leygardagur 24. juli 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 139 - 23. JULI 1999
tíðindablaðið
11
Vandi fyri at læknar fara at
rýma av Landssjúkrahúsinum
— Teir yngru
læknarnir í Fór-
oyum vilja hava
eina
lónarhækking,
sum er nógv
hægri enn tað,
sum fíggjarmála-
stýrið vil lata. Og
fáa teir hana ikki,
er vandi fyri, at
fleiri læknar fara
at stinga í sekkin,
tí umstóðurnar
eru nógv betri
aðrastaðni og tað
stendur ikki á at
fáa arbeiði
AKI BERTHOLDSEN
— Vit eru alt ov illa mann-
aðir sum er.
— Og hendir onki nú, er
harafturat vandi fyri, at
fleiri læknar fara at rýma.
Jens Andreassen, formað-
ur í Felagnum Fyri Yngri
Læknar í Føroyum, er ikki
fegin um støðuna hjá lækn-
unum í Føroyum.
Sáttmálin, sum teir hava
við landsstýrið gekk út 31.
mai.
Men hóast samráðst var
heilt til endan, bar tað ikki
til at finna semju ímillum
partarnar.
Og nú eru samráðingar-
nar útsettar til 20 august.
Jens Andreassen sigur, at
tað hevur stóran týdning at
fáa eitt gott úrslit í sam-
ráðingunum hesuferð.
Tað, hann hugsar mest
um, er, at tað er sera um-
ráðandi fyri teir yngru lækn-
arnar at fáa eina munandi
lønarhækking hesuferð.
--Tað er sera umráðandi
fyri okkum at at vit fáa eina
munandi lønarhækking
hesuferð, ti annars er vandi
fyri, at tað verður galið á
Landssjúkrahúsinum, sigur
hann.
Fíggjarmálastýrið er ikki
til at vika og vil ikki flyta
seg upp um teir karmarnar,
sum longu eru lagdir, tvs,
at teir vilja ikki góðtaka eina
lønarhækking uppá meiri
enn 6,5%.
Jens Andreassen vil ikki
siga, hvussu stórt kravið er,
tí tey eru so fjølbroytt og
ymisk, alt eftir, hvørjum
bólki læknarnir eru í.
— Men endamálið hjá
okkum er at koma upp á
sama Jlønarstødid, sum
starvsfelagir okkara í Dan-
mark, sigur hann.
Og hann váttar eisini, at
talan er um meiri enn tey
6,5 prosentini, sum fíggj-
Umstødurnar hjá
yngri læknunum á
Landssjúkrahúsinum
eru so vánaligar, at
hendir onki munagott
nú, er vandi fyri, at
fleiri fara at rýma.
Eitt nú er lónin í Dan-
mark nakrar túsund
krónur hægri um
mánaðin, enn í Før-
oyum. Tað eru longu
alt ov fáir læknar á
Landssjúkrahúsinum
sum er, tí ongin tímir
at sókja, og hendir
onki nú, kann tað fáa
sera óhepnar avleið-
ingar, sigur Jens
Andreassen
armálastýrið arbeiðir innan-
fyri.
Nógv verri umstødur
enn í Danmark
Men Jens Andreassen held-
ur, at verður lønarhækking-
in ikki stórri enn tað, sum
fíggjarmálastýrið er sinnað
at lata, fer tað at føra til eina
óhepnað stóðu á
Landssjúkrahúsinum.
— Trupulleikin er tann, at
tað er rættiliga stórur munur
á læknalønunum í Danmark
og í Føroyum.
Grundlønin hjá einum
yngri lækna í Føroyum er
nakrar túsund krónur lægri
um mánaðin, enn hon er í
Danmark.
— Og hesi seinastu árini
er lónin i Føroyum bara
sera
dragna meiri og meiri.
— Leyðsliga mett er lónin
hjá einum føroyskum lækna
10 % aftanfyri lønina hjá
einum donskum lækna.
— Og hendir onki muna-
gott hesuferð, verður mun-
urin eini 15% nú.
— Harafturat hava læknar-
nir í Danmark nógv betri
sømdir, enn vit hava í Før-
oyum, bæði viðvíkjandi
barnaansing bústaði o.s.fr.
— I Danmark eru øll slík
viðurskifti vanliga púra
greið, áðrenn læknin yvir-
hevur byrjar í einum i
starvi.
—I Havn er tað hinvegin
at kalla 6gjørligt at fáa børn-
ini í ansing og somuleiðis
er tað sera trupult og dýrt at
fáa nakað at búgva i.
Jens Andreassen vísir á,
at viðvíkjandi barnaansing
eru læknar í eini serstødu,
tí teir arbeiða forskotnar ar-
beiðstíðir, vidhvørt heil
samdøgur út í eitt, og so
sova teir dagin eftir o.s.fr.
