leygardagur 24. juli 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 139 - 23. JULI 1999
tíðindablaðið
Eftirlønarspurningur í ein-
um upphitaðum búskapi
Hesa seinastu tíðina hevur
verið rættiliga nógv alment
tjak um eftirlønir. Í sam-
band við stórt sæð allar løn-
arsamráðingar, ið hava ver-
ið á arbeiðsmarknaðinum
hevur ein javnan hoyrt, at
eftirlønarspurningurin hev-
ur verið vidgjørdur undir
sáttmála-samráðingunum. Í
seinastuni, tá ið tosið hevur
snúð seg um at nú er í so
stór ferð komin á føroyska
buskapin, er ført fram, at ein
møguleiki at tålma gongd-
ina er at seta í verk eina
tvungna uppsparing, ið skal
nýtast til eftirlønarendamål.
Uttan iva er orsøkin til at
eftirlønarspurningurin er
vorðin so áhugaverdur, at
tað er vorðið greitt fyri
teimum flestu, at fólka- og
avlamispensjónin ikki kem-
ur at veksa munandi í fram-
tíðini av teirri einføldu ors-
ok, at tað verður trupult at
fíggja ein vøkstur á hesum
oki við at hækka skattin.
Hesin trupulleiki er ikki
bert galdandi fyri Føroyar,
stórt sæð øll lond, ið hava
samfelagsskipanir, ið kunnu
samanberast við okkara,
stríðast við at fáa eina loysn
á hesum viðurskiftum. Tað
verða fleiri og fleiri eldri
borgarar, samstundis sum
tað almenna fær álagt alt
fleiri uppgávur. Allar hesar
uppgávur skulu fíggjast við
at tað almenna krevur upp
toll og skatt. Skattatrýstið
er komið upp á eitt stødi,
har tann politiski viljin til
at økja um tað ikki er serliga
stórur, og tí mugu finnast
aðrar loysnir. Tey flestu
vestureuropæisku londini
arbeiða við at umskipa tann
partin av almannaverkinum,
sum hevur við pensjónir at
gera, frá skattafíggjaðum
skipanum tl skipan, har
tann einstaki sparir upp til
eftirløn.
Tey seinastu årini hava
nógv feløg, virkir og ein-
staklingar fingið sær eftir-
lønarskipanir, 10 byggja å at
ein åvisur prosentpartur av
lønini verdur goldin inn til
hesar skipanir. Tí kann tað
sigast, at ein grundleggjandi
broyting er skapt í avtalu-
grundarlagum millum løn-
takaran og arbeiðsgevaran
í samband við lønarsaman-
setingina. Arbeiðsgevarin
bindur seg ikki einans til at
gjalda løn fyri ta vinnuføru
tidina hjå løntakaranum,
men eisini at gjalda fyri eitt
ávíst lutfall av tí tíðini, ið
løntakarin ikki er virkin á
arbeiðsmarknaðinum meira.
Tí er tað óheppið, um
uppbyggingin av framtíðar
eftirlønarskipanum frá pol-
itiskari síðu verður brúkt
sum eitt konjunktur polit-
iskt amboð t.d. til at tálma
búskapin í góðum tíðum,
hvat so, tá ið tíðirnar vera
verri, skal tá minni gjaldast
inn. Endamálið við eini
uppsparing til eftirløn hevur
nans eitt endamál g tað
t faa til vega tann kapi
um skal til fyri at borg
arin fær eina sómiliga eftir
løn og eitt figgjarligt trygd
arnet í vinnuførum aldri. Tí
er tað alneyðugt at inngjald-
ið til eftirlønarskipan verður
lagt í eina trygga legu. Hetta
kann gerast á ådurnevndan
hátt við at fakfeløg, virkir
og einstaklingar frívilluga
teknað skipanir hjá eftirløn-
arfeløgum. Tað kann eisini
fremjast politiskt við at á
seta í lóg, at eitt ávíst pros-
ent av lønini skal fara til
hetta endamál. Men óansæð
hvussu tað verður gjørt, so
eigur at verða tíkin hædd
fyri at talan er um eina
grundleggjandi broyting frá
í, ið higartil hevur verið
roknað sum ein almenn
uppgáva fíggjað yvir skatt-
in, til í framtíðini í staðin
verður ein avtala millum
borgaran og eitt eftirlønar-
felag, ið umsitur eftirløn-
arskipanina hjá viðkomandi
borgara.
Tað kann lýsast við at
siga, at tann fólka- og av-
lamispensjón, sum vit í dag
hava, er skapt av einari pol-
itiskari prosess, har løgting-
ið hevur givið borgarunum
eina tilsøgn um pensjón
v.m. Henda tilsøgn er út-
greinað í lóg um fólka- og
avlamispensjón og partvíst
í forsorgarlógini. Lóggávan
verður fíggjað við at tað al-
menna krevur upp toll og
skatt til endamálið.
