hósdagur 13. januar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 8 - 13. januar 2005
Neyðugt er við einum flogvølli aftrat
Suðuroyggin í sori
Spurningurin um at
fáa ein annan fløgvøll
í Føroyum er aftur
vorðin aktuellur.
Hesaferð er Føroya
Arbeiðsgevarafelag
komið á vøllinum við
sínum hugsanum um
hetta málið. Og fyri
tey er neyvan hugs-
andi, at vøllurin í
Vágum verður nøkt-
andi fyri flogferðsl-
una í framtíðini
FLOGVØLLUR
Snorri Brend
– Tað er eingin ivi um, at
regulariteturin í dag verður
ikki nóg góður um nøkur
ár, sigur felagið. Hetta er tí
at meta sum ein stór forð-
ing fyri menningina í sam-
felagnum, sigur Føroya Ar-
beiðsgevarafelag á heima-
síðu sínari.
Spurningurin er so nær
ein alternativur vøllur skal
byggjast, og ikki minst hvar
hann skal verða. Tað besta
fyri Føroyar er uttan iva, at
hann verður lagdur soleið-
is, at har er væl flúgvandi,
tá illa ber til í Vágum. -
Kjakið um framtíðar flog-
vallarviðurskiftini er ikki
bara ein lokalur spurningur
í Vágum, sigur felagið.
Hetta er fyrst og fremst ein
spurnignur fyri alt landið
um, hvussu vit fáa skipa
okkara framtíðar samband
til umheimin á tryggasta og
skilabesta hátt.
Broytingar í
framtíðini
Og tað eru nógvar broyting-
ar, ið skulu fara fram innan
loftferðsluna í framtíðini.
Tað sigst, at løgmaður
skjótt skal skriva undir eina
avtalu um at leingja flog-
vøllin í Vágum, heilt upp í
1650 metrar, vilja tíðindi
verða við.
Tað ljóðar eisini, at
Vinnumálastýrið er farið
undir at kanna, um Føroyar
kunnu gerast partur av
fræslu loftferðsluni í Eur-
opa. Harvið kunnu vit
sleppa konsessiónspolitikk-
inum og almennu reguler-
ingini av loftferðsluni.
Og í triðja lagi hevur
Vinnumálaráðharrin boðað
frá, at hann metti Atalntic
Airways verða millum tey
fyrstu feløgini, sum skuldu
einskiljast. Í fyrsta umfari
kortini ikki meiri enn 49%.
Onki var sagt um nakað
seinni umfar.
– Hetta eru trý álvarsmál,
sum tilsamans hava sera
stóran týdning fyri sam-
band okkara við umheimin
frameftir. Men vit sakna at
hoyra hvørjar politiskar
hugsanir liggja aftanfyri.
Vit sóknast eisini eftir, hvat
landsstýrið og løgtingið
vilja við loftferðsluni og
sambandinum við umheim-
inum nú og í framtíðini. Tí
sjálvandi eiga trý stórmál
sum hesi at verða viðgjørd í
ljósinum av tí loftferðslu-
politikki Føroyar hava,
sigur Arbeiðsgevarafelagið.
sb.
Tann vantandi orkan
og viljin hjá sitandi
samgongu at føra
vinnupolitikk er ein
orsøk til, at Suðuro-
yggin í dag liggur í
sori vinnuliga. 380
menniskju í ALS um-
framt øll tey langtíð-
ararbeiðsleysu, sum
fyri langari tíð síðani
eru dottin úr arbeiðs-
loysisskipanini og
kanska inn undir
almannastovuna
Heidi Petersen,
løgtingskvinna
Hvør spyr eftir hesum
menniskjum í dag? Familj-
ur, kvinnur, menn og børn í
øllum aldri, sum onki
tilverugrundarlag hava havt
í langa tíð? Hvussu sær
gerandisdagurin hjá hesum
menniskjum út? Hvat hava
tey at fara upp til hvønn
morgun? Hvussu halda tey
dagin gangandi? Hvat mót
hava tey upp á tilveruna?
Hvørja lívsdygd eiga tey?
Hvussu ávirkar hetta børn-
ini, og hvørji langtíðarárin
hevur hetta á tey og tilveru
teirra? Í størri samanhangi
kann eisini verða spurt,
hvørji langtíðarárin henda
kreppa hevur á alt sam-
felagið í Suðuroynni og á
Føroyar annars?
Hvat skal til, so hesar
familjur aftur kunnu fóta
sær? Hetta umfatar bæði
vinnupolitisk átøk, men
eisini - og ikki minst - sosi-
al/mentunarlig tilboð til
kreppuraktu familjurnar.
Hvør eigur uppgávuna at
lýsa hesi viðurskifti? Eftir
mínum tykkieiga almennu
Føroyar hesa uppgávu. Vit
hava nógvar góðar stovnar,
við vælútbúgvnum fólki,
sum í felag kundu tikið
hond um hesar spurningar.
Eitt nú Fróðskaparsetur Før-
oya,
Granskingardepilin,
men eisini tey ráð, ið vara av
hesum fólkum so sum
Almanna- og heilsumála-
ráðið og Mentamálaráðið.
Mín áheitan til myndug-
leikarnar er tí: Fáið gongda
á - ongantíð ov skjótt!
