hósdagur 13. januar 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 13. januar 2005
3
P/F Hotel Hafnia
Tel 31 32 33 · Fax 31 52 50
hafnia@hafnia.fo
Takk fyri
Við hesum fara vit
at takka hjartaliga
fyri tær mongu heilsaninar
sum vit fingu móttøkudagin,
ein serstøk tøkk til tykkara
sum gleddu okkum
við at støkka á gólv.
Johan, M.C. & Martin
Fam. Justinussen
Birna & Ása
H. C. Andersen í Klaksvík
Klaksvíkar býráð,
sum er vinarbýur við
føðibýin hjá H. C.
Andersen - Odense,
hevur saman við
Atlantis og skúlunum
fingið fatur á "H. C.
Andersen Paraduni".
Tey framføra ævin-
týrleikir eftir H. C.
Andersen
TÍÐINDASKRIV
Klaksvíkar kommuna
Í døgunum 3. til 6. februar
kemur H. C. Andersen
Paraden til Føroyar. Klaks-
vík og Odense eru í vinar-
býarsamstarvi, og tað ger
uttan iva sítt til, at tað júst
er H. C Andersen paradan,
sum kemur hendanvegin
um tríggjar vikur.
Tey kunnu bert koma til
Føroyar hesar dagarnar, tí
alt komandi ár eru tey upp-
tikin av framførslum víða
um. Ætlanin er, at tey fram-
føra í skúlunum í Klaksvík,
har skipað verður fyri ser-
ligum H. C. Andersen døg-
um. Eisini verða tey at
síggja í Atlantis, SMS og
møguliga í Norðurlanda-
húsinum.
Í 2005 eru 200 ár liðin
síðani H. C. Andersen varð
borin í heim. Nógv verður
gjørt burtur úr - serliga í
Danmark/Odense,
men
eisini úti í heimi. Ætlanin
er eisini at gera nakað burt-
ur úr herheima.
H. C. Andersen Paradan
er ungdóms teaturbólkur,
sum er víða gitin, og hevur
havt framførslur í millum
annað
Kina,
Hollandi,
Belgu, Týsklandi og Ong-
landi, umframt í Danmark.
Tey framføra á enskum,
týskum og donskum máli.
Íklødd serliga prýðiligar
búnar, sum hoyra ævintýr-
unum til, hava tey sermerkt
seg við gjøgnumførdari skrá
og hegnisligari samanseting
úr flestu ævintýrunum eftir
H. C. Andersen. Tónleikurin
gevur eisini framførsluni
góðan ævintýrdám.
Við í "H. C. Andersen
Paraduni" eru 15 ungdómar
og høvuðspersónurin "H.
C. Andersen" - alias Torben
Iversen, sum fortelur og er
bindiliðið
millum
teir
ymisku leikirnar.
Talan er um eitt tiltak,
har øll familjan kann seta
sær ein stóran kross í ál-
manakkan, fyri ikki at
gloyma at minnast til eitt
ógloymandi kvøld.
í sambandi við at tað í ár eru 200 ár liðin síðani HC Andersen varð borin í heim, hevur Klaksvíkar kommuna saman við
skúlunum og Atlantis fingið HC Andersen paraduni úr Odense at koma til Føroyar í døgunum 3. til 6. februar