mikudagur 28. juli 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 141 - 28. JULI 1999
tíðindablaðið
Á
Á Ólavsóku — fríggjadagin 30. juli kl.
15.00 — verður almennur fundur í
Norðurlandahúsinum, har greitt
verður frá ætlanini at smíða ein
føroyskan bát, ið er stórri, enn nakar
áður hevur sæð — ein teinæring.
Framtíðin er ótrygg hjá før-
oyskum bátasmíði. Tann
klassiski róðrarbáturin, ið
eisini kundi nýtast at sigla
við, broyttist seinast í 1920-
unum, tá ið teir fóru at seta
motorar í. Neyðugt var at
styrkja bátin og broyta snið-
ið. Eftir kríggið fóru teir at
smíða nógv stórri bátar enn
vanligt heyði verið, millum
annað í sambandi við Grøn-
landsútróðurin. Hóast bát-
arnir sum frá leið broyttust
sera nógv frá tí klassiska
róðrarbátinum, kundu vit
enn tala um eitt serføroyskt
bátasmíð.
Hesi seinastu 10 árini er
stødan = munandi broytt.
Glastrevjan hevur vunnið á
viðinum. Nú er tað rár hend-
ing at nýggjur føroyskur
bátur verður flotaður. Báta-
smiðirnir fækkast, og teir
ungu smiðir, ið kunnu smíða
ein vakran róðrarbát við tí
rætta sniðinum, kunnu telj-
ast á einari hond.
Róður - sigling
Í kappróðrinum, tjóðarítrótt
okkara, kundi tað forna
bátasmíðið funnið eina hill.
Men sum kunnugt hevur
kappróðurin alt fram eitt
serligt bátaslag, sum einans
hóskar til sítt brúk. Alt gott
at siga um kappróðrarbátin,
men hann hevur á ongan
hátt teir góðu eginleikar,
sum eyðkenna tann klass-
iska føroyska róðrarbátin —
hann kann einans nýtast á
deyðavatni i hampuliga
góðum líkindum.
Tey seinastu 20 árini hev-
ur áhugin verið vaksandi
fyri sigling við eldri før-
oyskum bátum. A hvørjum
ári verður fyrireikað kapp-
sigling á Skålafjørdinum og
Sundalagnum við tristum,
fýra- og seksmannaførum. I
Vågi hava teir gjørt eitt fyri-
myndarligt arbeidi vid at
umvæla gamlar grindabåtar,
hetta eru tiggjumannafør og
aðrir stórir bátar, og har
verður eisini skipað fyri
siglingarstevnum.
Felagsskapir
Til tess at vekja enn stórri
áhuga fyri okkara bátament-
an, serliga sigling, varð fel-
ag stovnað í Havn í 1995 við
tí endamáli at smíða ein
seksæring — tann størsta av
teimum gomlu bátastøddun-
um. Við hesum báti
»Greipi« — hevur felagið
gjørt mangar ferðir, m.a. til
Hetlands. Eitt annað felag á
Tvøroyri læt síðan ein líkn-
andi bát »Naddodd«
smíða, hann hevur siglt so
langt sum til Noregs og Is-
lands. Í Runavík varð eisini
felag stovnað, sum læt
smíða tíggjumannafarið
»Dvørgamoy«.
Felagið »Seglid« samein-
ir endamál og sjónarmið hjá
hesum trimum feløgum.
Felagið skipar fyri stevnum,
regattum, kappsigling,
skeiðum og fyrilestrum.
Endamálið við øllum hesum
felagsvirksemi er at vekja
nýggjan áhuga fyri tí før-
oyska bátinum, róðri og
sigling, sum má sigast at
hava stóran mentanarligan
týdning fyri tjóð okkara.
Teinæringur
Í felógunum og ímillum
manna yvirhøvur hevur hesi
seinnu árini verið prátað
dúgliga um møguleikan at
gera rættiligt hol í sjógvin
og í felag lata smíða ein
heilt stóran bát — ein tein-
æring (18 ella 20 rødi) til
árar og segl. Hendan báts-
stødd hevur ikki verið van-
lig í Føroyum, men søgnin
sigur, at í Mykinesi skuldu
teir hava teinæring, og myk-
inesmenn hava ávist stødid,
har teinæringsneystið stóð.
Tann køni bátasmiðurin
Hanus Jensen úr Skúgvoy,
sum í løtuni er ráðgevi í
bátasmíði á Museum Gross
Raden í Týsklandi, og áður
Naddoddur er ein av teimum tiltøkunum, sum hevur ment áhugan fyri fóroyskum bátasmíði. Nú eru stig tikin til at smíða ein
teinæring við átjan ella tjúgu árum
hevur starvast á víkinga-
skipasavninum í Roskilde í
Danmark, hevur leingi haft
teinæringin í huganum. Í
fyrstu syftu vil hann gera
eitt modell — ein borðabát
við 20 árum. Aðrir báta-
smiðir, eitt nú tann tiltikni
Símun Jóhan Wolles á Eiði,
taka undir við hesi ætlan.