Sosial/mentanarpoliti
sk tiltøk
Tað tykist kanska einfalt at
siga, at myndugleikarnir
eiga at traðka til, men er
politiskur vilji til staðar, og
ikki bert henda vantandi
málseting og handlikraft,
sum vit síggja hjá sitandi
samgongu, so eru nøkur
vinnupolitisk og sosial/-
mentanarpolitisk átøk, ið
kundu gjørt veruligan mun.
Lat meg nevna nøkur og
byrja við menniskjunum.
Fyri skúlabørn, ung og
vaksin kundu myndugleik-
arnir sett fleiri pengar av til:
• musikkskúlaskipanina
og gjørt tað ókeypis at
luttikið hjá børnum og
vaksnum, har tey vóru
arbeiðsleys.
• frítíðarundirvísingina í
skúlunum, so børnini
kundu fingið fleiri undir-
vísingartímar í tilevning,
máling, matgerð, smíð,
ítrótti, hanarbeiði o.s.fr.,
alt eftir áhuga sjálvandi.
• ítróttarfeløgini, so til bar
at seta venjarar í full-
tíðarstarv.
• kvøldskúlaskipanina, so
ung og vaksin kundu
vunnið sær førleika inn-
an nógv ymisk øki -
kanska hugsa um onkra
førleikagevandi útbúgv-
ing, sum kundu gjørst
partur av einum alternat-
ivum vinnuvegi í oynni.
Hugsi um ferðavinnuna,
KT-vinnuna,
tónleika-
vinnuna o.a.
Almennar íløgur
Samgongan hevur fulla
ábyrgd av, at miðnáms-
skúlin í Vági nú liggur í
andaleypi. Eitt skúladømi
upp
á
dugnaloysi
og
ábyrgdarloysi hjá politiska
myndugleikanum við Javn-
arflokkinum á odda. Tann
menturnardepilin, sum ein
miðnámsskúli í Vági kundi
ment seg til, og sum veru-
liga hevði givið býnum eitt
lyft inn í framtíðina, hevur
henda samgongan gjørt til
eitt klandursmál í Suður-
oynni og tilvitað sett íbúgv-
ar og bý- og bygdarráð upp
ímóti hvørjum øðrum.
Í staðin fyri at siga við
suðuroyingar, vit vilja rað-
festa tykkum høgt í hesum
tíðum og eisini byggja eitt
ellis- og røktasrheim í Vági,
fer samgongan inn og nið-
urbrýtur tann lítla glottan
fyri framman, sum undan-
farna samgonga setti skjøtil
á. Politiskt dugnaloysi og
ábyrgdarloysi, sum liggur
uttanfyri alt mark.
Suðuroyggin eigur sera
lítlan lut í almennu fyrisit-
ingini, so upplagt hevði
verið at lagt umsitingina hjá
Strandferðsluni í Suðuroy,
nú Smyril skjótt gerst ein-
asta stóra ferðafólka- og
farmaleið hjá Strandferðsl-
uni. Men aftur her sakna vit
politisk mál og vilja til veru-
liga at bøta um støðuna.
Vinnupolitisk átøk
Fyrsta vinnupolitiska upp-
gávan eigur at vera at skipa
fyri beinleiðis flutnings-
møguleikum úr Suðuroynni
niður á meginlandið tvær
ferðir um vikuna. Hetta
hevði verið ein almenn inn-
bjóðing til feskfiskafram-
leiðarar um at stovna virk-
semi í Suðuroy.
Umframt
hetta
eigur
bæði ferðafólka- og farma-
kostnaðurin at verða endur-
skoðaður, og sjálvsagt er, at
túratalið hjá Smyrli um
Suðuroyarfjørð verður økt
munandi.
So til spurningin um at-
komuligheitina til vinnu-
virkini í oynni. Føroya
Fiskavirking hevur lagt
árarnar inn í Suðuroynni,
og eftir mínum tykki við
sera ivasomum argument-
um. Tá leiðslan hevði havt
ábyrgdina av at reka virkini
í nakrar fáar vikur, vóru
virkini latin aftur, tí tey
góvu hall. Eg skilji væl, at
ikki áhaldandi ber til at
reka virki við halli, men
eftir so fáum vikum haldi
eg ikki, leiðslan hevur gjørt
nakra veruliga roynd at fáa
tað at bera til. Ein og hvør
leiðsla hevur til uppgávu at
síggja til, at virkið ber seg,
men hetta krevur tíð og ein
møguleikar. Virkini í Suð-
uroy fingu ongan veruligan
møguleika. Avhøvdaði eftir
6 vikum – spell!
Kravið til Fiskavirking
eigur at vera, nú tað hevur
spælt fallit í Suðuroynni, at
onnur sleppa framat virkin-
um í Vágið, ið hevur ligið
stilt nú í nógv Harrans ár.
Samanumtikið
Samanumtikið kann sigast,
at breiða samgongan ikki
røkir áhugamálini hjá borg-
arum í Suðuroynni. Tíðin
og tilvildin ræður. Oyggin
rekur fyri vág og vind, tí
ongin politisk handlikraft
er til staðar, og undir slík-
um umstøðum fæst onki at
næla.
VIÐMERKINGAR