— Ti er góð barnaansing
ikki eitt val hjå einum
lækna. Tað er ein avgjørd
fortreyt.
Hann sigur, at kvinnuligir
læknar í Danmark hava
eisini nógv betri umstødur
viðvíkjandi barnsburðarfar-
loyvi, enn teir hava í Før-
oyum.
— Somuleiðis hava dansk-
ir læknar nógv betri um-
støður viðvíkjandi eftirút-
búgving, enn vit hava í Før-
oyum.
Vandi fyri at læknar
rýma
Hendan stóða ger, at tað er
sera trupult, fyri ikki at siga
Ogjørligt at lokka yngri,
danskar læknar til Føroyar
at arbeiða.
— Og tað vísir seg, at tað
eisini verður verri og verri
at fáa føroyskar læknar
hendavegin.
— Avleidingin av hesum
hevur verið, at tað eru alt
ov fáir læknar á Lands-
sjúkrahúsinum enn tað átti
at verið, tí læknar fáast ikki
til fleiri av størvunum.
Og hetta læknatrotið hava
tey merkt serliga fast í ár.
Formaðurin í felagnum
fyri yngri læknar sigur, at
ikki minst er stødan vánalig
á medisinsku deild.
Tað eru sjey størv á for-
vaktini- sum eru teir nýút-
búnu læknarnir.
Men har hava teir bara
verið í millum tríggir og
fimm læknar, so tað hava
altíð mangla tveir til fýra
læknar.
A millumvaktini-, sum
eru fyrstu hjálparlæknarnir,
hevur tað verið eitt sindur
ymiskt. Har skulu verða
fýra læknar, men í løtuni eru
teir bara tveir
Jens Andreassen sigur, at
hetta kemst av, at tað er stórt
læknatrot Í Danmark og tí
stendur tað ikki á at fáa
arbeiði niðri fyri nógv betri
løn, og nógv betri umstødur
annars, enn teir kunnu fáa í
Føroyum.
— Og tí er tað ómetaliga
trupult at fáa læknar henda-
vegin, sigur Jens Andreas-
sen.
Hann sigur, at hetta tískil
er eisini ein spurningur um
at varðveita eitt ávíst stødi í
okkara heilsuverkið.
Hann sigur, at tess longri
vit koma burtur frá miðstað-
arøkinum, sum er Keyp-
mannahavn, tess meiri verð-
ur gjørt fyri at lokka lækn-
arnar til við løn og øðrum
sømdum.
— Fá sjúkrahús liggja so
langt burtur sum Lands-
sjúkrahúsið í Havn, so alt
annað líka, skuldi føroying-
ar gjørt serliga nógv burt-
urúr fyri at lokka læknar
hendavegin.
Tað rætta hevði verið at
komið ikki bara upp á tað
danska stóðið, men at kom-
ið enn hægri upp, tí vit eru
so fjarskotin.
Men tað verður ikki
gjørt, tvørturim6ti.
Tí er tað ikki bara trupult
at fáa læknar hendavegin-
tað er eisini vandi fyri, at
teir, sum longu eru her, fara
at rýma í betri størv í Dan-
mark.
— At tað altíð mangla
læknar, og at størv eru ósett,
skumpar undir hesa gongd,
tí tað verður ov strævið hjá
teimum, sum eftir eru
Læknarnir halda tí ikki,
at tað hevði verið stórt dýr-
ari at latið læknarnir fingið
betri løn, tí sum stødan er,
kosta læknarnir sera nógv í
yvirtíð, tí arbeiðsbyrðan
verður ov stór
— Men tað er ikki yvirtíð,
vit vilja hava. Vit raðfesta
trivnað og góðar umstødur
nógv hægri, sigur Jens
Andreassen.
Okkurt má henda
Felagsformaðurin sigur, at
sum stødan er, er tað Ogjør-
ligt at siga, hvat hetta fer at
enda við
Men hann sigur, at part-
arnar halda so mikið fast
uppá sítt, at hann útihýsir
ikki arbeiðssteðgi, hóast
hann ikki vónar, at tað
kemur so langt
- Men vit føla á okkum
hvønn dag, at nú má okkurt
henda, og at tað er sera um-
ráðandi at fáa eitt gott úrslit
hesuferð, sigur Jens Andr-
eassen
Hann hugsar ikki bara um
lønina, men eisini t.d. um
eftirútbúgvingina, sum er
neyðugt fyri at varðveita eitt
høgt, fakligt stødi.
Hann sigur, at hann frykt-
ar fyri, at um onki hendir
nú, fer tað at ganga útyvir
dygdina í viðgerðini.
--Vit fáa ov stutta tíð til
hvønn sjúkling, og tå er alt-
íð vandi fyri, at viðgerðin
ikki verður tann besta, sigur
Jens Andreassen.
skogvar
fil ÍBroyska
N. Finsensg. 8 - tlf. 317919 www.handilskjarnin.fo