mikudagur 4. august 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 144 - 4. AUGUST 1999
tíðindablaðið 5052. 17
Fótbóltur:
Skaðin stavar frá
ólavsókuferðini í
Føroyum, men
landsliðsmál-
verjin vónar, at
hann verður
klárur til lands-
dystin móti
Íslandi
Mest skakandi fótbóltssog
an sunnudagin mundi vera,
at føroyski landsliðsmál
verjin, Jákup Mikkelsen.
varð skaddur og noyddist
miðskeiðis í 2. hálvleiki at
taka seg úr stríðnum, tá fel-
agið hjá honum, Herfølge,
var í Aarhus, har teir spældu
Í-1. Tað var mjødnin, sum
plágaði, og sambært Jákupi
Mikkelsen, so er talan um
ein skaða, sum hann fekk,
tå Herfølge var á Olavsøku
Sum vera man so var
Jåkup Mikkelsen fegin um
at koma til Føroyar at spæla,
og hann var eisini stoltur at
visa lidfeløgunum fødiland-
ið i fagrasta skrúði.
Flogfarið fleyg norðan-
fyri og inn yvir Klaksvík,
Skålafjørdin og høvuds-
staðin, áðrenn tað setti seg
á flogvøllinum í Vágum, og
Herfølge hópurin fór bein-
leiðis av Oyragjógv og und-
ir Vestmannabjørgini.
Onkrir hvitnadu eitt sind-
ur frammani, tí tað rundaði
eitt lítið sindur í sjónum,
men tá teir komu til Havnar,
fóru allir spælararnir á Tórs-
vøll at venja, og tá var tað,
e-mail: emil sosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
at Jákup var óheppin:
— I Herfølge plaga teir at
siga, at eg verði skaddur
hverja ferð eg fari til Føroya
at spæla við landsliðnum.
Hesa ferð vóru teir allir við,
men tað hjálpti ikki uppá
tað, sum teir plaga at siga.
Olavsøkuaftan vandu vit á
Térsvølli, eg spældi úti, og
tá kendi eg, at okkurt dragn-
aði í mjødnini. Tá vit
spældu móti HB var eg sera
ivasamur og hitaði leingi
upp, men hetta batnaði, tá
vit komu aftur til Danmark-
ar, og tá vit spældu móti
AaB var alt í lagi. Men í
Aarhus gjørdi skaðin um
seg aftur, tað bar mær als
ikki til at spæla í 2. hálv-
leiki, og eg bað um at verða
útskiftur. Tann, sum kom í
málið, er ein gamal mál-
verji, sum nú hevur spælt í
old boys, men hann hevur
vant í eina tíð, tí eykamál-
verjin hjá okkum hevur ver-
ið skaddur.
Jákup Mikkelsen fekk
mánadagin at vita, at hann
hevur ein bløding i lær-
krikanum. Hann skal hava
Jákup Mikkelsen saman við venjaranum hjá sær, John Faxe Jensen, eftir dystin á ólavssku. Nú argar skaði frá Feroyaferðini Jákup
viðgerð alla hesa vikuna, og
ivasamt er um hann kann
spæla næsta vikuskiftid.
— Men eg våni og rokni
vid, at hetta skjótt kemur
aftur í rættlag. Vit skulu í *
vikuskiftinum spæla á
heimavelli móti OB, og tá
skal eg helst spæla við,
sigur Jákup Mikkelsen, sum
harvið roknar við, at hann
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
(Mynd: Alvur Haraldsen)
verður tøkur, tá Allan Sim-
onsen í komandi viku fer at
taka spælararnar út, sum 18.
august skulu spæla móti
Íslandi á Torsvølli.
jh
Søgan endurtekur seg
Fótbóltur: U-16 dreingirnir hildu
leingi tørn móti norðmonnum, men tá
teir mistu ein mann megnaðu teir ikki
at halda høvdid kalt í nógva hitanum
Tey seinnu árini hava tað
verið tekin í sól og mána
um, at U-16 landsliðið í
styrki hevur otað seg eitt vet
nærri hinum norðurlendsku
tjóðunum. Tvísifraðu tapini
hava verið nógv færri, og
onkuntíð hevur tað eydnast
at fáa mál, sjålvt um årtøkan
úr møguleikunum ikki hev-
ur verið nakað at reypa av.
Í hesi vikuni eru U-16
dreingirnir í Onglandi, og í
fyrradagin spældu teir móti
Noregi. Fyrra umfarið gekk
javnt á, Jón Rói Jacobsen
hevði møguleika at leggja
Føroyar á odda, men hann
var ikki nóg avgjørdur, og
fýra minuttir undan hvíldini
(teir spæla tvær ferðir 40
minuttir) sektaði Noreg, at
útsparkið frá føroyska mål-
verjanum kom beint til ein
m6tstødumann, sum gjørdi
skjótt av, spældi i høgru, og
miðverjan hjá okkara
monnum var um ein háls.
Fróði Jóanesarson var
púra leysur tíðliga í 2. hálv-
leiki, men royndin var ikki
nóg góð, og eftir 58 minuttir
stóð 2-0. Seks minuttir
seinni uppstóð stødan, sum
í síðsta enda mundi telja
nógv í 5-0 tapinum. Dóm-
arin bríkslaði fyri brots-
sparki og gav vongverja-
num í høgru, Atla Daniel-
sen, reyða kortið, tí hann
skuldi hava brúkt armin at
bjarga við. Stødan líktist
nógv henni, tá Jan Dam
varð vistur av velli móti
Malta. I føroysku leguni
mettu teir, at Atli hevði
spælt bóltin við økslini,
men tað metti dómarin ikki.
Tíggju móti ellivu og í
28-30 hitastigum gjørdist
tað strevið, og síðstu løtuna
fóru tvey mál afturat igjøg-
num.
Mattias Davidsen venjari
er sjálvandi ikki nøgdur við
úrslitið, men hann rósar
spælarunum fyri góðan
hugburð. Hjalgrím Elttør og
Símun Joensen høvdu sen-
tralu leiklutirnar á midvøll-
inum, og teir arbeiddu sum
hestar. Tá Atli varð útvístur,
fór Jón Rói aftur í verjuna,
Fróði á midvøllin, og so var
Hjalgrím einsamallur í
álopinum.
Føroyska liðið: Poul Næs
Joensen, B36 - Atli Daniel-
sen, KÍ, Vagnur Mohr Mort-
ensen, HB, Kristian á Lakj-
uni, KÍ, Elfinn Ørvarodd,
FS Vágar (Aki L. Hansen,
NSÍ, 52.)- Jann Ingi Peter-
sen, B68 (John Andersen,
NSI73.), Hjalgrím Elttør,
KI, Símun Joensen, liðfor-
maður, KÍ, Arnhold Berg,
Skáli - Jón Rói Jacobsen,
HB, Fróði Jóanesarson, NSÍ
(Gilli Haraldsen, Hjørring,
65.)
Á beinkinum uttan at
verða skiftir inn: Rani D.
Christiansen, HB, Sámal J.
Samuelsen, EB/Streymur,
Sólbjórn Olsen, B36 og
Dánjal Pauli Danielsen,
Farum.
Í hinum dystinum mána-
dagin vann Finnland 3-1
móti Danmark. Føroyar og
Danmark skuldu spæla
seinnapartin í gjár, og í
morgin verður Finnland
m6tstødulidid. Í dag fara
dreingirnir at vitja Old
Trafford i Manchester.
jh