týsdagur 3. august 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 143 - 03. AUGUST 1999
tíðindablaðið
Strandferðslan ger tað heilt ógjórligt :
Farmagjald til
Suðuroynna er
hækkað 150 %
Prísurin at flyta salt úr Havnini til Suðuroynna
er hækkaður so nógv, at tað nú er heilt ómóguligt
at arbeiða saltfisk í Suðuroynni
AKI BERTHOLDSEN
Tað er nógv fyri, at Strand
ferðslan skal ganga á odda
at knasa útjaðaran í Føroy
um.
Strandferðslan hevur enn
einaferð fingið suðuroying-
ar upp á kók.
Men nú er tað ikki ferða-
ætlanin, sum suðuroyingar
eru misnøgdir við.
Hesuferð eru tað farma-
gjøldini.
Og tad, sum vinnulivs-
menn i Suduroynni eru sera
misnøgdir vid, er, at
Strandferðslan hevur hækk-
að flutningskostnaðin á salti
so nógv, at tað nú verður
6møguligt at arbeiða salt-
fisk í Suðuroynni.
Prísurin at flyta salt úr
Havnini til Suðuroynni hev-
ur nevniliga gjørt eitt ordi-
ligt skarvslop.
Tað hevur kostað 140
krónur fyri tonsið at flyta
salt úr Havnini til Suður-
oynna, sigur Strandferðslan.
Men nú er prísurin farin
upp í 350 krónur fyri tonsið.
Tað er ein hækking upp á
150%.
Tað eru fleiri virki i Suð-
uroynni, sum arbeiða salt-
fisk, og tey siga, at tey eru
deydadømd við eini so stór-
ari príshækking.
— Nú verður tað so dýrt at
arbeiða saltfisk í Suður-
oynni, at vit hava heilt ein-
falt ongan møguleika at
halda fram, siga virkiseig-
arar í Suðuroynni, tí nú er
6møguligt at standa seg í
kappingini við onnur virki
í Føroyum.
Hevnisøka
Umframt at tad altid hevur
verið sera dýrt at flyta salt
úr Havnini til Suðuroynna,
er tað nú bara til Suður-
oynna, at flutningskostnað-
—
i 1
Tel +298 31 95 40
Fax +298 31 75 41
Alt innan prentlutir
Maif“ jakzacGpost olivant.fo
urin nú er uppfarin.
Tí tað kostar framvegis
170 krónur fyri tonsið at
flyta salt vestur í Vágar,
suður í Sandoynna og til
Klaksvíkar, og tað kostar
enn, sum áður, 120 krónur
fyri tonsið at flyta salt úr
Havn inn í Eysturoynna.
Virkisleiðarar í Suður-
oynni ivast ikki í, at Strand-
ferðslan ger hetta í berari
hevnisøku afturfyri at fleiri
virki í Suðuroynni 2-3 ferðir
hava tikið seg saman og
fingið ein annan bát at føra
teimum salt suður, tí tað var
nógv bíligari.
Tann rætti prísurin
Heini á Borg á farmadeild
ini hjá Strandferðsluni sig-
ur, at 350 krónur fyri tonsið
er tann rætti prísurin.
- Hann sigur, at Strand-
ferðslan hevur havt eina av-
talu við teir, sum arbeiða
saltfisk í Suðuroynni, um at
flyta teimum salti suður.
— Eftir avtaluni kundu vit
føra saltið suður fyri 140
krónur fyri tonsið, sum er
serprísur. Men tá skuldi
minsta nøgdin verða 18
tons.
— Men nú teir hava fingið
aðrar bátar at føra salti suð-
ur, meta vit tað sum at teir
vilja vera leysir av hesi av-
taluini og at hon tí er burt-
urdottin. Tí halda vit ikki,
at tað er nakað sum helst
løgid í, at vit seta prísin har,
sum hann eigur at verða, tvs
350 kr. fyri tonsið.
— Teir hava sjálvir valt eitt
annað flutningsfelag. Og vit
kunnu ikki varðveita ser-
prísin, tá ið ætlanin bara er
at brúka okkum av og á, tá
ið teir eru í knípu.
— Men teir eru altíð væl-
komnir aftur, sigur Heini á
Borg.
Les meiri á síðu 5 og 7
Nú fara øll saltfiskavirkini í Suðuroynni at steðga, tí tað er blivid so dyrt at flyta
salt við Strandferðsluni
Súkklukappingin
Statoil
- kring Føroyar
Til allar etapurnar bjóðar Statoil Toast, tee,
kaffi o.a. til luttakarar.
iHoppiborgti børnini Toast, tee,
1 troy
loktuotaetdlottskerøråskodarar, og HOPPIBORG og anna"
Bláa førara-
| Okkurt verður eisini til áskoðarar, og HOPPIBORG og annað
spennandi til børnini
fylgið við súkklukappingini á www.tsf.fo
Tíðarætlan
Mikudagur 04. august
Prolouge. Klaksvík (uml. 5 km
Mál við Statoil-stoðina
Byrjar kl. 18.15 - Endar uml. kl. 19.00
Hósdagur 05. august
1. Etapa. Norðskáli - Leirvík
Saltangará (uml. 100 km.)
Mál við Statoil-stoðina í Saltangará
Byrjar kl. 16.00 - Endar umi. kl. 20.30
Fríggjadagur 06. august
2. Etapa. Sandur
(Einkultstartur) runt Sandsvatn (uml. 30 km
Mál við Statoil-stoðina
Byrjar kl. 17.00 - Endar uml. 18.45
Leygardagur 07. august
3. Etapa. Drelnes - Sumba - Vágur (uml. 56 km.)
Mál við Statoil-stoðina í Vági
Byrjar kl. 12.00 - Endar uml. 14.30
Sunnudagur 08. august
4. Etapa. Tjørnuvik - Vestmanna
Tórshavn (uml. 110 km
Mál við Statoil-stoðina í Gundadal
Byrjar kl. 14.00 - Endar umi. 18.15
Eftir hvorja etapu fær vinnarin blómur, og
nr. 1,2 og 3 fáa "Statoil Kring Foroyar
T-Shirt
Samlaði vinnarin fær ferðasteyp
Kring Føroyar