fríggjadagur 23. juli 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 138 - 23. JULI 1999
tíðindablaðið
—-
Rødan, sum Edmund Joensen helt á fólkafundi á Kirkju,
leygardagin 17. juli 1999
Gott fundarfólk!
Søgn er, at Fugloyggin eina
ferð var ein sokallað
»flotoyggj«, sum rak við
streyminum og lá huld í
mjørka. Men hóast stóra
mótstøðu frá forniskum ver-
um, so eydnaðist at festa
oynna, so at hon ikki fylgdi
við rákinum, og mjørkin
lætti.
Í dag eru nógvar oyggjar
í Føroyum, sum merkja eitt
annað rák, sum ikki altíð er
so hugaligt. Eg hugsi her
um, at fólkatalið minkar í
stórum. Men kanska tað aft-
ur hesa ferð fer at eydnast
at halda stødufesti, og at
ganga ímóti tí skeiva ráki-
num. Og hver veit —
kanska mjørkin lættir, og
sólin aftur fer at skína á hes-
um oyggjum.
Hóast fólk hava búð í Før-
oyum í meir enn 1.000 ár,
so hevur sera lítið samskifti
verið millum ta einastøku
bygdina og umheimin, fyrr
enn hesa seinastu øldina.
Øll árini frammanundan,
varð gingið og róð, og tele-
fonsamband var einki.
Vit útfluttu lítið av vørum
til onnur lond, og vit inn-
fluttu lítið. Fólkið livdi frá
hondini í múnnin, og ikki
kann sigast, at Føroyar vóru
partur av tí nú so vælkenda
»heimssamfelagnum«.
Nyggjar tidir
Men tidin stendur ikki i
stad, og broytingarnar
henda skjótari og skjótari.
Vit hava fingið vegir,
berghol, havnir, flogsam-
band, telefon, internet o.s. fr.
Vit eru bundin av at utflyta
føroyskt framleiddar vørur,
og at innflyta vørur.
Nútíðarsamfelagið hevur
tryggjað okkum ein hægri
livifót, og hevur opnað
nýggjar møguleikar hjá før-
oyingum. Men tað slepst
ikki undan, at tann nýggja
tíðin eisini setir nøkur 6-
heppin spor.
Allastaðni í heiminum
síggja vit, at nútíðarsamfel-
agið broytir landafrødiligu
samansetingina. Fólkið flyt-
ir úr útjaðaranum til býirnar.
Tað er løgi at hugsa sær,
at bygdirnar Hvalba og
Sandur, vóru størstu bygdir
í Føroyum í farnu øld. Men
orsøkin til hetta er tó ein-
fold:
Føroyar vóru bóndasam
felag. og tí var íbúgvaratalið
i bygdunum tengd at jørd-
ini. Lá nógv jørð til bygd-
ina, var nógv arbeiði, og
harvið góðar liviumstødur.
Eisini heyði tað stóran tydn-
ing. At bygdirnar lógu so
leiðis fyri, at stuttur vegur
varð út til fiskimiðini.
Seinni kom slupptíðin, og
tá vóru tað bygdirnar, har
handilsmenn og reiðarar
hildu til, ið vuksu seg stórar,
meðan bóndabygdirnar
minkaðu.
Síðani hava eisini aðrar
broytingar verið í samfel-
agnum, sum aftur hava
broytt landafrødiligu sam-
ansetingina.
Hetta vísir okkum, at fólk
skulu seta búgv, hyggja tey
fyrst og fremst eftir livium-
støðunum.
Fólk á okkara døgum
vilja hava eina fasta inn-
tóku, rímilig samferðsluvið-
urskifti, skúla til børnini,
frítíðarítriv, og ikki má
verða ov langur vegur til
handils. Eru hesi viðuskiftir
ikki í lagi, so flyta tey held-
ur í annað pláss at búgva.
Fólkið miðsavnast
Tá vit tosa um Havnina sum
høvudsstad, kunnu vit siga,
at í altjóða høpi er talan um
ein lítlan høvudsstad, men
eftir okkara viðurskiftum er
talan um ein stórbý, har um-
leið 1/3 av føroya fólki býr.
Tað er eisini har, ið polit-
iska-, umsitingarliga- og
dømandi valdið halda til.
Flestu stovnar, hægri skúlar
og fjølmiðlar húsast í Havn,
og soleiðis kundi eg hildið
fram við at nevnt dømir.
