FORLAGIÐ + tel 30
Telefonbókin er nu tok á internetinum.
Fleiri eru moguleikarnir at leita ávísa
felagnummarið fram
* Einføld leiting: er niðast í hogra horni á
forsíðuni
* Økisleiting: klikk á eitt av okjunum á
Foroyakortinum
* Víðkað leiting: tá id fáir upplýsingar eru
tokir
Ikki er neyðugt at skriva alt navnið ella
gotunavn, men bara t.d. ein part av tí.
Roynið t.d. í Einfeld leiting niðara felti
Eftirnavn/virki at skriva: teleb
Virki/stovnar! Lesið meira um lýsingarmeguleikar undir slóðini lýsingar
ga