fríggjadagur 23. juli 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 138 - 23. JULI 1999
tíðindablaðið SOS!A Nr
15
Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
e-mail: emila sosialurin.fo
lon tekur alla
ábyrgdina á seg
Europa Cup: HB venjarin var vonbrotin av fleiri av royndu spælarunum, og hann iOrar
seg um, at hann ikki gav fleiri av ungu monnunum møguleikan
(Valkeakoski-Sosialurin): Teir
bóru høvdid hampuliga høgt, tå
teir i gjáramorgunin klokkan
hålvgum tvey føroyska tíð fóru úr
Finnlandi og eftir stuttar steðgir í
Stokholm og Keypmannahavn
lendu í Vágum fyri dógurða í gjár,
men bæði venjarin og spælararnir
hjá HB ásannaðu, at avrikið ímóti
FC Haka var so mikið ússaligt, at
tað ikki ber til at finna nakra
orsók, sum kann brúkast at
snúgva sær undan við.
Klókskapur í bakkspeglinum
Ion Geolgau, venjarin hjá HB, var
sera vónbrotin eftir stórtapið,
men tá vit spyrja, hvussu tað bar
til, at spælararnir ikki megnaðu at
binda um, soleiðis sum hann í
mikudagsblaðnum segði, at teir
skuldu gera, so vil hann heldur
tosa um síni egnu mistøk, enn um
avrikini hjá einstøku spælarunum:
— Hatta var vånaligt, og eg taki
fulla ábyrgd fyri stórtapinum. Eg
dugi at síggja, at eg tok fleiri skeiv-
ar avgerðir undan dystinum, og
hesar ávirkaðu gongdina og úrslit-
ið. Ein skeiv avgerð var, at vit
broyttu uppstilling. Í mínari tíð í
HB hava vit ongantíð spælt við
fimm monnum í verjuni, og vit
áttu ikki at havt broytt frá fýra og
til fimm spælarar. Tað var óða-
mannaverk, tí hin skipanin er
tann, sum vit megna best.
Og so vísir venjari á eitt annað
mistak hjá sær sjålvum, sum hevði
avleiðingar við sær, og sum hann
ætlar at rætta nú beinanvegin:
— Eg leit ov nógv á royndu spæl-
ararnar. Í staðin skuldi eg í fleiri
fórum givið ungum monnum, sum
eru í betri venjingarstødu, møgu-
leikan. Andrew av Fløtum fekk
møguleikan, og hann spældi fram-
úr væl, og í 1. hálvleiki var hann
ein tann besti å vøllinum. Fleiri av
royndu monnunum vóru ikki nóg
væl fyri, og eg tori at siga, at heilt
skjótt fara fleiri av yngru monn-
unum at fáa væl meiri spælitíð,
enn teir hava fingið higartil í
landskappingini. jh
— Eg dugi at siggja, at eg tok fleiri
skeivar avgerdir undan dystinum,
og hesar ávirkaðu gongdina og
úrslitið, segði ein vónbrotin Ion
Geolgau við Sosialin aftan á 0-6
tapið í Finnlandi
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
Kærkomnasta málið
varð skorað í Gundadali
55
få 3 a
P
+
F
PM På s
á
*
Venjarin hjá Haka helt, at málið hjá teimum á Tórsvelli fyri viku
síðani var tað týdningarmiklasta av ollum teimum sjey
Europa Cup: Haka venjarin metir møguleikarnar móti
Rangers at vera eins stórar, sum møguleikarnir hjá HB
vóru í Finnlandi
(Valkeakoski-Sosialurin): Tað var
ein ovurfegin venjari hjá FC
Haka, sum í sólskininum eftir
stórsigurin móti HB kundi stað-
festa, at liðið hjá honum hevði
nátt sigurin, sum hann og gll onn-
ur við áhuga í finskum fótbólti
høvdu roknað við:
— Í dag skoraðu vit seks mål,
men tað týdningarmiklasta málið
móti HB skoraðu vit ikki í dag,
men í Gundadali. At vit fingu eitt
mál á dtivølli hevði við sær, at fyri-
treytirnar í dag vóru heilt gðrvísi,
enn tær høvdu verið, um vit ikki
høvdu skorað á útivglli og harvið
skuldi vera eyka varnir fyri at
halda okkara mál tætt. Skuldi HB
hava nakran møguleika, so skuldu
teir skora mål, og tá vit tíðliga í 2.
hálvleiki øktu til 3-0, tóktist tað
sum um teir góvu skarvin yvir,
heldur Keith Armstrong.
Nógv at hugsa um
Tá vit spyrja um møguleikarnar
móti Glasgow Rangers, heldur
venjarin, at teir eru eins stórir,
sum teir vóru hjá HB móti FC
Haka:
— Teir, sum fáast við vedding,
hava vanliga tak á, hvussu tingini
hanga saman. Teir rokna sannlíkið
fyri at Glasgow Rangers sleppur
víðari at vera fimm ferðir stórri,
enn tað er, at vit skulu megna
hetta, og tað er ivaleyst ikki so
langt av leið at rokna soleiðis, men
vit fara at spæla fyri møguleikan-
um, og í hesum førinum haldi eg,
at tað er ein fyrimunur fyri okk-
um, at vit fyrst skulu spæla á
heimavelli, tí vit hava havt nógv
um oyruni síðstu vikurnar, og vit
hava ein týdningarmiklan dyst at
hugsa um, áðrenn vit fara at hugsa
um Europa Cup aftur.
Sunnudagin skal FC Haka
spæla á heimavelli móti VPS
Vaasa, sum í fjór sendi HB úr Eu-
ropa Cup kappingini. Vaasa hevur
ikki staðið seg væl í ár, men Keith
Armstrong tekur uppgávuna í
stórum álvara:
— Hósdagin halda vit frí, og so
venja vit aftur fríggjadagin. Men
eg havi nógv at hugsa um, tí Janni
Salli og Kai Nyyssønen vórðu
skaddir móti HB, og eg veit ikki,
hvussu tað verður við teimum
sunnudagin og mikudagin. Ein
libanesiskur spælari, sum hevur
roynt seg í fjareystri, royndarven-
ur hjá okkum í løtuni. Hann kann
brúkast í báðum borðunum við
útgangsstóðu í verjum, og vit
skulu í seinasta lagi fríggjadagin
taka avgerð um, um vit skulu
keypa hann ella ikki, so vit hava
nóg mikið at hugsa um, vóru
síðstu orðini hjá fryntliga bretan-