Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 138 - 23. JULI 1999 tíðindablaðið Fiskaloysi undir Eysturgrønlandi: fyritreytirnar annars vóru í lagi EDVARD JOENSEN Royndirnar hjá Sigmundi og Pison undir Eysturgrøn- landi miseydnaðust. Sigmund kom aftur miku- kvøldid, og Pison er vænt- andi um vikuskiftid. Mortan Motensen, skipari á Sigmundi, sigur, at tað var ikki tí, at umstødurnar ikki vóru í lagi, at eingin fiski- skapur var. Veðrið var av tí fagrasta, og ísur var eingin. Havið var fult av lívi. Bæði stórhvalur og springarar Men har var rætt og slætt fiskaloysi. Mortan Mortensen sigur, at teir mettu seg at hava eini 26.000 pund å åtta setum. Ein knøpp helvt var toskur, eitt sindur av brosmu og kalva, umframt rudið, sum alt fór í lastina. Mortan Mortensen sigur, at teir undraðust almikið á, Royndirnar hjá Sigmundi undir Eysturgrónlandi ókja líkasum ikki um hugin at fara yviraftur at brosman og kalvin vóru so spikafeit, meðan toskur- in, teir fingu, var horarak. Og tað hóast fiskurin kom húk um húk. Toskurin var smáfallandi, sigur hann. Teir royndu, sigur Mortan Mortensen, at finna tær leiðirnar, har roynt hevur verið fyrr. Og Pison, sum kom aftan á teimum, royndi bæði norðan- og sunnan fyri teir. Men við sama ringa úrsliti. Ella rættari sagt verri, tí Pison hevur bara eini 20.000 pund inni av níggju setum, nú hann kemur heim. Meginparturin er kalvi. Toskur er at kalla ikki dripin. Mortan Mortensen sigur, at hann tosaði við føroy- ingar, sum eru við grønlend- skum línubátum vestanfyri. Teir hildu kortini, at tað var positivt, at teir yvirhøv- Miseydnaðar fiskiroyndir Royndirnar hjá Sigmundi og Pison undir Eysturgrónlandi miseydnaðust. Toskur var eingin og lítið av óðrum, hóast ur høvdu møtt toski eystan fyri í ár. Hesir menninir høvdu sjálvir verið undir Eysturgrønlandi so seint sum i fjør, og tå livdi ikki toskur har. Men Mortan Mortensen, skipari å Sigmundi, sigur, at hjá teimum varð tað ikki bummtúrur hóast alt Teir rýmdu í góðari tí undan Eysturgrønlandi og høvdu fýra setur á Ryggi- num, føroysku megin, á heimreisuni Og tær eydnadust væl, letur Mortan at Teir fingu umleið 40.000 pund, sum teir fingu Oføra góðan prís fyri á uppboðs søluni í gjár Tann besti toskurin kom heilt upp í hálvatjúgundu krónu bara Fóroyskur tunfiskaskipari: Nú mugu vit krevja okkara part Leitisteinur fer saman við Agot, Selnesi og trimum japanskum skipum at fiska tunfisk undir Fóroyum í summar ( Mynd: Edvard Joensen) Nú tunfiskatíðin aftur fer at nærkast, vilja teir, sum fiska tunfisk undir Føroyum, hava landsstýrismannin at skaffa okkum part av veiðuni í altjóða sjógvi EDVARD JOENSEN Viberg Sørensen av Tvør- oyri er ikki í iva um, at vit eiga at krevja okkara part av altjóða tunfiskiskapi- num. Og tað skal vera nú. Føroyingar hava biðið landsstýrismannin um loyvi at fiska í altjóða sjógvi. Og teir vilja hava svar heilt skjótt. Tí stødan er tann, sigur Viberg Søren sen, at tað ber heilt einfalt ikki til at basera veiðuna upp á føroyskt oki einsamalt. Tíðin, fiskurin er í før- oyskum sjógvi er stutt, og miseydnast fiskiskapurin her, er galið. Viberg Sørensen, sum fiskaði tunfisk undir Føroy- um i fjør, sigur, at islending- ar eru farnir at byggja skip til at veiða tunfisk í altjóða sjógvi. Teir nýta somu manna- gongd, sum teir gjørdu í Smoguni í Barentshavinum. Teir strongja å, til teir hava fingið sin rætt A sama hátt, sum íslend- ingar krevja part av stovni, sum av og á kemur í ís- lendskan sjógv, eiga vit at krevja okkara. Tí sami stovnur er eisini í føroysk- um sjógvi. At sagt verður, at stovn- urin tolir ikki meiri roynd, kunnu vit einki gera við. >Tað eru ikki vit, sum hava niðurfiskað nakran stovn«. Seks skip hava fingið tun- fiskaloyvi undir Føroyum í ár. Tey eru Agot út Klaksvík, Leitisteinur úr Hósvík, trý japansk skip, og so skipið, sum Viberg Sørensen leig- TED Cc (0) aði í fjør. Viberg Sørensen sigur, at” hann nú hevur yvirtikið skipið, sum í løtuni er í dokk í Las Palmas. Skipið verður nú føroyskt og fer at eita >Selnes<. L O RS oOo F Langur leygardagur 24.07 9.00 - 17.00 nýggjum verum Selnes verður væntandi í Føroyum um hålvan august. Viberg Sørensen sigur annars, at japanarar longu eru å veg hendanvegin. ENETT ON Handilin er á tremur við Martin Stríput T-Shirt 169,- Sweat-Shirt 169,- Buksur 269,- Trygvi T-Shirt 89,- Troyggja v. ull 299,- Jogging Buksur 149,- BENETTON Sverrisgøta Tel 3 7 É | 76 6|