Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. juli 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sú NR. 142 - 31. JULI 1999 AKI BERTHOLDSEN — Vit eiga at hjálpa nýggj- um vinnuvegum á veg, fyri at kunna hava meira enn eitt bein at standa á tá ið fiska- prísirnir og fiskurin fer at minka. — Tað má og skal verða eitt 9 at hava fremst i huga i 21. øld. Hetta be Jåkup Sverri Kass, løgtingsmadur, sum hesuferð heyði fingið tann heiður at sleppa at seta Olavsøkuna 1999 Í setanarrødu síni hesa vælsignaðu Olavsøkuaftan vísti hann á, at hetta er seimasta Olavsøkan í hesum ártúsund Ti mugu vit heldur gera okkara til at hetta verður tann besta Olavsøkan í hesi øldini, legði hann afturat Má upplivast Jákup Sverri Kass segði, at Olavsøkan er teir báðir dag arnar har havnarfólk eins og bygdafólk koma saman at heiðra Olav Halga, sum boðaði Sigmundi kristin- dómin í 999. - Men Olavsøkan er meira enn tað farna, - hetta er dagarnir har vit fara ein gongutúr í byin at hitta skil- fólk, vinir og kenningar, sum vit ikki síggja í ger- andisdegnum. — Tað, at fólk úr øllum landinum koma saman her í Havn at halda Olavsøku, ger at Olavsøkan er nakað serligt fyri okkum øll, sum búðleikast her á oyggjun- um. — Stemningurin kann ikki greinast ella lýsast - hann má upplivast segði Jákup Sverri Kass. Hann segði, at tað var onki veður, sum kundi forða fólki í at koma saman í miðbynum í Havn at seta Olavsøkuna og hann helt, at tað var væl, at vit høvdu klárað at hildið hendan sið- in øll hesi árini. — Tað at koma til Havnar; er ikki bara nakað, sum hendir. — Tað eru vit øll, hvor ein- stakur av okkum, sum er við til at gera Olavsøkuna til tað hon í dag er. — Eisini er stuttligt at síggja at ferðafólk ofta leggja leiðina soleiðis, at teY fáa Olavsøkuna við - eisini tey eru eitt kærkomið ískoyti til Olavsøkuna. Ein ótrúlig menning Nú ólavsgkan verður sett, stendur ein hópur av ítrótt- arfólki á Tinghusvøllinum. — Tað er heilt ótrúligt hvussu nógv umstødurnar hjá ítrottarfólkum her á landi eru batnaðar seinastu árini. — Frá at hava bert tað all- arneyðugasta, hava føroysk ítróttarfólk í dag, nógv betur møguleikar og umstødur at íðka síni ítriv enn tey høvdu fyri bara 30 árum síðani. — Hetta hevur gjørt, at ítr- ótturin hevur havt høvi til at menna seg og úrslitini tey síggja vit eru har eftir. — Fótbóltur er farin av grúsi á gras - hondbóltur farin av asfalti í innandura- hallir, svimjingin farin frá at verða uttandurða til inn- andurðar, - Ítróttar- og fim- Vit stevna tíðindablaðið inn í næstu old —Vit mugu í næstu old stremba eftir at gerast meira sjálvbjargin fyri at vísa okkum sjálvum og umheiminum, at vit eru uppgávuna vaksin, segði ungir løgtings- maðurin, Jákup Sverri Kass, tá ið hann setti ólavsókuna seinna- partin mikudagin leikahallirnar hava eisini slóðað fyri nýggjum ítrótt- argreinum, so sum - bad- minton, flogbólti, fimleiki og øðrum ítrótti, sum húsast innandura. — Alt hetta hevur ført við sær at føroyingar í dag kunnu kappast á altjóða stødi á jøvnum føti við aðrar tjóðir. Kappróðurin hin sami Jákup Sverri Kass helt, at ødrvisi er við kappróðrin- um. — Hann líkist í dag nógv tí hann gjørdi fyri 30 - 40 - 50 árum síðani - kanska er hann blivin meira skipaður og seriøsur, men bátarnir í dag eru ikki nógv broyttir tey seinastu nógvu árini. — Og tað er at fegnast um at vit hava varðveitt hendan ítrótt í sama líki. — Kappróður er okkara tjóðarítrótt - tað er eisini hann sum setur sín dám á flestu stevnu! — Tað er nakað serligt at spáka sær ein túr oman á kajuna og hyggja eftir, hvussu tað gongst hjá teimum nærmastu ella hjá vinfólki á Ólavsgkuróðrin- um. — Ja, og um man ongan kennir av teimum, sum rógva, ella ikki hevur áhuga fyri kappróðri, so fær man tíðina at ganga við at tosa við fólk og hugna sær. Men løgtingsmaðurin helt, at hóast ítrótturin hevur ment seg ómetaliga nógv hesi seinastu mongu árini - so mugu vit ikki gevast her --Vit mugu øll somul standa saman um at føra ítr- óttin enn meira fram í kom- andi old. Kann ikki gerast upp í pengum Nú nevndi Jákup Sverri Kass mest ítrótt. Men hann segði, at vit máttu heldur ikki gloyma anna felagsarbeiði, eitt nú skótargrsluna, og annað fel- agsarbeiði sum hevur ein ómetaligan stóran tydning fyri trivnaði hjá hverjum barni og vaksnum. — Alt tað sjålvbodna ar- vussu okkara fiskivinna hevur fingið við góðum treysti — Vit eiga í dag nógv gott fólk, sum væl og virðiliga kann føra hesa stoltu tjóð til nýggjar hæddir. Tað er ein frøi at síggja mM fótafestið aftur eftir kreppuna fyrst í nítiárunum, segði Jákup Sverri Kass, løg- tingsmaður, tá ið hann í dýrdarveðrinum seinnapartin mikudagin setti ólavsókuna 7 beidi, sum lagt verður í slíkt felagsarbeiði kann ikki ger- ast upp í pengum - fólk gera tað av áhuga og av felags- kenslu - og soleiðis eigur tað eisini at verða. Við góðum treysti Løgtingsmadurin vísti á, at í dag eru føroyingar ein framkomin fiskivinnuti6d, og hann helt, at vit stevna inn i næstu øld vid treysti Vit eiga í d 12 nogv gott ólk. sum ví ) góðum inn føra hesa stoltu tjóð til nýggjar hæddir Tad er ein frøi at s ar“ Takka eri lug skapi. din ur tað vdnas kk Y t fing10 fiski og t ið Fór iftur meiri skuldi til Ti hann segði. at vit eiga eisini at hjálpa nýggjum vinnuvegum á veg til tess at kunna hava meira enn eitt bein at standa á tá ið fiskaprísirnir og fiskurin fer at minka. — Tað má og skal verða eitt mál at hava fremst í huga í 21.øld. segði hann. Hann helt, at tíðin er komin har vit føroyingar eiga at stremba meira eftir at gerast meira sjónligir í altjóða samanhangi og hetta klára vit best um vit standa saman sum eitt fólk og ein tjóð. Vit mugu í næstu old stremba eftir at gerast meira sjálvbjargin - til tess at vísa okkum sjálvum og um- heiminum, at vit eru upp- gávuna vaksin Ein partur av okkara Framhald á síðu 9 Heit og góð skúlaklæðir Stórt úrval av heitum og góðum skúlaklæðum Tel 3| 76 61 o F E