mikudagur 21. juli 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 136 - 21. JULI 1999
fl 13
AA [[[———"——————&&> ””%%”” >>” ”%>$%»$%%8Z4%% 5 55552 2 2 2 2? 23
norð. Fólk pråta, flenna og
onkur snapsast.
Nøkur fremmandafólk
eru við í ferðalagnum. Tey
leppa dámin í seg. Vit eru
92 fólk umborð á Pride; vit,
sum sita, verða kroyst. Rest-
in stendur.
Heimaftur eru vit meir at
líkna við blokkfisk.
Rødurnar eru sum upp-
undir val. Bygdamenning.
Stuðla útjaðaranum. Búset-
ingarmynstrið skal varð-
veitast. Føroyar eru eitt
oyggjaland. Cost-benefit er
ikki loysnin hjá okkum. Vit
ætla, vilja og skulu gera
nakað nú. Seta niður ein ar-
beiðsbólk, sum skal gera
eitt álit. Lækka skattin. Frí
barnaansing. Okkurt má
henda. Onkur — ger okkurt!
Gera arbeiðsbólk
Rødarar á fólkafundinum
vóru: Jenny Lydersen, sum,
umframt at vera ein av
stigtakarunum til fundin, er
voksin upp á oynni. Anfinn
Kallsberg, løgmaður; Høgni
Hoydal, = varaløgmaður:
Jóannes Eidesgaard, for-
maður Javnaðarfloksins:
Edmund Joensen, formaður
Sambandsfloksins: Helena
Dam á Neystabø, landsstyr-
iskvinna og Jógvan við
Keldu, býráðsformaður í
Klaksvík.
Onkur fræg uppskot
høvdu tey við í skjåttuni.
Jenny Lydersen skjeyt upp.
at velta vistfrødiligar vørur.
Men hetta krevur, sum bæði
Høgni Hoydal og Jóannes
Eidesgaard eisini nevndu, at
bygdafólkið fær brúksrætt
til jórðina, sum avbygdafólk
ofta eiga.
Eisini teldutøknin letur
upp fyri fleiri nýggum
møguleikum. Hetta við at
fólk kunnu búleikast á út-
oyggj, og samstundis vera
knýtt at arbeiðsplássi inni á
meginlandinum.
Ferðavinnan varð nevnd
fleiri ferðir. Bæði soleiðis,
at listafólk kunnu nýta stór-
slignu náttúruna til íblást-
urs, og at ferðafólk annars
Fólk leitaðu sær undir plastpresendingina,
sum varð sett upp
tíðindablaðið
skulu upplýsast um serstaku
møguleikarnir á smápláss-
unum.
Annars lovaði Anfinn
Kallsberg at seta niður ein
arbeiðsbólk, sum skal gerða
eitt álit um, hvussu vit loysa
trupulleikarnar á útoyggj-
unum.
Ríkari samfelag
Samanumtikid kann sigast,
at allir politikarnir partvist
sóu tað sum teirra uppgåva,
at stuðla útjaðaranum í
Føroyum. Nú varð spurn-
ingurin so bara, hvussu vit,
frá politiskari síðu, skapa
fortreytir fyri, at vinnu-
møguleikar skapast á út-
oyggjum, og hvørji krøv
fólk seta til umstødurnar á
plássunum, um tey skullu
stødast har.
Ti føroyska samfelagið
verður ríkari, varðveita vit
útjaðaran.
Eitt formidabilt uppskot
varð sett fram: Tit kunnu
gera veggjateppir, sum
ímynda føroyska list, úr før-
Kanska er tað umborð á
Pride, at menningar-
trupulleikarnar hjá út-
oyggjunum verða loystir.
Umboð fyri fýra ymiskar
flokkar kjakast: Jóannes
Eidesgaard, Jógvan við
Keldu, Helena Dam á
Neystabø og Høgni
Hoydal
oyskari ull! Yes! Akkuråt
nakad, sum fær eina unga
bygdafamilju, sum longu er
rýmd, at flyta út aftur. Haldi
at slík uppskot líkjast havs-
neyð.
Er menniskjan floksdjór?
