fríggjadagur 23. juli 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 138 - 23. JULI 1999
tíðindablaðið
5
Gøtustevna fyri framman
Um vikuskiftið skipar Gøtu Ítróttarfelag fyri årligu bygdastevnuni í Gøtu. Nógv tiltók verða á skránni, millum annað
fara tekkiligar damur at dansa fyri stevnugestunum
Få
Eins og undanfarin år fara gøtumenn at halda bygdastevnu. Nógv ymisk tiltøk vera á
skránni, m. a. ítróttur, fólkafundur, ymiskt undirhald og dansur, so har verður nokk at
fara til hjá gótufólki og gestum teirra
JOHN JOHANNESSEN
ítróttur, fókafundur, undir-
hald og dansur verða eins
og vanligt høvudstiltøkini á
bygdastevnuni í Gøtu í år.
Stevnan verður sett leygar-
dagin klokkan hálvgum trý,
og er tað Petur Páll Mikkel-
sen, ið setur stenvuna.
Men eins og gjørt verður
á flestu øðrum summarstev-
num í landinum, verður
tjóvstartað. Tey fyrstu til-
tókini á stevnuni byrja
nevniliga friggjakvøldid.
Klokkan 18 friggjakvøldid
verður nevniliga byrjað við
fótbóltsdysti millum drein-
gjaliðini hjá GÍ og KÍ.
Klokkan 19 opnar tivoli á
Oyruni, og klokkan hålv-
gum átta verður aftur fót-
bóltsdystur. Tá fer annað lið
hjá GI at leika móti tiltikna
fyrsta liðnum hjá IF frá
1979.
Longu klokkan níggju
leygarmorgunin v erður aft-
ur fótbóltur á skránni. Tá
spæla fleiri av teimum yng-
ru liðunum móti LÍF og
B68. Hesir dystir halda á,
heilt til stevnan verður sett.
Nógv undirhald
Leygardagin verður vanliga
váttliga = undirhaldið á
bryggjuni í Nordagøtu.
Leygarkvøldid er fólka-
fundur á skránni, har Jóg-
van á Lakjuni fer at bera
fram rødu. A fólkafundi-
num verða eisini tónleikur,
felagssangur og fýrverk á
skránni.
Eftir fólkafundin verður
dansur í Itréttar- og Sam-
komuhøllini á Kambsdali,
har Kjølar spæla. Í dans-
inum verður ein mótasýn-
ing, har handlar fara at sýna
fram tað nýggjasta nýggja,
og eisini fara nøkur vekur
sprund at undirhalda.
Ur Gøtu verður sagt, at
undirhaldið leygardagin og
fólkafundurin leygarkvold-
ið við tíðini eru vorðin
fastur táttur á Gøtustevnu-
num, og verða hesa tiltøkini
vanliga væl vitjaði.
Sosialurin ynskir Gøtu-
fólkum og gestum teirra
eina góða stevnu.
saas KUA átalar:
Útvarpið ger mismun
I opnum brævi til Jógvan Jespersen, stjóra í UF, spyrja næst-
formaðurin og skrivarin í Sambandsflokkinum, hvussu tað ber
til, at Javnaðarflokkurin fær sersómdir í UF
SVEINUR TRÓNDARSON
Sambandsfólk eru eftir øll-
um at dóma vorðnir énøgdir
við viðgerðina, sum teir
ymsu politisku flokkarnir
fáa í Utvarpi Føroya.
Teirra meting er, at Javn-
aðarflokkurin fær sersømdir
fram um hinar flokkarnar.
Fyri trimum vikum síðani
sendu Trygvi Guttesen,
næstformaður og Helgi
Abrahamsen, skrivari í
Sambandsflokkinum opið
bræv til Jógvan Jespersen
við hesum spurningi, men
enn er einki svar komið.
Nú gera teir báðir aftur
vart við sína ónggd, og
hesaferð er tað sendingin
»Føroyar í dag«, sum varð
send í mai mánaði, sum er
orsøkin.
Danski serfróðingurin
Frederik Harhoff, hevði
nakrar viðmerkingar til
samstarvið millum Føroyar
og Danmark, og í tí sam-
bandi fingu Sambands-
flokkurin, Tjóðveldisflokk-
urin og Javnaðarflokkurin
ein minutt at framleggja síni
sjónarmið.
Umframt tað fekk for-
maður Javnaðarflokksins
eisini høvi til at svara
danska serfrødinginum um-
framt at hann fekk høvi at
greiða nærri frá sínum sjón-
armiðum.
Tað er hetta seinna, sum
Sambandsflokkurin nú finst
at, og teir spyrja hvussu tað
kann bera til, at bert
Javnaðarflokkurin fekk tað
seinna høvi og á tann hátt
fær sersømdir í einum
almennum loftmiðli.
Vit fara at hoyra meiri frá
hesum málinum seinni.
Vit umboða, selja
og umvæla:
AEBI - GOLDONI
NIBBI - THIELBURGER
ROTECO - EUROSYSTEM
EISINI ERU NAKRAR BRÚKTAR
MASKINUR TIL S9LU
SEES - 410 Kollafjørður - Tlf. 421300