hósdagur 13. januar 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 8 - 13. januar 2005
Zacharias Nielsen,
sum er ein av pendl-
arunum úr Vágunum
til Havnar við egnum
bili, er fegin um árs-
haldið í Vágatunlin-
um. Hann letur væl at
tí, men samstundis
heldur hann, at tað
bert er til gagns fyri
ein lítlan bólk av
brúkarunum
VÁGATUNNILIN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Fyri meg persónliga er
árshaldið ein stórur fyri-
munur, tí tá tú koyrir við
egnum bili hvønn dag, eru
nógvir pengar at spara,
sigur Zacharias Nielsen úr
Sandavági, sum til dagligt
arbeiðir sum forritari á
Formula fo.
Eisini gleðir hann seg til
at kunna fara onkrar stutt-
leikatúrar av oynni við
familjuni uttan at hugsa
um, at nú hevur hann nýtt
enn eitt klipp av kubbanum
í einari og somu viku.
Ein annar fyrimunur,
sum er við árshaldinum, er
í teimum húsarhaldunum,
har fleiri bilførarar eru um
sama bil. So alt í alt heldur
Zacharias, at árshaldið
kemur væl við, men harm-
ast um, at tað bert er til
gagns fyri ein lítlan bólk av
føstu pendlarunum, sum
hvønn dag koyra av oynni
til arbeiðis.
Zacharias vísir á, at tað
eru nøkur, sum koyra sam-
an. Eitt dømi er, har tað eru
trý, sum koyra saman, og so
skiftast tey um at koyra
eina viku í senn við teirra
bilum.
– Tað er eysæð, at tað
ikki er nakar fyrimunur fyri
tey at tekna árshald, tí so
koma trý at gjalda 1.000
krónur um mánaðin, hóast
tey bert nýta teirra egna bil
triðju hvørja viku, vísir
hann á.
Eisini heldur hann tað
vera óheppið, at haldið er
bindandi fyri eitt ár í senn.
Hann spyr, hvat hendir, um
ein, sum arbeiðir í Havn
brádliga missir starvið,
verður sjúkur ella annað og
ikki longur hevur brúk fyri
at koyra til av oynni hvønn
dag.
– Tá hevur viðkomandi
bundið seg til at gjalda
1.000 krónur um mánaðin í
eitt ár, hóast tørvurin á at
koyra so nógv, er burtur,
sigur hann.
Sparir nógvar pengar
Zacharias greiðir frá, at við
40 túra kubbanum vóru
hansara
ferðaútreiðlsur
umleið 20.000 krónur netto
um árið. Við nýggja árs-
haldinum,
sum
kostar
12.000 krónur, kann hann
sostatt spara 8.000 krónur,
og tað heldur hann er frá-
líkt.
Við nýggja árshaldinum
er Vágatunnilin farin bein-
leiðis í kapping við buss-
leiðina. Tí tað ber nú til at
koyra fyri 1.000 krónur um
mánaðin við egnum bili
óavmarkað, meðan tey, sum
dagliga nýta bussin, gjalda
1.050 ella 1.200 krónur fyri
busskortið. Umframt at tey
ikki hava tað sama frælsið,
sum eins egni bilur gevur.
– Hetta ger, at Vágatunn-
ilin fær togað fleiri pendl-
arar úr bussinum í teirra
egna bil, og tað kunnu tey
jú bara vinna við, sigur
hann.
Gott hugskot
Zacharias er ein av pendl-
arunum, sum er í pendlara-
bólkinum, sum hevur ar-
beitt fyri at fáa prísin fyri at
koyra gjøgnum tunnilin
niður.
Hann greiðir frá, at tá
Vágatunnilin av fyrstan tíð
almannakunngjørdi prísir-
nar, var tað beinanvegin
greitt, at tað fór at vera sera
dýrt fyri tey, ið arbeiða av
oynni hvønn dag.
– Tí settu vit okkum sam-
an í ein bólk til tess at royna
at ávirka prísin, tí hóast vit
ikki eru so mong, sum
pendla, so er tað okkum, ið
høgu prísirnir hava rakt
harðast, sigur hann.
Men tað var ikki so lætt
hjá teimum at koma í
samband við Vágatunnilin,
so pendlarabólkurin fekk
eitt umboð í Vágabólkin,
har vinnulívið í Vágunum,
teir fólkavaldu politikarar-
nir og felagskommunan í
Vágunum eru umboðað.
Zacharias veit ikki um
tað er teirra ávirkan, sum
hevur gjørt, at árshaldið nú
er veruleiki, men hann sig-
ur, at tey hava havt eitt
líknandi uppskot frammi.
