hósdagur 5. august 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á aðstjóri:
Marknaðardeild: Dagfinn Olsen | Myndamenn: | Postadr: Postsmoga 76,
Jan Miller | Jonhard Hammer | John Johannessen | Jens Kristian Vang | 110 Térshavn
| Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson Alvur Haraldsen - | Telefon: 311820
Blaðstjóri: | Eyðun Klakkstein Útgevari, uppseting: | Telefax. 314720 —
Eiríkur Lindenskov | Blaðfólk: Høgni Mohr Sp/f Sosialurin | e-mail: post &sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo | Áki Bertholdsen, | ítróttarskrivari: Bústaður: Ø | , Á
Turið Kjølbro Emil L. Jacobsen Argjavegur 26, Argir Prent: Dimmalætting
p — te
Sambandsflokkurin
hamskiftur - ella...
Oddagrein
Týsdagin boðaði Sambandsflokkurin frå,
at hann nú kemur við sínum uppskoti um,
hvussu framtíðarviðurskiftini millum Før-
oyar og Danmark skulu skipast. Flokkurin
fer at mæla til týðandi broytingar í heima-
stýrislógini. Kortini minna tankarnir rættu-
liga nógv um sjónarmið Javnaðarfloksins
V. 0. 0. hevur Sambandsflokkurin gjørt
eitt skarvslop. Frá at hava tvíhildið um
heimastýrislógina er flokkurin nú sinnaður
at gera eina nýggja lóg, sum hevur ein
lista við málum, sum skulu kunna yvir-
takast. Tað sama sum Javnaðarflokkurin
hevur mælt til. Harafturat skal skrásetast
í grundlógini, at tað vald, foroyingar hava
tikið yvir, kann ikki takast aftur. Eisini
tankar, Javnaðarflokkurin hevur nevnt.
Tað sama ger seg galdandi oðrum okjum,
so munurin tykist ikki so stórur.
Tað kann ikki sigast annað, enn at Sam-
bandsflokkurin av álvara hevur stungið í
egnan barm: - álvaratos, er tað ikki nakað
um tað, at tað eru alt ov nógvir ógreiðir
spurningar í viðurskkiftunum millum Dan-
mark og Føroyar, og eiga foroyingar ikki
at taka storri ábyrgd á seg. Men flokkurin
eigur eisini at spyrja seg sjálvan, um hann
ikki átti at havt umhugsað sína stoðu fyrr.
Hevði hann gjørt tað, høvdu vit ikki fingið
ta øsing, sum vit fingu undan síðsta vali,
og sum endaði í fullveldislandsstýrinum.
Einaferð enn skal minnast á, at formaðurin
í Sambandsflokkinum hevur hevuðsá-
byrgdina av tí stoðu, vit eru í. Sum Óli
Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður,
so greitt skar út í papp, tá landsstýris-
skeiðið hjá Edmundi og Ola fór i søguna.
Hevði Sambandsflokkurin ikki lagt veto
ímóti uppskoti Javnaðarfloksins um at
seta eina stjórnmálanevnd at viðgera oll
viðurskifti í spurninginum millum Danmark
og Feroyar og koma við tilmæli um eina
nýggja skipan, høvdu vit sloppið undan ti
polarisering, sum tók seg upp.
Sambandsflokkurin segði kortanei. Hann
segði seg ikki duga at síggja nakran skeiv-
leika við heimastýrislógini. Bjørn á Heyg-
um fór so vítt sum at spyrja, at kundi nakar
vísa á veikleikar í heimastýrislógini, so
skuldi flokkurin viðgera teir. Seinri hevur
hann funnist at Edmundi Joensen og sagt,
at hevði hann gingið við til at endurskoða
heimastýrislógina, hevði nógv verið oðr-
vísi - bæði í Sambandsflokkinum og landi-
num!!!
Ja, tað kostar at vera treiskur í politikki,
man onkur helst ásanna í dag...
