Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. juli 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan Múller Internet: www.sosialurin.fo Prestar og baðikor Oddagrein LIKT ER TIL, at sálarhirðar okkara í storri mun eru fair at tekkjast tí jarðiska, og tá tað ikki gongur teimum eftir ynski, klaga teir domprost og bisp fyri hægri myndug- leikar. Og teir eru ikki her å klettunum, men i Kirkjumálaráðnum i Danmark, sum eisini kemur undir lógina um alment innlit. EINGIN prestur skal lastast fyri ynski síni um rættvísi og góða viðferð, og fyri krov sini um vanligar bekvemmiligheitir. Hin- vegin kann tað kanska tykjast logið, at próstur ella bispur skulu kanna eftir, um ein prestur skal hava nýggja brúsukabinu ella baðikar. Ella at dómpróstur skal grulva i krúpikjallaranum í Leirum fyri at kanna eftir, um væta setir undir grundina. SJÁLVANDI átti onkur annar byggikønur havt tann myndugleika at kanna eftir, hvat skal gerast við ein prestagarð., líka mikið um talan er um viðlíkahald ella nýgerð. Tað kundi til domis veið Landsarktitekturin, eftir at vit væntandi hava yvirtikið Fólka- kirkjuna næsta ár. UMRØDDA málið kundu lesarar Sosialins stytta sær stundir við i gjár. Men hetta er bara eitt mál av mongum, sum almenn- ingurin kann fáa skjalainnlit í Kirkjumála- ráðnum, tí bispur er jú eisini klagaður fyri Kirkjumálaráðharran fyri onnur viðurskifti, sum hava við meiri tað kirkjuliga — hvor kann prædika og ikki — og við Halgubók at gera. EINS OG VIT leikfólk hava ymiskar áskoð- anir um Guðs orð, kristnan moral og etik, hvussu næstrakærleiki skal fremjast í verki, um kærleiksboðið og tann andan í Halgubók, sum ber brá av tolsemi, so hava prestar sjálvandi eisini hendan rætti. Og sjálvandi hevði verið áhugavert, um presta skiftu orð um slíkar spurningar í skrift og talu. Bæði sinåmillum og við leikfólk. Siði- liga sjálvandi. Tað hava fólk einki ímóti, tvorturímóti. Men at onkur — ella nakrir — hinvegin gera seg til dómarar yvir aðrar, hóvar neyvan foroyska kirkjufólkinum. OG NEYVAN hóvar tað foroyska kirkju- fólkinum, at prestar eru farnir at ríða so niðarliga, sum vit hava sæð domi um í seinastuni. Eitt er, hvat summir teirra gjørdu í midøld, tå kirkjufólkið hvorki dugdi at lesa ella skriva. Eitt annað er, hvat prestar halda seg til at gera í okkara „upp- lýstu“ dogum, har skjalainnlit eru eini fólka- ræðilig rættindi. Men sagt verður, at Guðs born batna. Og foroyska kirkjufólkið hevur krav um storri sóma og tign innan sum uttan kirkjugátt. Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild: Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov | Jonhard Hammer | Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro Hóast fleiri hava skrivað um John Smith. nú hann er farin av fold, havi eg hug at knýta hesi fáu orð atturat John Smith var heilur. har hann var. Ei hann tagdi og heldur ikki røpti hann Sjónarmið síni bar hann fram álvara; hann brann fyri søk síni - tað hann hugsaði, segði hann beint fram sama hvør var mótpartur Hann veik ikki uttanum, um tað so kundi svíða. fals kom honum ikki til hugs: tað var honum í holdið tað. hann a hjartað tað tað ikki í såttliga og í stórsta borið at siga hevdi upp var harvid, fall góða jørð I poltiska hugburði sín um var hann avgjørdur Ikki tað, at hann í einum og øllum ígekk tað, parta- menn søgdu, á sín ser- merkta hátt segði hann frá stóðu síni Loyalur var hann um nakar. og hugsjónir hans- ara bóru altíð uppum smá- sinni og kegl - tá á stóð kundi tú altíð rokna við honum. I valtíðum, dløgting, fólkating, ella til býráðs- val, var hann í fremstu rød, tå tøkini skuldu tak- ast. Helt seg ongantid und- an; var tekin til hart strid og tað helst fór at vera vøkkult at vinna fram ella tap var i honum, John var hin sami, tad lå ikki fremst hjá honum, at tað var hann sum mátti veljast, men al- tíð tað at vinna flokkinum, hugsjónini, bestu sømdir, tað var aðalmálið. Javnan var John val- evni. Tá hann á fyrsta sinni stóð á palli í Sjón- leikarhúsinum á veljara- fundi í Havn, kom tað ikki honum til hugs, at hann ikki ótarnaður slapp at tala | Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Útgevari, uppseting og prent: Sp/ Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir — | Postadr: Postsmoga 76, ) | — 110 Tórshavn | Telefon: 311820 | Telefax. 