Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juli 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 141 - 28. JULI 1999 tíðindablaðið | Ahugin at | rogva minkar Luttókutalið á ólavsóku er ikki so stórt, sum tað hevur verið í mong ár, og formaðurin í RSF heldur, at ókta fjarstóðan millum fóroyingin og sjógvin kann vera ein av orsókunum 52 bátsmanningar hava boð- að frá luttøku til síðsta FM kappróðurin, sum verður á Havnarvág seinnapartin í dag. Talið er ikki so lítið, um sammett verður við luttøk- una fyri einari fjórðings øld síðani, men tað er merkis- vert, at tað eru færri mann- ingar í 6lavsøkur6drinum, enn tað hava verið í fleiri av hinum róðrunum í ár. Tað kann vera, at onkur, sum ikki hevur verið við í kappróðrinum fyrr í summ- ar, hevði havt hugt at tikið lut í ólavsgkuróðrinum, men hetta ber ikki til. Regl- arnir siga, at fyri at taka lut í ólavsókuróðrinum skal bát- ur hava tikið lut í minst trimum av undanfarnu fimm FM róðrunum. Orsøkirnar Formaðurin í Róðrarsam- bandinum, Jóhannis Joen- sen, er eitt sindur illa við av, at áhugin fyri at taka lut í ólavsgkuróðrinum er so lít- il, sum tilmeldingin boðar frá, at hann er: — Tað er serliga luttøkan í kappingini millum dreingir- nar umborð á 5-mannafør- unum, sum órógvar. Tað er hagani at tilgongdin til stórri bátarnar skal koma, og tá vit sammeta við undanfarnu ár- ini, tá tað plagdu at vera upp í 15-20 dreingjamanningar á Olavsøku, so sigur luttøku- talið í ár okkum, at áhugin er ikki tann, sum hann hevur verið. Hvat heldur tú orsøkina vera til hesa gongdina? Tað er neyvan nøkur einstók frágreiðing men heldur fleiri lutir, sum spæla saman. Eitt er, at kappróður- in er í summarfrítíðini. Manningar, sum ikki hava serligar møguleikar at gera seg galdandi á 6lavsøku, hava kanska ilt við at taka seg saman at venja, og um onkur fer burtur, so er tor- ført at halda saman uppá fólkið. Og eitt annað er, at kappróðurin kappast við so nógvan annan ítrótt. Yngstu róðrarfólkini eru 14-15 ára gomul, og tá hava aðrar ítr- óttargreinar, t.d. fótbóltur og hondbóltur, longu havt tey ungu í fleiri ár. Hetta sigur Jóhannis Jo- ensen. Hann stúrir ikki fyri, at kappróðurin í Føroyum skal doyggja út, men hann ásannar, at samfelags- gongdin er ikki í parti við kappróðrinum: — Vit hoyrdu hetta kvøldid í útvarpinum, at eldri menn saknaðu børnini niðri í fjør- uni og á kaikantinum. Tað, sum hevur við sjógvin at gera, gerst alt meiri fremm- ant fyri uppvaksandi ættar- liðnum, og eg ivist ikki í, at hetta sæst aftur í áhuganum fyri kappróðrinum. Men um vit eru medvitandi um hetta, so mugu vit gera nakað við at halda tørn, bæði i RSF og úti í feløgunum. Hvat? — Vit skulu gera meiri fyri at skapa áhuga fyri kapp- róðri millum børn og tey ungu. Eg veit, at í summum bygdum hava lærarar roynt at kveikt áhugan, og tað hevur eydnast viðhvort, men ikki altíð. Sjógvurin og kappróðurin eru fremmand fyri teimum flestu børnun- um