Sosialurin
Tíðliga í morgun (týs-
morgunin), meðan sólin
enn spakuliga reis eystur
í havið henda so fagra
summarmorgun fór Heri
Berg. leiðandi yvirlækni
á sálardeild landssjúkra-
húsins um sýnina burtur
úr hesi verð
Heri var einabarn,
sonur teirra Jåkup og
Sigrid Berg. Meðan
mamman doyði í góðum
árum, gjørdist pápin
elligamal og var síni
seinastu ár at vera hjá
Hera og Rigmor. Pápin
var lærari og til tað sein-
asta sera virkin at
granska, skriva og geva
út sidsøguligt lestrartil-
far.
Heri vaks upp í Øra-
vík, har pápin var lærari.
Seinni fluttu tey til Vágs,
men annars var Heri
nógv at vera hjá ættar-
fólki í Hovi. Eg haldi, at
hann mest av øllum
kendi seg sum hóvbing.
Heri giftist við Rigmor
Bech úr Vági og eiga tey
børnini Anniku og Kára
umframt nú eisini abba-
og ommubørn.
Heri var familjukærur
persónur og frøddist
hóast lítillátin m.a. um,
at tey øll í húsinum vóru
so frammalaga í somu
ítróttargrein og gjøgnum
árini vunnu nógv heið-
ursmerki til húsið.
Sjálvur var Heri ikki
tað nógva til fjals og
fjøru, men hevdi so
mong onnur týðandi
áhugamál. Ti frøddist
hann og var ikki sørt
errin av, at abbasonurin
Jåkup i so måta t6k seg
væl upp, sum hann vaks
til, fór á fjall og í grind
og var so nógv í Hovi
ímillum ættarfólk har.
Heri tók læknaprógv
miðskeiðis í sekstiáru-
num og var eitt skifti
kommunulækni í heim-
bygdini Vági, men fekk
skjótt hug til at serút-
búgva seg í sálarsjúku-
fróði, sum skuldi vísa
seg at vera eitt fakliga
sæð gott val, so kringur
og arbeiðssamur hann
gjørdist á ti økinum.
Fyrst var hann eina tíð
hjálparlækni hjá Árna
Minningarorð
um Hera Berg,
yvirlækna
føddur 15.1.1935,
deyður 3.8.1999
Olsen á tí tá nystovnada
psykiatrisku deild, og
eftir nøkur ár i Danmark
at taka neyðugu serút-
búgvingina kom hann
heimaftur seinnapartin í
sjeytiårunum hesa ferð
sum yvirlækni saman við
Arna Olsen.
Hesi seinnu árini, síð-
ant Arni Olsen fór frá við
eftirløn, hevur Heri Berg
mest sum burturav havt
ta tungu ábyrgdina sum
administrerandi yvir-
lækni umframt sjålvt
læknaarbeiðið, sum bara
er vaksið og vaksið.
Hetta var stødan, tá vit
fyri snøgt fimm mánað-
um síðani varnaðust
hann sjúkan mitt í hans-
ara gerandisarbeiði, og
longu seinni sama dag
sýndu kanningar, at hann
var feigur.
Heri hevur væl studdur
av konu og børnum í
tolni og spaklyndi borið
hesa óvæntaðu og brád-
ligu vanlagnu og ta sváru
sjúkraleguna, til hann í
morgun stillisliga sovn-
aði burtur.
A psykiatrisku deild er
stórur saknur, nú Heri
ikki er meira. Hann var
fakliga ótrúliga dugnalig-
ur, arbeiðssamur og sam-
vitskufullur - og tað
kanska ov mikið av tí
góða. Sjálvur segði hann
seg sjálvironiskur vera
putlutan persón, men við
slíkum samvitskusemi
saman við alsamt vaks-
andi og tyngjandi og -
tykir tað mær - mangan
hopleysum fyri ikki at
siga ábyrgdarleysum
åløgdum leiðslubyrðum,
so skal av sonnum sterk
heilsa til at megna
arbeiðssetningin so væl
og samvitskufult, sum
Heri royndi, treytaleyst
líðin mótvegis fyrisiting
og í síðsta enda politiskt
settum virkistreytum.
