Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juli 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2 (0) tíðindablaðið NR. 135 - 20. JULI 1999 Fólkafundur úti í Fugloy 17. juli 1999 Hvussu verður útoyggjunum lív lagað? Niðanfyri prenta vit røduna, sum Jóannes Eidesgaard helt á Fólkafundinum í Fugloy leygardagin Góðu fundarfólk fugloyingar, gott Tá Sjúrður við Kellingará saman við hinum floks- monnunum fór av hesi oyggj. segði hann tey kendu orðini: »Fritt er Eystfellið frá at fara«. Og veruleikin er, at mangir fugloyingar og aðrir útoyggjabúgvar síðan, um ikki hava sagt somu orð, so hava teir havt somu kenslur í barmi, tá teir valdu at fara av síni heimaoygg fyri at búseta seg aðrastaðni. Flyta til eitt stað, har alt er lættari. Stutt til bakaran, blaðkioskina. kølidiskarnar við alskyns mati, ítróttar- vallirnar, barnagarðarnar, læknarnar, skúlarnar og alt annað, sum er at finna á meginøkinum. Men fyrst og fremst, tí har var liviligari, tí har var arbeiði at fáa. Trupulleikin, sum okkara útoyggjar hava havt sein- astu mongu árini, er ein beinleiðis avleiðing av tí samfelagsmenning, sum er farin fram. Vælferdarsam- felagið førdi til eina broyt- ing av aldargamla lívs- mynstrinum. Frá at hava stríðst fyri at hava mat í munnin, fingu vit eitt sam- felag, har pengar gjørdist ein alt meira týðandi partur av gerandisdegnum. Og sum fylgja av hesum fluttu fólk til tey pláss. har pen- ingur var at vinna. Og hesa gongd hevur ongin mynd- ugleiki kunna broytt ella forða, og tíbetur. Hví býr man á útoygg Gjøgnum øldir hevur gamla lívsgrundarlagið verið jørd- in, bjørgini og sjógvurin Menn tókust við at dyrka jørðina, søkja bjørgini og at rógva út. Og alt hetta ar- beiðið var treytað av felags- skapinum, har lønin var breyð í munnin. Men alt hetta er broytt, tí dagligu og månadarligu rokningarnar koma eisini út til útoyggjarnar, og tí er inn- tøkugrundarlagid neyðuga fortreytin fyri at kunna stød- ast eisini á eini útoyggj. A Stóra Dímun búðu ein- aferð 36 fólk, men nú er tað bert bóndafamiljan. Fyrr var talan um at metta munnar fyri arbeiði, meðan nú er talan um at vinna eina rim- iliga årsinntøku av tí, sum oyggin ber. Hvussu er so vorðið í nógvum støðum í Føroyum í dag? Jú, nógv av jørðini er vorðin uttanbyggjajørd, sum kapitalurin, sum jú mest er í miOstadarøkinum, hevur keypt. Utróðurin, sum fyrr var ein frí vinna, er lagdur í leinkjur við nýggju lóggáv- uni um vinnuligan fiski- skap. har næstan vónleyst er at koma inn í skipanina, og harnæst eru útróðradagar nú kvoteraðir. V.ø.o. er aldargamla livs- grundarlagið fyri ein part tikið undan bygdunum og útoyggjunum. Lívsmynstrið er broytt, oyggin fødir ikki so nógv longur, tí hvor ein- stakur krevur meira, og har- umframt eru forteytirnar fyri jarðarbrúki og útróðri eisini broyttar. Tá so nógvar av okkara smábygdum haraftrat noyð- ast at gjalda hægri skatt enn Havnin t.d. ger, so er torført at síggja, hví í Guðs garði fólk búleikast í útjaðaran- um? Heðin Brú segði, at føroyingar búgva ikki í Før- oyum av praktiskum grund- um, men man býr væl sakt- ans ikki í útjaðarum, tí út- syktin er so góð. Tað mugu vera nakrir itøkiligir vinnu- møguleikar, annars verður útjaðaranum ikki lív lagað. Tað má bera til at gera brúk av jørdini, og tað má bera til at rekja sjógvin. Men tað fer neyvan at økja fólkatalið á útoyggjunum. I 70'unum og 80'unum høvdu vit eitt nógv nytt fyri- brigdi, sum varð kallað >bygdamenning<. Tað, sum menn tá sóu, var, at neyðugt var við itøkiligum tiltøkum til tess at stuðla bygdunum. Tiltøk í vinnu- virki og eitt gott