hósdagur 5. august 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tær flestu fáa men
summar skulu gjalda
Hetta yvirlitið vísir. hvussu nógv kommun-
urnar antin fáa goldið úr landskassanum,
ella skulu gjalda, nú barnaansingin verður
løgd út til kommunurnar. Har minus stendur
vid merkir tad, at kommunurnar fåa pening.
ar kommuna -124.015
Eiðis kommuna -531.373
Elduvíkar kommuna -111.576
Fåmjins kommuna -165.544
Fuglafjardar kommuna 599 326 |
+ +
Fugloyar kommuna -60.953 |
+
Funnings kommuna -136.265 |
- — —Á
Gjáar kommuna -94.455 |
1 } |
|
Gotu kommuna | -733.308 |
+ 4
Haldórsvíkar kommuna | -202.073 |
+
Hests kommuna | -56.982
|
Hosvikar kommuna T 110.438
ht i |
vs kommuna | -171.586
— +
Husavikar kommuna | -220.867
L.
Í diar Kommuna -1.000.307
— = —
Hvalvikar kommun -176.005
-518.082
| 481.743
Klaksvikar kommuna -3.595.892
Kollafjarðar kommuna | -184.695
Kunoyar kommuna | -184 819
Kvívíkar kommuna | 94.880
Leirvíkar kommuna | -585.046
Midvågs kommuna i: -1.008.704
+
Mikladals kommuna -92.469
Y ni
Mykinesar kommuna | -35.580 |
ål j
Nes kommuna -691.604 |
Nólsoyar kommuna -267.855 |
i
Oyndafjarðar kommuna -163.532 |
|
Porkeris kommuna -396.624 |
1
Runavikar kommuna -1.208.785 |
| +
7
Saksunar kommuna | -28.640
} —
|Sandavágs kommuna | -751.688
—
Sands kommuna | 463.656
fr.
|Sjøvar kommuna T -763.736
|Skála kommuna | -825.851
|Skålavikar kommuna | -242.755 |
j 4
Skopunar kommuna | -567.807
-- +
Skúvoyar kommuna | -78.368 |
L Så ÅR 4
|Sumbiar kommuna -550.648
rr +
(Sunda kommuna | 110.043
| SE
|Svinoyar kommuna | -72.776
|Sørvågs kommuna | -734.688
Tórhavnar kommuna | 11.809.385 |
a} 4
Tvøroyrar kommuna -140.529 |
Vágs kommuna -1.307.078 |
j
Vestmanna kommuna -749.263 |
Viðareiðis kommuna -312.202
j
Tilsamans | -7.179.862 |
tíðindablaðið 5052 V77N
NR. 145 - 5. AUGUST 1999
Eykarokning til
borgarar i Havn
uppå 15-20
—Men Klaksvikar Kommuna fær 3,6 milliønir i kassan
z »
— Tær kommunur, sum hava stóran tørv á barnaansing, verða revsaðar, men tær, sum
ongan tørv hava, fåa pening i kassan. Hetta er avleidingin av ætlanini hjå Landsstyrinumm,
á barnaansingarøkinum, sigur kristian Magnussen, løgtingsmadur
Aki BERTHOLDSEN
—Næsta år fåa havnar borg-
arar eina eyka rokning uppå
15-20 milliónir
—Hinvegin fær Klaksvik-
ar Kommuna næstan 3,6
milliónir i kassan.
Hetta verdur avleidingin
av, at Landsstýrið nú fer at
leggja barnaansingina út til
kommunurnar at umsita.
Nú løgmansrødan var til
viðgerðar í tinginum, vísti
Kristian Magnussen, løg-
tingsmaður á sína stóru mis-
nøgd við ætlanina hjá lands-
stýrinum at leggja barna-
ansingina út til kommun-
urnar at umsita.
Og tað er nógv, sum hann
er misnøgdur við í ætlanini.
— Hann segði, at hjá Tórs-
havnar Kommunu, har tørv-
urin á barnaansing er nógv
størstur, fer ætlanin hjá
Landsstýrinum at føra eina
eykaútreiðslu uppá 15-20
milliónir við sær.
Hinvegin fær t.d. Klaks-
víkar Kommuna, sum hevur
raðfest barnaansingina ógv-
uliga aftarliga, næstan 3,6
milliónir eyka í kommunu-
kassan.
Kristian Magnussen sig-
ur, at í yvirlitinum yvirav
er roknað við 1998 tølum.
— Men hædd er ikki tikin
fyri tí, sum er gjørt í ár. m.a.
nýggjur barnagarður inni á
Gøtu, býlingshús eru bygt
út o.s.fr.
--So tá ið avtornar, er tal-
ið, sum Havnar borgarar
skulu gjalda, væl hægri enn
tær 11 milliónirnar, sum
stendur í yvirlitinum.
Taka ikki hædd fyri
tervin
Kristian Magnussen sigur,
at hann er sera misnøgdur
við, at Landsstýrið ikki hev-
ur tikid hædd fyri tørvinum
á barnaansing.
Tað, sum hann sipar til,
er, at í Havnini standa
kanska eini 400 børn á bíði-
lista til at fáa ansingarpláss.