Hevdi eitt prát við eina
unga kvinnu, hvors foreldur
vóru ættaði av oynni.
Spurdi hana um hon kundi
hugsa sær at flutt út haðar
og skapa okkurt virksemið.
"Eg kundi gott búð her, men
so skuldi ávísir aðrir
oynni
persónar flutt av
fyrst". Javel.
Bæði ung og gomul vóru savnað til fólkafundar á
Kirkju leygardagin
Eitt sindur
um Fugloynna
Fugloyggin er eystasta oyggj í Føroyum, 11,18
ferkilometrar til støddar.
Bygdirnar eru tvær, Kirkja og Hattarvík. Tað er
gomul søgn, at Fugloyggin av fyrstan tíð skal
hava verið flotoyggj. Hon rak fyri vág og vind úti
á víðum havi. Fleiri ferðir varð roynt at festa hana
í botn við at blaka stál upp á land, men einki bar
til. Oyggin skuldi vera stúgvin av trøllum, og alt,
ið nam land, blakaðu tey í havið aftur. Men so
komu prestarnir upp í leikin, og tá bar til — teir
vunnu á trøllunum og gjørdu tey um til túgvur, og
tær, ið brimið enn ikki hevur burturtikið, standa
sjónskar fram við bakkatromini.
Ein av mongum dýrgripum. oyggin fjalir, er
fuglahópurin. Men berglopini hava mangan lopið
órógv í fuglalívið. I 1850 var eitt 6ført lop, tað
størsta nakar veit um at siga. Tað fór heilt úr Urð-
ini Miklu og upp á eggina. Í neðra kom ein rætti-
liga stór urð at liggja, vær størri enn tann gamla,
Nýggjaurð nevnd. Lundin festi eisini búgv í
Nýggjuurð, og kom hetta sostatt at vera av størstu
lundalondum í oyggjunum.
Lendið, ið eftir var í erva, kallaðist Haga
Mikkjal, men nú liðu heili 100 ár til næsta lopið
kom. Tað var í árinum 1948, at allur Haga Mikkjal
leyp oman yvir Urðina Miklu.
Tá ið metast skal um, nær ið Fugloyggin er
bygd, er ikki nógv søguligt at fara eftir. Í Før-
oyingasøguni síggja vit, at Svínoyar Bjarni livdi í
Svínoy um ár 1000, og møguliga hava aðrir menn
búð har frammanundan.
Oyggjarnar báðar liggja lið um lið ikki meir enn
ein hálvannan fjórðing ímillum, so tað er eyg-
vitað, at teir menn, ið settust niður í Svínoy, leit-
aðu út í Fugloynna at kanna umstødurnar har úti.
Teir hava so ivaleyst verið har úti um summarið
og búð í tjóldum, áðrenn teir reiðiliga festu búgv.
Góð hava livilikindini verið á oynni — lundin
bygdi í túsundatali í urðunum uppi í haganum í
Eystfelli, í Skarðsvík og í Kirkjuhaga og so
bakkalundin og urðalundin afturat, og bjørgini
avtakin við lomviga. Graslendið var gott, so tað er
einki at ivast í, at menn skjótt fóru at fyrireika seg
at festa búgv.
Men hvussu er so at búleikast á Fugloy?
Náttúruviðurskiftini eru sera kørg — lendingar-
viðurskiftini vånalig, góð fiskimið eru nærindis
oynni, men torført er at troyta tey, tí opið hav er til
næstan allar síður. Á landi hava fuglurin og seyd-
urin verið høvudsstudlarnir, tí hevur altíð verið
neyðugt við alstórum samarbeiði millum bygda-
fólkið — og mangan hevur verið trupult at útinna
alt tað neyðuga arbeiði.
A ti mentanarliga og politiska økinum hevur
Fugloy ligid frammalaga. Kvædi og sangir hava
verið ein fastur tåttur í gerandislivinum, og í mun
til fólkatalið hava fugloyingar gjørt seg galdandi á
tí politiska økinum.
Umframt hetta hevur oyggin fostrad nógvar
kendar persónar. Men í dag er tómligt í oynni —
fólkið flytur burtur, tí betri lívsvánir eru at finna
aðrastaðni.