Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. juli 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 142 - 31. JULI 1999 Framhald av síðu 7 arvi Jákup Sverri Kass segði, at tað er eingin ivi um at Olav- søkan er partur av okkara mentan - okkara arvi. — Olavsøkan er ein tjóðar- hátíð, sum eingin onnur. — Fólk fáa høvi at fara til framsýningar - leikir - ríð- ing - kirkju og samkomu tiltók - føroyskan dans - enskan dans - útboðini tróta ikki her á Olavsøku. — Tað, at fara til tílík tiltøk á Olavsøku er alt nakað, sum vit ikki fáa høvi til aðr- ar dagar íav árinum. Í veruleikanum er hetta at seta sær tveir dagar av til at gera nakað av tí, sum vit ikki fáa høvi til aðrar dagar. Hann segði, at í hansara hugaheimi er ólavsgkan ein partur av føroyskari mentan Men tað, hann sjálvur setti í samband við føroyska mentan er nakað av tí, sum hann føldi, gjørdi hann til ein føroying. — Mentan er fyri meg: - søgan - málið - kristindóm- urin- siðirnir - sagnirnar - Olavsøkan - nátturan - grind, spik, ræst kjøt - fjall- gonga - seyðurin - útróður - fiskiskapur osfr. — Mentan fyri meg er nakað av tí sum hevur havt árin á meg ímeðan eg eri vaksin upp og við tað at eg havi - sum so mong onnur havnarfólk foreldur ella skyldfólk av bygd, so havi eg tikið nógv at bygda- mentalitetinum til mín. — Eg havi hoyggja, gingið fjøllini, flett, 0.s.fr. — Tað hevur bert havt eina positiva virkan á meg - man lærir at virðismeta náttúru okkara - siðir okkara og arv okkara. Ungdómurin lættari at taka til sín Hann minti á, at tað verður ofta sagt, at tey ungu í dag eru ikki, sum tey vóru fyrr — Tað er kanska rætt. Ungdómurin hevur altíð havt lættari at taka til sín enn tey íð eldri eru. — Í dag hava vit parabol- ina, vit hava MTV - Euro- sport - TV1000, vit hava internótina og annað sum hugtekur ungdóm okkara, sum ongantíð fyrr - hetta eru hentleikar, sum vit sjálvandi eiga at taka til okkum og brúka til okkara fyrimun - vit mugu og kunnu ikki steðga fram- burðinum; — Higartil hevur tað ikki víst seg at hava verið tann stóri trupulleikin hjá okkum at skilja ímillum og halda árinini frá útlondunum eitt sindur burtur og ikki blanda tað saman við mentan okk- ara. Men hann ivadist ikki í, at altjóðagerin av okkara samfelag fer at vaksa í næstu øld — Men vit føroyingar eiga ongantíð at missa okkum sjálvi burtur í tí stóra sam- anhanginum. Tann fyrsta Olavsøkan í næstu eld Jákup Sverri Kass minti eisini á, at næsta ár verður fyrsta Olavsøkan í 21.øld og eisini fyrsta Olavsøkan í næsta ártúsindtalinum. — Tað eru túsund ár síðani Sigmundur Brestisson boð- aði teimum 18 oyggjunum í Norðuratlantshavinum kristindómin. — Tað er Olavi Kongi vit heiðra á Olavsøku - hóast vit hetta ikki altíð liggur fremst í huganum hjá hvørj- um 6lavsøkugesti. Kristin í 1000 ár Løgtingsmadurin segði, at næsta ár verður hátíðarhild- ið, at Føroyar hava verið kristnar f 1000 år. tíðindablaðið 5052. IT — Vón min er at før- ovingar framhaldandi fara at nyta Olav- søkuna - tjóðarhátíð okkara til at koma saman -øll tjóðin - at hugna okkum og leggja gerandisdagin til síðis, segði Jákup Sverri Kass í setanar- rødu síni. Tað var eitt øgiligt fólk í miðbýn- um tá ið ólavsókan varð sett í dýrdarveðri. Mynd: J. Kr. Vang — Vón mín er, at hesin sami, hovligi kristindóm- urin framvegis fer at búgva í føroyinginum í komandi øldum. — Vón mín er at hesin sið- arvur framvegis fer at hava gróðrarlíkindi í landi okk- ara - landinum har pláss er fyri hvørjum einstøkum borgara sama trúgv - status ella liti. — Vit føroyingar eru kendir fyri at koma hvørjum øðrum við - at viðra hvønn annan og duga at hugna sær saman. — Tað er júst hetta vit gera á Olavsøku. — Føroyingar hava altíð havt stóran alsk fyri at líta aftur um bak til til farnar tíðir. — Men latum okkum nú eisini duga at nýta hendan alsk til at byggja upp nakað nýtt. Heimssamfelagið broytist frá degi til dags, og neyðugt er at fylgja við. — So lat okkum nú fara víðari við at lata tað gamla liggja til grundarlag fyri tí nýggja. Vón min er at før- oyingar framhaldandi fara at nýta Olavsøkuna - tjóð- arhátíð okkara til at koma saman -øll tjóðin - at hugna okkum og leggja gerand- isdagin til síðis, segði Jákup Sverri Kass. Nýggj floga..... „..Við Heina Lutzen SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax 314955 E-mail: tryarin(dpost.olivant.fo SRin Vinarliga send mær: =. — eintøk av Heina Lutzen, Brotin, á kr. 159.- Navn: Bust.: Utfyll lepan, klipp hann út og send hann til: 3-arin, Postboks 1057, 110 Tórshavn Við Flogfelagnum á fiskarimessu í Íslandi ICELANDIC FISHERIES EXHIBITION 1999 1 - 4. sep. Smárinn, Kópavogur, Ísland Fráferð: 31.aug. Vágar - Reykjavík 03. sept. Reykjaví - Vágar Innivist: Hotel Lind ella Hotel City Einkultrúm kr.5.800,- Dupultrúm kr. 4.900,- fyri hvonn og Oljumessu í Skotlandi OFFSHORE EUROPE 1999 OIL & GAS EXHIBITION 8 CONFERENCE 7 - 10. Sep. Aberdeen Skotland Fráferð: 06. set. Vágar - Aberdeen 10. sep. Aberdeen - Vágar Gist verður á Aberdeen University Bussur koyrir hvonn dag til og frá - kr. 8.100,- NY FLOGFELAG FØROYA Tel. + 298 311 025 - Fax +298 318 670 E-mail: travelQff.fo - www.fffo Flogvøllurin: Tel. +298 332 755 - Fax +298 332 280 E-mail: airportæff.fo - www.fffo Innivist: