Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juli 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 140 - 27. JUII 1999 tíðindablaðið Føroya Ellisakfør fyri tey ungu Spenning og ferð dámar teimum ungu væl. Men vandamikið er at spæla sær við bilum á alfaravegi, tí skipa limirnir i Føroya Ellisakfórum aftur í ár fyri go - cart koyring uppi JOHN JOHANNESSEN Føroya Ellisakfør er eitt ungt og virkið felag. Hóast navnið gevur eina ábending um, hvat limirnir í felagnum hava águga fyri gomlum ak- førum, merkir hetta ikki, at felagið ikki er fyri tey ungu. Føroya Ellisakfør hava nevniliga hugsað um tey ungu á Olavsøku. Felagið skipar nevniliga aftur í år fyri go cart koyring uppi á Oðinshædd í Havn. Fyrstu ferð felagið royndi seg við hesum tiltaki var á Olavsøku í fjør, og var go cart breytin væl vitjað Alla vikuna Go cart breytin letur upp i dag, og verður verandi opin alla vikuna, so góður møgu leiki skuldi verið at givið sær stundir at fáa adrena linið í kók á Oðinshædd á Olavsøku. Brynjålvur Jensen, ein av limunum i Føroya Ellisak- førum, sigur vid Sosialin, at hann tryggjar teimum vitj- andi spenning, um tey royna bilarnar á ólavsgku. Fyri- bilsbreytin á óðinshædd er nevniliga væl egnað til go cart koyring. Hon hevur nógv sving, ið ein kann royna síni kynstur í at koyra skjótt igjøgnum. Men hóast spenningin og avbjóðing- arnar, vissa limirnir i Før- oya Ellisakførum um, at trygdin er f håsæti. Go cart bilarnir eru bygdir til slika stuttleikakoyring, og tey í koyra, sita bæði í hjálmi og trygdarbelti. = Harafturat liggja gomul bildekk við síðuna av allari breytini, fyri at minka um stoytin, um onkur av førarunum skuldi mist tamarhaldið á bili sín- um. Aldursmarkið fyri at sleppa at koyra go cart um ólavsgkuna er 16 år og prisurin er 50 krónur. Eiga bilarnar Tå Føroya Ellisakfør å fyrsta sinni tók stig til at skipa fyri go cart koyring á 6lavsøku, varð avgerð tikin um at keypa teir átta bil- arnar, nýtast skuldu. Ætlan- in var nevniliga at skipa fyri slíkari koyring við jøvnum millumbilum - í hvussu so er á hvørjari Olavsøku, og tí helt felagið, at tað eins væl kundi ognað sær bilarnar sum at leiga teir. Fyrstu ferð go cart koyr- ingin varð roynd á óðins- hædd á ólavseku í fjør, var undirtøkan ógvuliga stór, og tað vænta fyrireikararnir eisini, at hon fer at verða í år. Men teir hava stórri ætla- nir, enn bert at nøkta koyri- rúsin hjá fólki á Olavsøku. Arbeitt verður nevniliga við at fáa eina koyribreyt nær- hendis vatnbrunnunum, fel- agið hevur fingið við gráa- stein. Felagið hevur nevni liga ætlanir um, at fáa gjørt eina kombineraða hálku og go cart breyt, um mynd- ugleikarnir loyva hesum. Eingin framsýning Føroya Ellisakfør hevur havt framsýning av gomlum bilum, myndum og ødrum á hvørjari Olavsøku, síðani felagið varð stovnað í 1992. Men í år hava limirnir í fel- agnum tikið stóðu til, at eingin framsýning verður í ár. Ætlanin er nevniliga at hava framsýningina á oðr- um hvørjum ári í staðin fyri á hverjum ári, sum siðvenja hevur verið. Hildið verður nevniliga, at framsýningin verður meira áhugaverð fyri tey vitjandi, um hon ikki er á skránni á hvørjum ári. Harafturat krevur ein slík framsýning nógv arbeiði. Bilarnir skulu jú gerast klár- ir, og hetta er ikki altíð bara sum at siga tað. Men sjálvt um eingin framsýning verður í ár, ber til at leita sær niðan á óðins- hædd og fáa adrenalinið í kók við einum góðum go cart túri. Næsta ár verður aftur høvi at síggja gomul, men vekur ellisakfør á framsýningini hjá Føroya Ellisakførum. á Óðinshædd i Havn á ólavsóku HOTEL FØROYAR UM OLAVSØKUNA | Olavsøkuaftan 8/7 kl. 16 Opið er soleiðis: 00-22 30 e Olavsøkudag 29/712 1400-22 Te ASA AAA 30| Matstovan "ATLANTIS" bjóðar: , Davsøkuaftan 29/7, Olavsekudag 29/7 la carte, kr. 195,- Tysd. 2 Á TT TR Key åludig bi ir + tnum dingnabide vore akt. kreldttus RT cyte lanhefnk í reyðkis bøje rum og stine ser KK 8 + manet. Joeerskimn »nsideyk: epiikien s3) bel. SØE SAR LD - s… í Á Á > OUR ør 7 eis ur Besa á rr Sk ta kit við spm dk. unser ct: «pg Bb þak tá du Ha Foss NN po Kr 40.- Opið er soleiðis Tysdgm 27/7 Kl D0-2230 Ohvsdnnftn 2/7 Kl 1200-1600 Ohvsdnhg 297 Kl 1200-1400 hurlakbad eisnu er lmatstomnu ynskir øllum eina góða Olavsøku! Kr 40,- sun við v alsnum (lbunpr vaksm) t Hsta lít al * Benundr 1) á eta øleyps TH 317600 JA3ýrirumn 08 SSO