Ein so stór verkætlan
kann fáa stóran týdning fyri
framtíðina hjá føroyskum
bátasmíði. Hon vil vera sera
sjónlig — hendan nýggja
båtastøddin vil vekja stóran
áhuga og opna fyri nýggjum
møguleikum, eitt nú verður
møguleikin fyri at gera
longri ferðir yvir hav mun-
andi stórri.
Báturin eigur at verða
smíðaður onkustaðni mið-
skeiðis í høvudsstadnum —
kanska á havnagkinum, í
opnum verkstaði, har al-
menningurin hevur møgu-
leika fyri at fylgja við í ar-
beiðnum. Hugsast kann, at
einir tveir bátasmiðir standa
fyri arbeiðnum, og at einir
tveir ungir menn, ið hava
hug at læra handverkið, eis-
ini kunnu taka lut. Í sam-
bandi við smíðið kann
smiðja setast upp, við alva
og stiðja, har bátaseymur og
r6durjørn verða smíðað. Ein
reipsláari hevur longu boð-
að frå, at hann vil gera oll
bond á staðnum.
Skipað eigur at verða fyri
skúlavitjanum í verkstaðn-
um. Á myndum og talvum
kann ungdómurin fáa vitan
um, hvussu alt eitur á báti.
Figging
Ein orsøk til, at gongd kem-
ur á hesa ætlan júst nú, er, at
útlendskir studulsgrunnar,
ið hava serligan áhuga fyri
www.sosialurin.fo
báta- og skipasøgu, hava
boðað frá áhuga sínum og
fyri ein stóran part beinleið-
is eggjað til, at farið verður
undir smíðið. Men øll, ið
áhuga hava, eiga at fáa
møguleika til at eiga sín lítla
ella stóra part í bátinum.
Ar 2000
Hendan verkætlan er av
slíkari stødd, at hon hóskar
til at verða táttur í hátíðar-
haldinum í sambandi við, at
vit fara inn í ár 2000. Farið
eigur at verða undir at smíða
eftir ársskiftið 2000, og bát-
urin kann hóskandi flotast á
Olavsøku hetta merkisár.
Fundur í
Norðurlandahúsinum
Øll, ið áhuga hava fyri at
frætta meira frá hesum til-
taki kanska sína
hugsan um tað, verða boðin
at koma á fund í Norður-
landahúsinum fríggjadagin
30. juli kl 15.00. A fund-
inum verdur nevnd og ar-
beidsnevnd vald
og siga
Við heilsan
Oli, Regin, Tróndur,
Bárður og Róðar
.. N
( |
HOTEL FOROYAR |
|
UM OLAVSØKUNA |
Opið er soleiðis:
Olavsøkuaftan 28/7 kl. 16.00-22.30 * Olavsøkudag 29/7 kl. 14.00-22.30
q " " SÅ
Matstovan "ATLANTIS" bjóðar: ; |
” Tysd. 27/7, Olavsøkuaftan 28/7, Olavsøkudag 29/7 von
A la carte, kr. 195,- J{ B
Forrættir: Kr. 40,- ; 14 —|
Rækjubland við salati, dippi og heimabakaðum breyði Opið er soleiðis
Aspargessuppa við asparges við heimabakaðum breyði Týsdagin 27/7
Hevuðsrættir: Kr. 145,- Olavsøkuaftan 28/7
Buff Bearnaise v/ salati, bakadum epli og Bearnaisesós Kl 12.00-16.00
Krýddaður búffur v/ smørdampadum grønmeti, krýddsmer Am
og bakadum epli Olavsøkudag 29/7 {
Lambasteik v/ reydkåli, brúnum eplum og sås av soðnum Kl. 12.00-14.00 … ææ
Oksasteik v/ grønmeti, glaseraðum smáleyki eplum og søs Ía —
HV søðmum -har kalt borð rr
Stoktur laksur vid spinatkremi, grenmeti og rísi eisini er 1 matstovuni
| |
Omaná: Kr. 40,- Børn undir 12 år eta ókeypis Í
Ísdessert á la Hotel Føroyar saman við vaksnum |
Sjokolåtumousse
3 rættir kr. 195,-
ynskir øllum
eina góða
Olavsøku!
(1 barn pr. vaksin)
Tif. 317500
Hotellið við útsyninum