314720 | e-mail: | postæsosialurin.fo Valplakatirnar vóru stórur partur av valstríðnum, og John Smith var fastur pla- katteknari. Petur Háberg og Jógvan Johannesen skoda valplakatirnar til løg- tingsvalið 1974 sína søk: Fólkaflokkurin í Havn dugdi kynstrið um nakar, ikki at geva mót- stødumonnum grið á tal- arapallinum - og sum tann sidbundni høviski, svaraði John aftur - men kom ikki longur í rødu síni, sum eis- ini tá snúi seg um skipa- dekkið sum arbeidsplåss, gjøldur varð gjørdur burt- urúr tí, hann bar fram John lat seg tó ikki ræða, legði á aftur í aðru syftu og lat seg nú ikki tøla av Oargaligari speirekan; hann gjørdi altíð setning sín til lítar. At vera til taks, tá boð vóru, tað var John. Var John við í stríðnum, í politisku viðgerðini, var tað fyri hann týdningar- mikið at vera uppi í tjaki- num. Ikki at tilmæli hans- ara beint nú skuldu vera fylgd. men ávirkan hans- ara var ofta partur av stødutakanini, samtyktini. John skrivaði, teknadi, kom við uppskotum og til- mælum, ongantíð ráða- leysur, legði íðiliga dent á tað neyðuga, at herja á, ikki at dvína, vart tú sann- førdur um kósina. I drúgva, ofta møtis- mikla arbeiði uppundir val, at skriva valtilfar, plakatir, ein ikki týdning- arlítil partur av valstríð- num, eisini sjálvan val- dagin var ein partur av tí, hann gjørdi, mestsum sjålvkravdur. Beinraknu myndirnar og skemtilig- astu, vóru tær, sum John legði úr hondum. Satiran, tann partin av valdegnum átti John mestsum við strikum sínum. Tað var neyvan log- tingsval ella fólkatingsval, at John ikki var beinleiðis partur í valstríðnum, val- evni ella stillari. Hann tók hetta sum skyldu, íkki bara tað; við beinleiðis lut- tóku setti hann sín dám í strembanini fyri tí sam- felag, sum hann metti hava týdning at vinna enn longur fram á leiðini við. Minnini um John Smith sigla fram við tær, løturnar í heimi teirra, kvold og nætur uppundir val, á val- fundi, limafundi, á blað- num. Ongantíð hann spardi seg. Fáum at verða viður- kendur á lívi er gamalt sagt, men um orð í hesum føri eru fåtækslig, er tað við hávirðing vit minnast vinmannin og floksfelag- an, sum altíð var við hjálp- andi hondini. Frið lýsa vit yvir minnið um heiðursmannin John Smith. Viðmerking: Smyril á Våg ella berghol Hov-Øravik Endamálið frá politiskari síðu um at "Smyril" skuldi sigla á Vág var ikki at blanda seg upp í umsit- ingina sum so, men heldur at heimildin fyri hesi sigling varð staðfest. Politiska ætlanin viðvíkj- andi nógv umtalaða viku- túrinum — Tørshavn-Våg- Tórshavn var at lætta um hjá vinnuni í sunnaru helvt av oynni, nú allur farma- flutningur umfamt alla aðra ferðslu til og fra, skal flytast eftir eimi vandafullari fjalla- rás, ið er kend fyri tr] 1 tittietka av fer størsta Osluohappum í landinum. Hetta varð stað- fest á frágreiðing lands- stýrismannsins í vinnumál- um um framtíðar sam- ferðslukervið í Føroyum. Øllum kunnugt varð far- leiðin Hov-Øravik tikin í brúk fyri meiri enn 40 árum síðani, og als ikki ætlað til ta ferðslu, sum fer fram í dag. Tað hevði tí verði áhuga vert at vita, um tað krevst myndugleika g6dkenning til ta tungu ferðslu, sum dagliga fer fram á hesum vegastrekki? Ynski um vikutúrin hjá ”Smyrli” á Våg, sjálvandi í samráð við vinnuna, er tí ikki órímilgit, um vinnu- lívinum í hesum partinum av landinum, ið er ein for- treyt fyri, at ikki alt flytur til Havnar, skal vera lív laga. Men taka vit saman um og hyggja frameftir, so ber til at loysa nevnda ferðslu- trupuleika, sum er orsøkin til alt hóvastákið. Aternativid er at berg holið Hov-Øravik veruleiki Ein yvirkomilig iløga, eitt folkaynski, um nú nógv um gerst talaði útjaðarin skal hava ein framtidarmøguleika. Litid er lamdid, okkum nytist ikki at gera tad enn minni. Undirritaði skal ti heita á landsstýrismannin í vinnu- og samferðslumálum, Finn- boga Arge um at skunda undir, at fáa henda møgu- leikan, um ikki annað, so raðfestan Tá verður alt so nógv lættari. Flemming Mikkelsen