ferðasam- band. Men eftirtíðin og 90 uni hava felt ein so lemj- andi dóm yvir henda poli- tikk, at tað í dag eru tey fæstu, sum tora at rógva aft- urá aftur. Men var alt skeivt? Hvussu nógvir av okkum 90'ara politkkarunum hava ikki við háð og spott flent og gjørt gjøldur burtur úr t.d. bergholunum í Kals- oynni? Ikki tí, lítið er at iv- ast í, hvat »cost-benefit« kanningar høvdu vist og enn minni er at ivast i, hvat tjúkku lærubøkurnar um bú- skap siga um hesa útbygg- ing í samferðslunetið. Mið- savnan, stórdriftsfyrimunir, burðardygt og cost-benefit eru slagorðini hjá nýggju embætisstattini. Men taka vit eitt nú Mikladal, so er fólkatalið í 1998 stórri enn í 1981, meðan Fugloyggin í sama tíðarskeiði er umleið hálverað. Men hvat, vegur kom til Múla, og bygdin doyði út. Men tó eru samferðslu- møguleikarnir ein tydning- armikil fortreyt fyrt trivn aðin runt um í landinum. Men harumframt má tað ikki vera dýrari at búgva í útjaðaranum enn tað er fyrr restina av landinum. At- gondin til vørur og tænastur má verða eins fyri alt land- ið. Vit skulu ikki hava 1. floks og 2. floks føroyingar. Hvi skal t.d. skúvoying urin gjalda 25 oyru meira fyri ein litur av olju enn havnamadurin? Studulin til utoyggjar, sum vit fingu løgtingid at samtykkja, men sum tók drúgva tíð hjá landsstýrinum at fáa sett í verk, bøtur nakað um henda ójavna. Nakað kann gerast við lóggávu, og tá eru vit røttu viðkomandi.. Men eisini verður neyð- ugt at gera tað liviligt fyri bæði børn, ung, og tey í virknum árum og teimum eldru. Skúlin, bygdaskúlin við sínum eyðkennum má varðveitast og ikki gerast offur fyri cost-benefit. Sam- ferðsluviðurskiftini mugu vera so góð sum gjørligt, so bæði postur og fólk kunnu ferðast aftur og fram hvønn dag. Og fyri tey eldru má bera til at gera serskipanir, har tann best egnaða loysnin á staðnum verður funnin. Men hvørja ferð vit frøast um, at ein ungdómur úr út- jaðaranum hevur nomið sær eina hægri útbúgving, so harmast vit um, at hesin ikki kemur aftur til útjaðaran at búgva. Føroyar eru 18 oyggjar og ikki ein oyggj sum: Born- holm. Um so hevði verið, so var alt lættari og bíligari. Men føroyski veruleiki er ein annar. Eg vil mæla til, at vit pol- itikkarar heldur enn út- oyggjamenning og bygda- menning fara at tosa um øk- ismenning. At økini t.d. Nordoyggjar, Suduroyggin og Sandoyggin verða ment til at rúma á leið tí, sum eitt nútímans samfelag eigur. Men hetta krevur politiskt initiativ, har avgerðir um decentraliseringar av virk- semi í Havnini verða gjørd- ar. Tá verður rok, men tað mugu vit tola. Um økini fáa tað betur, so vilja útoyggjarnar eisini fáa tað betur. Men at venda aftur til tíðina, sum var, tað koma vit ongantíð aftur. Finnast so møguleikar fyri eina útoyggja sum Fugloynna? Teir eru ikki eyðsýntir, men skulu møg- uleikar skapast, so mugu hesir liggja í tí, sum er eyð- kent fyri hesa oyggj. Ferða- vinnan, sum higartil mest hevur snúð seg um Havnina og Kirkjubø, kundi verið ein møguleiki, men inspir- ationin má koma frá tykk- um sjálvum. Og kanska finnast aðrir. Men fyri meg at síggja er frægasta loysnin ein intens- iverað økismenning. Einar sterkar Nordoyggjar vilja eisini skapa møguleikar fyri tykkara oyggj. Alternativið við einki at gera, eru einar Føroyar við einum livandi og ríkum miðstaðargki og einum fåt- ækum partvís avtoftaðum útjaðara. Vit kunnu broyta nakrar fortreytirnar, um vit vilja. Fyrsta takið er eitt pol- itiskt tak til tess at bjarga einari økismenning í land. falið er okkara. Tíðin er búgvin til ta avgerðina. Jóannes Eidesgaard løgtingsmadur LS AAA eet KO r