— Hinvegin fáa kommun-
ur, sum ongan tørv hava á
barnaansing, pening út-
goldnan.
Hann sipar m.a. til ymsar
smábygdir ú útoyggj, har
onki fólk í burdarførum
aldri býr.
— Sostatt kann staðfestast
at Landsstýrið hevur ikki
tikið hædd fyri tørvinum á
ansingarplássum, tá ið
roknistykkið er gjørt út.
— Avleidingin er, at tær
kommununur, sum hava
stóran tørv á barnaansing,
verða revsaðar, men tær,
sum ongan tørv hava, fáa
fáa virdisløn.
Hongur ikki saman
Kristian Magnussen heldur,
savnsmynd
at hesin mátin at leggja
barnaansingina út til komm-
unurnar er í andsøgn til
figgjarpolitikkin hjå lands-
styrinum annars.
Landsstýrið hevur sett
sær sum mál at útreiðslurnar
á fíggjarlógini skulu íkki
hækka.
--Men samstundis, sum
Landsstýrið ikki vil gera sín
egna rakstur dýrari, himpr-
ast tað ikki við at leggja
stórar eyka byrðar á komm-
unurnar.
— Og fyri skattaborgarin
er tað tað samlaða skatta-
og avgjaldstrýstið, sum er
avgerandi.
Kristian Magnussen sig-
ur, at hann er eisini ógvuliga
misnøgdur við, at tað ikki
verður gjørd ein útreiðslu-
neutral skipan.
Tváa sær um hendur-
nar
Annars er Kristian Magn-
ussen ikki fyri, at barna-
ansingin verður løgd út til
kommunurnar.
--Verður barnaansingin
løgd út er stórur vandi fyri,
at tilboðini kring landið
verða misjøvn, tvs, at tað
verður stórur munur á dygd-
ini í ansingini í teimum
ymsu kommununum.
— Tá ið landstýrið leggur
målsøkid út til kommunur-
nar, verður tað neyðugt at
áseta reglar um minstamark
fyri øllum møguligum, eitt
nú starvsfólkatali, bygning-
um o.g. fyri at tryggja at
stóði verður rímiligt og
einsháttað sum gjørligt í
teimum ymsu kommunun-
um.
--Sostatt fer hetta at krevja
eitt sera stórt og umfatandi
eftirlit av kommununum
fyri at tryggja, at ansingin
verður tí stødi, sum ásett
verður.
Kristian Magnussen held-
ur tí, at barnaansingin fram-
yvir eigur at verða ein
barnaansing.
Og hann heldur í øllum
fórum, at tað er skeivt at
pilka barnaansingina burt-
urúr øllum sosialmålum og
leggja hana út til komm-
unurnar.
Hann sigur, at eftir hans-
ara tykki er tað einasta
endamálið hjá landsstýrin-
um at sleppa sær undan eini
ábyrgd.
— So kann landsstýrið alt-
íð tváa sær um hendurnar
og vísa á, at nú eru tað
kommunurnar, sum hava á-
byrgdina.
Er hetta ikki eitt mál, sum
kommunurnar sjálvar hava
vilja fingið at umsita?
— Tað veit eg ikki. Tað er
í øllum fórum ein spurn-
ingur hvussu djúpt komm-
unurnar hava hugsað um
avleiðingarnar, sum fara at
standast av hesum.
Kristian Magnussen vísir
m.a. á, at kommunurnar
vóru bidnar um at skriva
landsstýrinum eina frá-
greiðing um teir trupul-
leikar, tær høvdu av barna-
ansingini, men at tær ong-
antíð høvdu svarað.
Hann ávarar eisini ímóti
teirri fatan, at hetta fer at
gera barnaansingina bílig-
ari.
— Tað er at kasta torvmold
í eyguni á fólki, tí barna-
ansingin verður ikki bílig-
ari.
— Eini 80% av útreiðsl-
unum til barnaansing eru
lønir, so har er onki at spara-
uttan so, at starvsfólkatalið
verður skert.
— Men tað er hansara vón,
at landsstýrið ferð at seta
avgjørd minstukrøv fyri,
hvussu barnaansingin skal
skipast, m.a. um starvs-
fólkatal, fyri at varðveita
eitt forsvarligt, pedagogiskt
stødi.
Hann fylist eisini å, at
málið verður skundað
ígjógnum, uttan at neyðugar
fyrireikingar eru gjørdar.
-M.a. er onki frammi
um, hvussu landsstýrið
hugsar sær, at innihaldið í
barnaansingini skal verða.
— Fyribils tykist tað sum
um hetta bara er gjørt til ein
fíggjarligan spurning og tað
må ávarast ímóti, sigur løg-
tingsmaðurin.
Annars sigur hann, at eftir
hansara tykki er barnaans-
ingin ikki nøkur útreiðsla,
tí sum sagt eru 80% av
rakstrarútreiðslunum eru
lønir, sum skattur og av-
gjøld verða goldin av.
Og foreldrini at børnun-
um í ansingini sleppa til ar-
beiðis og betala eisini skatt.
Í blaðnum í morgin hava
vit meiri um barnaansing-
ina