Ein eftirlønarskipan, har
løntakarin sparir upp til eft-
irløn, har tann einstaki ger
eina avtalu vid eitt eftirløn-
arfelag byggir å, at skipanin
verður fíggjað við at ein á-
vísur partur av lønini verður
fluttur til skipanina og at eitt
eftirlønarfelag við útgangs-
stødi í tí uppsparda pening-
inum, kann geva tilsøgn um
eftirløn v.m.
Her er soleidis talan um
eina privatrættarliga avtalu,
har avtalugrundarlagið i
høvudsheitum verður skapt
í samband við såttmålasam-
ráðingar um lønar- og set-
anarkor, og tf kann tad sig-
ast, at eftirlønarspurningur-
in í stórri mun er fluttur frá
løgtinginum til partarnar á
arbeiðsmarknaðinum, t.v.s.
til lønarsamrådingarnar á
arbeiðsmarkanaðinum.
Sum áður nevnt eru tær
eftirlónarskipanir, sum fel-
øg, virkir og einstaklingur
hava í dag frívillugar. Tað
sýnist sum um at tað er við
at vera ein vaksandi politisk
undirtøka fyri at gera hesar
skipanir tvungnar, soleiðis
at tær koma at galda fyri øll.
I hesum sambandi eigur
at vera tikin greid politisk
støda til, hvønn leiklut løg-
tingið skal hava, og hvønn
leiklut partarnir á arbeiðs-
marknaðinum skulu hava í
samband við eftirlønarskip-
anir í framtíðini.
Um ætlanin er at gera tær
skipanir, sum finnast í dag,
tvungnar, eigur landsstýris
maðurin í almanna- og
heilsumálum at fáa til vega
ein lógark ið
unum á arbe isme urkni iðin
um ereitt, hvussu stórur
partur av framtíðar
r por
lønarvøkstri sum eitt minst-
amark skal avsetast til eft-
irlónarendamál.
Um hetta íkki verður
gongdin, kann tað væl hugs-
ast, at eftirlønarspurningur-
in verður eitt viðvarandi
klandursmál á tann hátt, at
hvørja ferð partarnir á ar
beiðsmarknaðinum hava
nátt eini semju um lønar- og
setanartreytir fyri eitt nýtt
sáttmálaskeið, so kann man
frá politiskari síðu krevja,
at ein partur av lønarvøkstr-
inum skal nýtast til eftirløn-
arendamál.
Eitt dómi um hesa gongd.
hava vit longu fingið. Beint
sum sáttmálasamráðingarn-
ar eru endaðar, verður byrj-
að at tosa um, at nú skulu
ávís prosent av lønini kreyj-
ast inn til eftirlønarendamål
Hesin spurningur átti at ver-
ið ein samskipaður liður av
sáttmálasamráðingunum,
og ikki komið óvart á løn-
takaran aftaná. Ein fær her
kensluna av, at ikki øll kort-
ini hava verið á borðinum í
sambandi við sáttmálasam-
ráðingarnar.
Ein fullt útbygd eftirløn-
arskipan krevur, at tað helst
skulu gjaldast 10-15% av
ønini til eftirlønarendamål,
og ti koma at ganga nógv
år og fleiri sáttmálaskeið,
áðrenn slíkar skipanir eru
ullfíggjaðar. Tí er ein breið
politisk semja avgerðandi
fyri, at tað skal eydnast at
áa eina varandi loysn á eft-
irlønarspurninginum.
Á Føroya Livstrygging,
22. juli 1999
Tummas Eliasen
HOTEL FOROYAR
UM OLAVSØKUNA
Opið er soleiðis:
Olavsøkuaftan 28/7 kl. 16.00-22.30 * Olavsøkudag 29/7 kl. 14.00-22.30
Matstovan "ATLANTIS" bjóðar:
Tysd. 27/7, Olavsøkuaftan 28/7, Olavsøkudag 29/7
Forrættir:
Hevnúsrættir:
og bakaðum epli
av soðnum
SORG
Omaná:
Sjokolátumousse
I SSA OUR 0
3 rættir kr. 195,-
"Kr. 145, -
Buff Bearnaise v/ salati, bakaðum epli og Bearnaisesós
Krýddaður búffur v/ smørdampadum grønmeti, kryddsmør
Lambasteik v/ reyðkáli, brúnum eplum og sós av soðnum
Oksasteik v/ grenmeti, glaseraðum smáleyki eplum og sós
Stoktur laksur við spinatkremi, grenmeti og rísi
GOSS
Kr. 40. -
Ísdessert a la Hotel Føroyar
A la carte, kr. 195,-
Kr. 40,-
Rækjubland við salati, dippi og heimabakaðum breyði
Aspargessuppa við asparges við heimabakaðum eyði
BA —
| HOTEL FÓROYAR
| ynskir øllum
eina g00a == ;
Olavsøku!
Opið er soleiðis
Týsdagin 27/7
Kl. 12.00-22.30
Olavsøkuaftan 28/7:
Kl. 12.00-16.00
Olavsøkudag 29/7:
Kl. 12.00-14.00
-har kalt borð
eisini er í matstovuni
NA
Nr
Bern undir 12 ár eta ókeypis
saman við vaksnum
(1 barn pr. vaksin)
so
Tlf. 317500
nm
HO VIÓ UTSyNINU