Tað verður ofta sagt, at
vit her hava við eitt serfør-
oyskt fyribrygdi at gera, og
at tað er tann danski blokk-
stuðulin — sum ein avleiðing
av ríkisfelagsskapurin er ein
orsøk til, at Føroyar eru
vælferdarsamfelag, og
blokkstudulin er helvtin av
okkara búskapi. Men um vit
hyggja eftir Islandi, so
síggja vit sama mynstur har-
tó bara í nógv stórri mun,
enn hjá okkum. Ísland fær
ongan beinleiðis blokkstuð-
ul, og á Reykjavíks-leiðini
býr meira enn helvtin av
islendska fólkinum. Tá vit í
Føroyum tosa um miðstað-
arøkid og útjaðaran, er tað
ymiskt, hvat fólk skilja við
hesi baði hugtøkini. Tá ein
maður í Mykinesi tosar um
miðstaðargkið, kann hann
bæði meina við Havnina og
Vágoynna. Men tá ein vága-
maður tosar um miðstað-
arøkid, meinar hann bara
við Havnina. Í altjóða høpi,
eru allar Føroyar eitt útjað-
arøki, og vit eiga sjálvsagt
at stremba eftir, at førka
okkum nærri umheiminum,
og ikki longur burtur frá
honum.
Smáplássini
standa aftast
Tá føroyskir politikarar tosa
um at leggja stovnar út um
landið, verða tað av góðum
grundum tey størru plåssini
uttanfyri Havnina, sum
standa ovast á listanum.
Småplåssini standa aftast í
bíðirgðini, og tað skal nógv
til, áðrenn tey koma uppí
part.
Vegurin úr hóvusstaðnum
og til smáplássini, liggur
gjógnum tær stóru bygdir-
nar, og ofta vísir tað seg,
sum at vegurin úr Havnini,
er munandi longuri, enn
vegurin til Havnar. Men júst
nú er ein spennandi broyt-
ing við at henda á hesum
øki. Á tí ny-tøkniliga økin-
um, eru vegirnir ikki so
krókutir, og tað hevur ikki
longur so nógv at siga, hvar
á jórðini tú ert staddur, tá tú
gert eitt ávíst arbeiði á tí
tøkniliga økinum.
Ein blaðmaður, sum fyrst
ger samrødur gjøgnum tel-
efon og síðani skrivar grein-
ina inn å teldu, kann eins
væl vera í útjaðaragkinum,
sum f høvusstadarøkinum.
Munurin er bara tann, at um
hann er i høvudsstadarøk-
inum, so kann hann fara i
biograf, i svimjihøllina, ella
til ein fótbóltsdyst aftaná
arbeiði. Tað kann hann ikki
á eini útoyggj, og júst ti er
*
Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins, undir hålvtakinum, sum sett var upp fyri
at verja róðararnar fyri øgiliga regninum leygardagin
útoyggin ikki so lokkandi
fyri oll.
Men útoyggin hevur nógv
at bjóða, sum høvudsstad-
urin ikki hevur. Náttúruupp-
livilsini, friðurin og samfel-
agið, har fólk ikki renna
kapp við tíðina, er sjálvsagt
nakað, sum kann tiltala fólk.
Hugburðurin er
ímóti spjaðing
Fyri nøkrun árum síðani,
var tankin frammi um at
flyta Sjónvarpsstovnin inn
í Eysturoynna. Hetta skuldi
ikki verið nakar trupuleiki,
tí ferðasambandið millum
Eysturoynna og Havnina er
gott, og tekniskt kann eitt
sjónvarpshús eins væl vera
í Eysturoy, sum í Streymoy.
Men uppskotið fekk
harða mótstøðu, og bleiv
ikki gjørt til veruleika.
Tað er ikki bara ein spurn-
ingur um, hvat letur seg
gera tekniskt. — Tað er eisini
ein spurningur um hugburð.
Telefonverkið hevur eina
tænastu, sum kallast
>Nummarkall<. Har kanst
tú spyrja um telefonnumm-
arið hjá onkrum, sum tú
skalt ringja til. Men fyri
tann sum ringir, kann tað
gera tað sama, hvar í landi-
num, tann sum svarar, situr.-
Men hann situr í Havn!-
Eingin veit hví, men tað er
sum um hann eigur at sita
har.
Hóast tann nýggja tøknin
gevur útjaðargkjunum
nýggjar møguleikar, so skal
útjaðarin ikki rokna við, at
fáa nakra gávu á hesum øki.