– Hvussu er og ikki, so er
hugskotið við árshaldinum
sera gott, men sum sagt er
tað óheppið, at tað skal
vera galdandi í eitt ár í
senn, endurtekur hann og
heldur fram, at tað so má
vera
ein
ella
annar
klausulur, sum sigur, at um
ein arbeiðari av einari ella
aðrari orsøk missir sítt
starv, so kann haldið sigast
upp.
– Vit koyra jú ikki til
stuttleika. Hetta er okkara
livibreyð, so tað er jú
burtur í vón og viti, at ein
skal halda fram at rinda fast
gjald fyri nýtslu í tunlinum
hvønn dag, um ein ikki
longur hevur eitt arbeiði at
fara til, slær hann fast.
Vælnøgdur
Forritarin á Formula fo úr
Sandavági leggur tó dent á,
at hóast hann ger vart við
nakrar meinbogar í skipan-
ini hjá Vágatunlinum, so er
hann vælnøgdur við, at tað
nú ber til at ferðast fyri
1.000 krónur um mánaðin.
Hann heldur tað er dei-
ligt, at tú nú veitst, hvussu
nógv tú skalt gjalda hvønn
mánað, og tískil ber tað til
at leggja hesa útreiðsluna
inn sum fasta útreiðslu í
húsarhaldsbudgettinum.
– Tað er sum við olju, el
og øðrum. Og tí kann
hendan útreiðslan nú gerast
ein náttúrligur partur av
húsarhaldsútreiðslunum hjá
teimum húskjunum, har
annar ella bæði ikki arbeiða
í Vágoynni, sigur Zacharias
Nielsen og leggur afturat, at
man eisini má minnast til,
at pendlingin gongur báðar
vegir.
Tað eru ikki bara Vága-
fólk, sum fara av oynni til
arbeiðis. Tað eru eisini
mong, sum koma til oynna
at arbeiða á til dømis Flog-
vøllinum.
Sam royndist
betur
Fyrrapartin mikudagin
var heilt nógvur vindur
í Klaksvík. Dúgvan
sigldi teir fyrstu túrar-
nar, men tá hon fór úr
Klaksvík
klokkan
8.45, sást hon koma
siglandi inn aftur eftir
vánni bara um hálvan
tíma seinni. Skiparin
gjørdi av at venda aftur
til Klaksvíkar, tí ikki
var siglandi við Dúgv-
uni í nógva vindinum.
Sam røkti tó sína
skyldu og sigldi eftir
ferðaætlanini til Leir-
víkar. Sambært heim-
asíðuni hjá Norð-lýs-
inum mikumorgunin
tók Sam bæði bilar og
ferðafólk.
- sae –
Mynd:
Sam
í
Klaksvík
Ársins leiðara-
dagur 2005
Tann 27. januar skipar
felagið Synergi fyri
einari ráðstevnu undir
heitinum Ársins leið-
aradagur 2005 á Hotel
Føroyum.
Undirtøkan fyri ráð-
stevnuni er sera góð.
Freistin at tekna seg er
úti tann 17. januar,
men longu nú hava úti
við 90 fólk teknað seg.
Hetta eru tær báðar
Ása
og
Annika
Andreassen í felagnum
Synergi
sera
væl
nøgdar við. Tey sum
hava teknað seg, eru
leiðarar og stjórar,
bæði innan tað privata
og almenna.
Annars er ætlanin
hjá Synergi at fáa
luttakararnar at velja
ársins leiðara. Hetta
verður gjørt við, at tey
sum hava teknað seg,
fáa ein teldupost, har
tey verða biðin um at
nominera ein til tríggj-
ar leiðarar til heiðurin
Ársins leiðari 2005.
Stutt áðrenn tey koma
á ráðstevnuna, fara vit
at biðja luttakarnar um
at velja millum fimm
innkomin uppskot. Á
hendan hátt verður Ár-
sins leiðari 2005 vald-
ur millum leiðarar.
Skráin fyri ráðstevn-
uni sæst á
www.synergi.fo
- sae -
Zacharias Nielsen:
Pendlarar við egnum bili
spara mest
Zacharias Nielsen úr
Sandavági koyrir hvønn
dag millum Sandavág og
Havnina. Hann arbeiðir
hjá Formula fo. Hann
fegnast um nýggja
árshaldið hjá
Vágatunlinum, men
samstundis harmast hann
um, at tað bert kemur
einum lítil bólki av
pendlarunum til gagns
Mynd: Jens K. Vang