týsdagur 20. juli 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 135 - 20. JULI 1999
tíðindablaðið
Dansinátt í Norðurlandahúsinum:
Tungu bar hann so snjalla
Arliga dansináttin í Norðurlandahúsinum var leygarkvøld-
ið, har fólk úr øllum landinum hittust á gólvi
EDVARD JOENSEN
Tað vóru onnur enn heidnir
menn við snjallari tungu í
Norðurlandahúsinum um
vikuskiftið.
Gott hálvtfjórðahundrað
fólk høvdu leitað sær í dans
hesa árligu dansináttina í
Húsinum.
Tiltakið í ár eydnaðist
sera væl, verður sagt úr
Norðurlandahúsinum.
Fólk úr øllum landinum
hittust, umframt at onkur
útlendingur eisini stakk inn
á gólvið. Av forvitni, sum
vera man, men tey fóru ikki
vónsvikin avstað aftur.
Tað eru Norðurlandahús-
ið og landsfelagið hjá dansi-
feløgunum, Sláið Ring, sum
skipa fyri í felag.
Julianna Joensen, for-
maður í Sláið Ring, sigur,
at hetta tiltakið er eitt al-
ment dansikvøld, har oll
hava atgongd.
Tað er ikki so, at nøkrum
nýtist at setast aftur, hóast
tað eitur, at dansifeløgini
skipa fyri.
Julianna Joensen segði
leygarkvøldid, at hon ótt-
aðist eitt sindur fyri luttøku-
ni í år, av tí at so ómetaliga
nógv brúdleyp eru um alt
landið hvort einasta viku-
skifti.
Tað ger, at fleiri fólk
sjálvandi eru har. Eisini
fólk, sum verða biðin at
dansa í slíkum veitslum.
Ofta vísir tað seg, at fólk,
sum hava tilknýti til dansi-
feløg, verða biðin eitt nú at
skipa Brúðarvísuna. Og tað
kann skjótt gerast eitt stórt
tal av fólki, sum annars
hevði komið í Norðurlanda-
húsið, vísir Julianna Joen-
sen á.
Ottin var tó ógrundaður,
ti tá liðugt var, høvdu líka
nógv fólk, sum undanfarin
ár, verið í dansi.
Kvøldid er skipað sum al-
ment dansikvøld, og tað
merkir bókstaviliga alment,
sigur Julianna Joensen.
Eingin skrå er fyri, hvor
skipar hvat, ella um nakað
einstakt felag eigur tørn.
Tað er fólk í ymsum aldri,
sum kemur í dans eitt tílíkt
kvold.
I ár vóru ikki so nógv
ungfólk kortini. Og heldur
ikki sær ein tey heilt gomlu.
Julianna Joensen, for-
maður í Sláið Ring, sigur,
at í fjør vóru rættiliga nógv
ungfólk hetta kvøldid. Hon
heldur tó, at tað var helst tí,
at tað fall saman við út-
lendskari vitjan, har ungir
dansarar vóru í Fóroyum.
Dansurin leygarkvoldið
var í Dansistovuni í Norður-
landahúsinum. Stóra hollin
stóð klár, men var ongantíð
nýtt, hóast onkur heyði hug
at fara innar.
Tað var rættiliga heitt í
Dansistovuni. Sagt verður
úr Norðurlandahúsinum, at
hitin einu løtuna var uppi á
30 stigum, og tá er ríkiliga
heitt at dansa.
Tað merktiskt eisini á
fólki, tí gingið varð dúgliga
út og inn. Fólk sótu nógv í
forhøllini, har svalligari var.
Annars verður sagt úr
Norðurlandahúsinum, at or-
søkin til tann nógva hitan
er, at ventilatiónin ikki er
nóg góð.
Men lagt verður aftrat, at
nú er ætlanin at hjálpa upp
á hana, so næstu ferð, dansi-
nátt verður, skuldi ikki verið
neyðugt at farið niður úr
orsakað av hita.
Flogan afturkomin
Fløgan við 17 sangum, sum 17 Sangarar úr Klaksvík
syngja, er nú aftur at fáa, eftir at hon eina tíð hevur verið
útseld
Fløgan hjá 17 Sangarum í
Klaksy ík hevur verið útseld
eina tíð, men er nú aftur at
fáa.
Fløgan, sum kom út til
jólar í fjør, varð væl mót-
tikin, og rættiliga skjótt út
seld. Tí varð avgjørt at geva
annað upplag út, og tað er
nú á marknaðinum.
Flestu sangirnir, sum eru
á fløguni, eru fosturlands-
sangir. Upptøkurnar hevur
Utvarp Føroya gjørt, og eru
tær frå årunum 1994 til
1998
17 Sangarar eru bodnir til
Danmarkar at luttaka á
Nordvesten mentunnar-
stevnu, har danir, norðmenn
og føroyingar fara at hittast.
Esisini fara sangararnir at
syngja ymsastaðni í Dan-
mark. Tey verða í Kristna-
stovu og Vartov kirkjuni í
Keypmannahavn, umframt
á Malta í Hirtshals.
Vitjað verður í Lemvig og
Odense, sum er vinarbýur
Klaksvíkar.
Danmarkarferðin verður
frá 3. til 12 september
v -mail: bookingk
Danmark
Danland
íbúðir 11,986,
DanCenter
summarhus
Fr PI165)
Noreg
summarhusi
Pers Hotel
i Gol ag 24 0,
Ivikai
summarhusi
Hetland
Fasterhoull
Chale
halets
nia 0777 Ó,
slands
við 7 dani innivist
á hotelli
í dupultkamari
Edda
Hotellini
3431,
fyri ban 3
Sigl & Flúgu vs
Tórshavn -
Hanstholm
og ge
- Vågar
Å dg;
SMYRIL LINE
Tel 31 59 00
smyri i-tine. fo