Tað nyttar ikki at sita og
bíða eftir, at okkurt skal
koma. Tað kemur ikki, fyrr
enn fólk úr útjaðaranum
krevur tað - og kanska held-
Hóast líkindini ikki vóru
av teimum bestu, so var
heilt fitt av fólki komið
saman í Fugloy
leygardagin
ur ikki tá.
Tekniskt ber tað til, men
hugburðurin er ímóti tí.
Cost-benefit
kanningar
Vit kunnu skjótt verða samd
um, at hóast tað, samart
cost-benefitkanningum ikki
sær út til at vera lønandi at
halda liv í útjaðaranum, so
er tað kortini mentanarliga
skeivt at lata smáu bygda-
samfeløgini doyggja út. Tað
vil vera ein stórur missur
fyri Føroyar.
Pengar eru ikki alt, og hó-
ast tað hevur verið bíligari,
um allir føroyingar búðu á
einum stað, so munnu tó tey
fægstu halda ta loysnina
vera ta røttu.
Tá tosað verður um fram-
tíðar vinnumøguleikar fyri
útjaðargkið, verða ofta tveir
møguleikar nevndir. Annar
er landbúnaður og hin er
ferðavinna. Báðir hesir
møguleikarnir eru åhuga-
verdir, men eru samstundis
eisini avmarkaðir.
Men hóast tað, at seta
nýggjar vinnur í gongd á
einum fjarskotnum plássi,
kann vera bæði tungt og
trupult, so er tað ikki émøg-
uligt, og tað er rætt at royna
tað - ella sum sagt verður í
sanginum:
Spyr aldri um, hvat tey
flestu halda! Mót rætt og
sanning má einki valda. Tað
ræður lítið um tungt og lætt,
Tað ræður meira um rangt
og rætt.
Føroyskar myndir
Fyri stuttari tíð síðani frætt-
ist, at Postverk Føroyar, enn
eina ferð hevur fingið eina
viðurkenning fyri føroysk
fríðmerki. - Hví tað? Kunnu
vit spyrja. - Eru frímerki
ikki bert smáir, sjålvklistr-
andi pappírslepar? — Eru tey
ikki eitt amboð, tú nýtir at
gjalda postsendingar við?
Jú. tað eru tey. Men tað sum
ger tey so kend, og serlig
eru myndirnar.
Og hetta kann leiða tank-
arnar til eitt itøkiligt upp
skot, um framtidarmøgu-
ERE SS
Hugburðurin er -
imoti spjading |.
leikar í åitjadarøkinum:
Eg varð eina ferð spurður
av einum útlendskum pol-
itikara, hvat vit í Føroyum,
gjørdu við føroysku ullina?
Eg svaraði honum, at ullin
varð lítið brúkt, og at partur
av henni bleiv brendur.
Hetta fekk hann at spyrja,
um tað ikki hevði verið eitt
hugskot, at veva veggja-
teppir úr fóroyskari ull, til
útflutning? Myndaaevnini
helt hann kundi hóskandi
vera listaverk eftir okkara
mongu listafólkum.
Soleiðis kundu fólk í
Mykinesi, gjørt veggjatepp-
ir, sum ímyndaðu ein máln-
ing av heimskenda lista-
manninum Mykines, og
aðrastaðni (til dømis á Fugl-
oynni) kundi tað so verði
onkur onnur myndaevni, ið
hava samband við plássið
her.
Um útlendski keyparin
fær at vita, at vøran, sum
hann heldur í hondini, er
framleidd á eini føroyskari
oyggj, burtur úr ull av seyði,
sum hevur gingið á somu
oyggj, og at listamaðurin
hevur samband við oynna,
so er talan veruliga um eina
»eksotiska« vøru. - Eina
vøru, har prísurin ikki er alt-
avgerandi. - Tað kann vera,
at politikarin hevur rætt.
Gullheyggur
Omanfyri Hattarvík er ein
heyggur, sum sambært
søgnini skal goyma gull.
Men eitt ódjór skal verja
gullið, so ikki er lætt at
koma til tað.
Kanska eru fólk og nátt-
úra ein størri gripur enn
gullið í Gullheyggi. Men
ódjórini, sum skulu basast
á vegnum eru mong. Tey
kunnu vera torfør at vinna
á. men tey vera bara yvir
vunnin av teimum. sum tora
at herja á tey
Eg skal enda við at sig
Sagt verður, at hann ið sikt
1øgt, skjútur eisini høgt
Ti er umrådandi, at tað sikt
aða málið hjá útjaðaranun
ikki einans er at
men at blóma
% ris
VVITIIVA.