fríggjadagur 23. juli 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 138 - 23. JULI 1999
tíðindablaðið
Eiðismenn
ilt i búkinum
- Illgruni er til vatnið og tað kunnu vit ikki hava sitandi á
okkum. Tí eru royndir sendar til kanningar. Urslitid fyri-
liggur komandi leygardag, sigur Hans Jacob í Kollsbyrgi,
bygdarráðsformaður
Deymurin av kollektivari búkilsku hongur yvir Eiði.
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Tað stendur illa til við
heilsuni á Eiði í hesum
døgum. Fólk hava ilt í
búkinum. Summi hava ein
feril, onnur eru illa fyri. So
illa, at onkur er endaður á
hospitalinum. Deymurin av
kollektivari búkilsku hong-
ur yvir bygdina og hørð
kapping er um wc-kum-
muna í einstøkum húsum.
Eiðismenn vita ikki hvat er
áfatt. Tað einasta sum er
greitt, er, at okkurt órógvar
magan og strongd er ikki
orsøkin, nú í hægstu feriu-
tíð.
- Vit skilja einki og eg
trúgvi sjálvur einki upp á,
at drekkivatnið er orsøkin.
Men vit vilja ikki hava
sitandi á okkum, at nakað
er galið við vatninum, tí er
ein maður farin til Havnar í
dag eftir nókrum góðkendur
ílótum frå Heilsufrødiligu
Starvsstovuni, og sidan
verða vatnroyndir tiknar.
Hóast Heilsufrødiliga
Starvsstovan er stongd
vegna summarsteðg í løtuni,
so fara teir at kanna vatnið.
Urslitid fyriliggur í morgin,
segði Hans Jacob í Kolls-
byrgi, bygdarráðsformaður
á Eiði á middegi í gjár við
Sosialin.
- Fólk eru sjúk i búkinum
á Eiði. Summi eru verri fyri
onnur hava lættari búkilsku.
Okkurt er galið, vit vita ikki
hvat. Eg havi ógvuliga ilt
við at trúgva, at nakað er
galið við drekkivatninum.
Nýggja vatnskipanin varð
tikin í brúk fyri trimum
árum síðan og tá fingu vit
bláa stemplið frá Heilsu-
fróðiligu — Starvsstovuni,
hetta er galdandi i fimm år.
Alt drekkivatnid á Eiði
verður tikið beinleiðis úr
Keldum og tað verður leitt
í ein lokaðan brunn. Øll
drekkivatnsskipain er ein
lokað skipan, og tí metti
Heilsufrødiliga Starvsstov-
an, at ikki var neyðugt við
einum reinsiverki, sigur
Hans Jacob í Kollsbyrgi.
- Hevdi búkilskan verið í
Ljósáum ella Svínáu, so
kundi eg skilt tað, tí har
verður enn nýtt áarvatn.
Men úr hesum bygdum
hoyrist einki um búkilsku
Vit arbeiða annars við eini
ætlan um at fáa kelduvatn
til hesar bygdir, sigur
bygdarráðsformaðurin.
Drekkivatnið á Eiði
verður tikið úr sjey keldum
kring bygdina.
Reinførid á Eiði er tilt-
ikid. Bygdin er útnevnd til
reinastu bygd í Føroyum i
år.
Onki
ovanligt
| Avloysandi kommunu-
|[læknin á Eiði, Knus |
|Jacobsen sigur, at hann
| sum lækni ikki hevur lagt
| merki til nakað óvanligt á
| Eiði. |
| -Tað kann vera, at fólk |
|ikki kemur til lækna við |
vanligari búkilsku. Eg
|havi ikki lagt merki til |
(nakað óvanligt, men eg |
|kann heldur ikki siga, at
onki er galið. Sjálvur havi |
eg havt búkilsku seinastu
dagarnar, sigur Knud
Jacobsen.
| Knud Jacobsen hevur í
| fleiri ár verið avloysari á
| Eiði um summarið.
SVF kreppan heldur fram
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Enn er púra óvist um starvs-
fólkini í Sjónvarp Føroya
fáa løn hendan månan.
Stødan sær rættuliga vón-
leys út í løtuni. Løgtingsins
Figgjarnevnd hevur víst
umsóknina frá Signar á
Brúnni, landsstýrismanni
um eina eykajáttan upp á
1,6 millión aftur. Nú verður
umsóknin løgd fyri tingið
og tá endar hon aftur í
figgjarnevndini til stødu-
takan.
Í gjár var landsstýrismað-
urin á kreppufundi í ment-
unnar og undirvísingar-
málastýrinum og einki var
av gjørt áðrenn blaðið fór til
prentingar. Leitað verður
við lykt eftir peningi.
Danska sjónvarpsstøðin
TV2 var í fíggjarligur
trupulleikum fyrr í ár. Har
endaði málið við hópupp-
sagnum. Enn hevur ikki
ljóðað frá uppsagnum í SVF.
Kappróður á fløgu
Havnar Róðrarfelag er eitt
tað mest týðadi felagið
innan kappróður og tað er
eisini eitt virkið felag. Í ár
hevur felagið hjørt av at
geva eina fløgu út við
tveimum sangum. Fløgan er
samstundis ein lutaseðil.
Slagaratónaskaldið Heri
Nolsøe hevur skrivað orð
og lýg. Ronnie Nilsen syng-
ur teir báðar sangirna
„Drekastevnið“ og
„Drekin“ og Finnur Hansen
hevur arrangera og skipað
fyri tónleikinum. Fløgan
hevur heitið — ,,Dreka-
stevnið“. Fløgan er sum
sagt eisini ein lutaseðil .
Baksíðan er talmerkt. Vinn-
ingurin er ein vikuskiftis-
ferð fyri tvey til Keyp-
mannahavnar. Hotelluppi-
hald er íroknað. Fløgan fæst
til keyps ymsastaðni í
Havnini.
Eiðismenn hava verið herviliga plágaðir av búkilsku seinastu dagarnar, men enn hevur
eingin kunna staðfest hvaðani henda búkilska stavar
Nýggj floga.....
.. vid Manskórinum
SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax 314955
E-mail: tryarin(&post.olivant. fo
Vinarliga send mær:
— — eintøk av Tórshavnar Manskón, á kr. 159.-
Navn:
på
Bust.:
p 2 re
Útfyll lepan, klipp hann út og send hann til: 3-arin, Postboks 1057,
110 Tórshavn