fríggjadagur 6. august 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
rr
de DR
NR. 146 - 7. AUGUST 1999
tidindabladid
Endurgjaldskrav
kann koma uppá tal
— Fer føroyska kanningin at
staðfesta, at danir hava havt
fíggjarligan fyrimun av NATO-
stóðini í Fóroyum, kann eitt
endurgjaldskrav koma uppá
tal, heldur Jóannes Eidesgaard
Formaður Javnaðarfloksins,
Jóannes Eidesgaard, sigur, at tað er
álvarsamt um týðandi danskir
politikarar hava dult sannleikan fyri
fórovingum í hernaðarmálinum
Annar av føroysku fólka-
tingslimunum, Jóannes Eid-
esgaard, heldur, at verður
tað í nýggju føroysku kann-
ingini staðfest, at danir hava
havt fíggjarligar fyrimunir
av NATO-stødini í Føroy-
um, so kann eitt endur-
gjaldskrav koma upp á tað.
Tað verður sjálvandi
landsstýri, sum skal taka
avgerð um tað, men tað er
sannlíkt, at vit kunnu brúka
kanningina í eini samráð-
ingarstødu við danir, sigur
hann.
Eg eri ikki kløkkur av
upplýsingunum um, at danir
skulu verða slopnir bíligari
í NATO-høpi, ti NATO-stød
hevur verid i Føroyum. Tad
hava vit leingi havt illgruna
um.
Hetta hevur fyrrverandi
danski uttanríkisráðharrin,
Uffe Elleman Jensen eisini
ført fram alment.
Jóannes Eidesgaard sigur
seg hava ilt við at gera við-
merkingar til upplýsingar
nar, sum TV2 er komið við,
tí tað er bert ein partur av
frágreiðingini, sum fer at
koma seinni.
Álvarsamt mál
Parturin, sum TV2 hevur
fingið hendur á, helst frá
donskum søgufrødingini,
sum hevur verið við í kann-
ingararbeiðnum. Tann part-
urin av kanningin er einar
70 síður, meðan tann størri
parturin, sum verður gjørd-
ur i Føroyum, ikki er komin
fram.
Men tad er négv sum
talar fyri, at vit eiga at taka
hetta mål upp vid danir. Tað
er ålvarsamt, um týðandi
danskir politikkarar hava
fjalt upplysingar fyri før
oyingum, sigur hann
- Tað var rættiliga eyð-
kent fyri tíðina fyri 40 árum
síðani, at upplýsingar vóru
'7 so nógv sterk
ari og meira opið. enn tað
hevur verið
r
eldinum
Danski forsætisrådharrin
hevði ivaleyst vænta eina
bleyta lending, nú hann er
komin á almenna vitjan í
Føroyum.
Men so skuldi ikki verða.
Nú tað heita bankamálið
er kólnað, fer ein kanning
av kalda krígnum kanska at
skapa næstu kreppuna í
ríkisfelagsskapinum.
Meðan Poul Nyrup Ras-
mussen og kona hansara,
Lone Dybkjær, pakkaðu
kuffertini á Frederiksberg
mikukvøldid, kundi danska
sjónvarpsrásin TV2 avdúka
partar av kanningini, sum
føroyskir = søgufrødingar
hava gjørt i skjalasøvnum í
USA.
Dult upplysingar
Sambært TV2 fer føroyska
kanningin at staðfesta, at
danir hava dult týðandi upp-
lýsingar fyri føroyingum í
sambandi við sokallaðu
NATO-stødina í Mjørka-
dali, sum í roynd og veru
var ein amerikansk hern-
aðarstoð.
Tá Nyrup var álopin av
donskum og føroyskum
journalistum å flogvøllinum
i Vågum i gjår, vildi hann
ongar viðmerkingar gera til
nýggjastu upplýsingarnar
um NATO-stødina.
Nyrup verður verandi her
Poul Nyrup Rasmussen lendi mitt í eldinum, tá hann í gjár kom á almenna vitjn í Fóroyum, samstundis sum avdúkað
var, at danskir politikarar hava dult sannleikan fyri fóroyingum í hernaðarmálinum
í landinum til týsdagin, og
næstu dagarnar kann hann
vænta sær nógvar spurning-
ar um NATO-málið, so
møguliga fer seinni at ber
til, at fáa onkra viðmerking
frá danska forsætisráðharr-
anum
ek
Mynd: Jens Kristian Vang