og ungu, og okkara upp- gáva er at syrgja fyri, at tey fáa møguleika at koma sjón- um og kappróðrinum nærri. jh FM vinnarar 1967-1998 17 Í 1973 varð farið undir FM kappróður í tí líki, sum vit kenna hann í dag, tvs. at vinnarabáturin á hvgrjari stevnuni fær sjey stig, næstfremsti báturin fimm stig osv. Niðanfyri hava vit sett eitt yvirlit, sum vísir hvgrjir bátar hava vunnið FM hesi árini, og so kann lesarin finna út av, hvussu tað hevur skorist hjá FM vinnaranum, tá hann hevur roynt seg á 6lavsøku. S-mannafer gentur 1973: Tjaldrið 1974: 1975: 1976: 1977: 1978: 1979: 1980: 1981: 1982: 1983: 1984: 1985: 1986: 1987: 1988: 1989: 1990: 1991 Sílið Svanur Sílið Firvaldur Firvaldur Firvaldur Sílið Sílið Sílið Bylgjan Blikur Sílið Blikur Hvassi Ørnin Firvaldur Qrnin : Ørnin 1992: 1993: 1994: 1995: 1996: 1997: 1998: Báran Báran Báran Sílið Sílið Ørnin Ørnin 6-mannafør kvinnur 1983 1984 1985 1986 1987 : Smyril : Gongurólvur : Gongurólvur : Páll Fangi : Páll Fangi 1988: Gongurólvur 1989: Páll Fangi 1990: Páll Fangi 1991 1992 1993 1994 1995 1996 1997 1998 : Jarnbardur : Jarnbardur : Jarnbardur : Gongurólvur : Gongurólvur : Hvessingur : Jarnbardur : Hvessingur S-mannafer dreingir 1973 1974: 1975: 1976: 1977: 1978: 1979: 1980: 1981: 1982: 1983: 1984: 1985: 1986: 1987: 1988: 1989: 1990: 1991: 1992: 1993: 1994: 1995: 1996: 1997: 1998: : Sílið Sílið Junkarin Junkarin Firvaldur Sílið Svanur Svanur Svanur Svanur Sílið Svanur Blikur Tjaldrid Kollur Blikur Blikur Kollur Tjaldrid Sílið Drekin Royndin Fríða Kollur Drekin Drekin Junkarin 6-mannafør menn 1975: 1976: 1977 1978: 1979 | 1980: SA Kollfirðingur Kollfirðingur : Kollfirðingur Hvessingur : Kollfirðingur Hvessingur 1981: Gongurólvur 1982: Gongurólvur 1983: Gongurólvur 1984: Gongurólvur 1985: Hósvíkingur 1986: Hósvíkingur 1987: Hósvíkingur 1988: Hvessingur 1989: Sølmundur 1990: Sølmundur 1991: Strálan 1992: Strálan 1993: Hvessingur 1994: Hvessingur 1995: Hvessingur 1996: Gongurólvur 1997: Hvessingur 1998: Snopprikkur 8-mannafer 1973: Gøtu Tróndur 1974: Ørvur 1975: Ørvur 1976: Oyndri 1977: Oyndri 1978: Kvivikingur 1979: Kvivikingur 1980: Kvivikingur 1981: Kvivikingur 1982: Oyndri 1983: Oyndri 1984: Ørvur 1985: Knørrur 1986: Ørvur 1987: Ørvur 1988: Miðvingur 1989: Knørrur 1990: Knørrur 1991: Argjabáturin 1992: Argjabáturin 1993: Miðvingur 1994: Argjabáturin 1995: Argjabáturin 1996: Kvívíkingur 1997: Argjabáturin 1998: Argjabáturin 10-mannafer 1973: Havnarbáturin 1974: Havnarbåturin 1975: Havnarbáturin 1976: Havnarbáturin 1977: Havnarbáturin 1978: Havnarbáturin 1979: Havnarbáturin 1980: Vágbingur 1981: Nólsoyingur 1982: Nólsoyingur 1983: Vestmenningur 1984: Vestmenningur 1985: Nólsoyingur 1986: Nólsoyingur 1987: Vestmenningur 1988: Nólsoyingur 989: Nólsoyingur 1990: Havnarbáturin 1991: Havnarbáturin 992: Skálabáturin 1993: Skálabáturin 994: Skálabáturin 1995: Vestmenningur 1996: Havnarbáturin 997: Vestmenningur 998: Eysturoyingur