Sjúklingar hildu nógv
av Hera sum sálarlækna,
og tað gav at bíta, sum
tað alsamt legðist meira
og meira til at hjålpsøkj-
andi sjúklingum á tí øki,
sum hann burturav tók
sær av.
Eisini sum starvsfelagi
og stjórnandi yvirlækni
heyði hann stóra virðing.
Hann kendi stóra ábyrgd
av og var góður við sítt
starvsfólk, og tók tað
honum sera fast seinnu
mongu árini, tá tað hevur
sansað at á heilsugki-
num.
Hann spílaði seg út og
lat seg eftir øllum at
dóma spila í so nógv út
av ómenniskjansligum
arbeiðsbyrðum, men
kortini var hann altíð hin
sami sinniligi, umhugsni
og spaki maðurin við
hond um deildarinnar
styrisvøl.
Tað var eisini hansara
tunga ábyrgd at seta at
medarbeiðarum, um so
gjørdist neyðugt, men
mær er sagt, at hann í so
máta var rættvístur og
ikki minst mildur í síni
medferð.
Persónliga kennist Heri
mær bart út ómissiligur.
Vit hava altíð verið ser-
liga góðir báðir hvor við
annan og kendist tað
nattúrligt at hava tætt
samstarv, nú vit báðir
starvsliga vóru elstir eftir
av tí gomlu garduni,
aftan á at Arni Olsen var
farin frá.
Heri kendi stóra á-
byrgd og umsorgan fyri
mær, ikki minst fakliga
og lívgaði meg regluliga
við tí nógva, sum hann
eisini tók sær stundir at
halda seg fakliga ajour
við.
Sum leiðandi yvirlækni
heyði Heri onga formliga
skyldu at rådføra seg við
ella kunna psykologin
um alt tað, sum hann í
starvi sínum tókst við,
men kortini var ikki dag-
ur frá Gudi, uttan at hann
tók sær stundir at støkka
inn á gólvið við onkrum,
sum lá honum á sinni
ella bert at sýna psyko-
loginum tann sóma at
kunna hann, ella taka
hann við upp á ráð.
Og so vítt eg nú aftaná
minnist, hevur ongantíð
verið øvugt orð okkara
millum hesi mongu virk-
isår saman, og tað sigur
ikki so lítið um hansara
tolsemi.
Umframt alt var Heri
Berg ein skemtari av
juds náði, soleiðis at
skilja at hann í sínum
spakføri dugdi so 6-
metaliga væl at síggja tað
hóast alt stuttliga í dags-
ins trupulleikum og tað á
ein slíkan hátt, at skemt-
ið ongantíð kendist niðr-
andi fyri triðja persón.
Heri Berg var á mang-
an hátt psykiatrisku deild
og føroyskari psykiatri
eitt virdiligt umbod eins
væl innan - sum uttan-
deilda, hóast hann óstolt-
ur helt ein lágan profil og
ikki krámaði sær framat í
fjølmidlunum. Innan-
deilda var hann ein fram-
úr veitslurødari og dans-
aði sum ein eingil.
Heri Berg verður nógv
saknaður av okkum øll-
um á psykiatrisku deild,
bæði medarbeiðarum,
sjúklingum og avvarð-
andi, men persónliga
verður saknurin mein-
astur hjá konu, bórnum
og aðrari familju, sum
hava gingið gjøgnum
hesa sváru tíð við Hera.
Í djúpastu samkenslu
við hansara nærmastu
drýpa vit høvur í størstu
virðing og lýsa frið yvir
Hera Berg, yvirlækna.
Hann stríddi vissuliga
hitt góða stríðið.
Tórshavn, tann 3. aug.
1999
Eyðun Joensen,
Psykologur Heilsu-
verksins