hósdagur 13. januar 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 13. januar 2005
5
Megna vit ikki at
loysa kreppuna í
Suðuroynni nú,
verður tað trupult hjá
okkum at biðja
suðuroyingar um
teirra atkvøðu eina-
ferð afturat, heldur
Hendrik Old, for-
maður í vinnunevnd
løgtingsins og ting-
maður úr Suðuroy
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er okkara størsta upp-
gáva at fáa gongd aftur á í
Suðuroynni og hetta er
síðsta útkall hjá politikar-
unum úr Suðuroynni.
Tað heldur Hendrik Old,
løgtingsmaður úr Suðuroy
og formaður í løgtingsins
vinnunevnd.
Hann ivast ikki í, at nú er
neyðugt at seta eitt politiskt
bjargingartiltak í verk fyri
at fáa Suðuroynna á føtur
aftur.
Seinastu dagarnar hevur
samgongan tingast um,
hvørji tiltøk kunnu setast í
verk fyri at fáa arbeiði aftur
í Suðuroy.
Hendrik Old sigur, at
ongin ivi er um, at politisk-
ur vilji er at hjálpa til fyri at
loysa kreppuna í Suður-
oynni.
Tá ið blaðið fór til prent-
ingar seinnapartin í gjár,
var ongin niðurstøða greið
og tí vil hann ikki siga so
nógv ítøkiligt um, hvat
liggur í kortunum.
Men talan má vera um
nógv ymisk viðurskifti,
sum mugu takast til við-
gerðar í hesum sambandi,
sigur hann.
– Eitt, sum greiða má
fáast á, er, hvussu allur
ójavni í flutningskostnaði
kann beinast av vegnum.
– Vit mugu laga tað so-
leiðis, at tað ikki er dýrari
at flyta farm í millum Suð-
uroynna og Havnina enn
tað er at flyta ímillum
Klaksvíkar og Havnina.
– Samstundis mugu vit
eisini viðgerða, hvussu vit
kunnu fáa betri flutnings-
samband ímillum Suður-
oynna og umheimin.
– Hendrik Old sigur, at
har eru ymsir møguleikar,
men hann vil ikki útgreina,
hvat hann hugsar um, fyrr-
enn samgongan hevur við-
gjørt málið.
Kortini heldur hann ikki,
at tað er nøkur loysn at seta
Smyril í uttanlandssigling,
tí hann er alt ov dýrur í
rakstri.
Flakavirkið í Vági skal
latast upp
Men tað, sum hevur allar-
størstan týdning fyri ar-
beiðsloysið í Suðuroy, er, at
tað stóra flakavirkið hjá
Fiskavirking í Vági, verður
latið uppaftur.
– Eg eri ómetaliga væl
nøgdur við, at Vágs Býráð
hevur tikið so greiða støðu,
at tað hevur samtykt, at
hevur Fiskavirking ikki
latið flakavirkið í Vági
uppaftur 1. apríl, verður
sáttmálin um grundstykkið
sagt upp. Og so má Fiska-
virking antin at selja virkið,
ella at taka tað niður fara
avstað við tí.
– Hetta eru eini greið boð
frá Vágs Býráði um, at nú
er nokk tosað og at tað
tekur støðuna í fullum
álvara. Og tað er ein góð
barlast hjá politiska mynd-
ugleikanum at hava í roynd-
unum at fáa virkið upp
aftur.
Hendrik Old sigur, at tað
er ongin ivi um, at flaka-
virkið í Vági skal latast upp
aftur nú.
Og hann sigur, at antin
verður tað latið uppaftur
nú, ella mugu vit bíða til
ein onnur nevnd er komin
framat í Framtaksgrunnin-
um í apríl.
– Tað ivist eg ikki í, verð-
ur støðan hjá samgonguni.
Sostatt er Hendrik Old til
reiðar at skifta nevndina í
Framtaksgrunninum út á
næsta aðalfundi í apríl,
hevur hon ikki selt virkið
áðrenn.
Hann vil kanska ikki siga
tað heilt beinleiðis. Men
hann orðar tað soleiðis:
– Tað er soleiðis í øllum
lívsins viðurskiftum, at er
ónøgd við ávís viðurskifti,
verður okkurt nýtt roynt
ístaðin. Í hesum førum hava
vit ein trupulleika, sum
hevur
plágað
politiska
myndugleikan í ólukkumát
í langa tíð, og einaferð er
tolið uppi.
-– Sjálvur eri eg ikki í iva
um, at megnar nevndin í
Framtaksgrunninum ikki at
sleppa sær av við flakavirk-
ið í Vági, skal ein nýggj
nevnd veljast á næsta aðal-
fundi í apríl.
Hendrik Old leggur dent
á, at hetta er hansara egna
støða. Men hann leggur eis-
ini afturat, at hann er langt
frá at vera einsamallur í
samgonguni um hetta sjón-
armiðið.
Annars heldur hann, at
nevndin í Framtaksgrunn-
inum átti at skilt skriftina á
vegginum.
– Eg skilji ikki, at
nevndin í Framtaksgrunn-
inum hevur viljað skapt sær
sjálvum hendan trupulleik-
an, sum teir hava skapt sær
við at lata virkið í Vági
standa stongt.
– Nevndin í Framtaks-
grunninum hevur eitt ómet-
aliga stóran trupulleika.
Men hetta er ein trupul-
leiki, tey sjálvi hava skapt
sær.
– Virkið í Vági skuldi
longu verið selt, men tað
skal tað so nú, antin bein-
anvegin, ella mugu vit bíða
til í apríl, tá ið ein nýggj
nevnd kann koma framat.
Hendrik Old sigur, at av
røttum skuldi tað verið
nevndin í Fiskavirking,
sum avgreiddi hesi viður-
skiftini.
– Men av onkrari orsøk
er nevndin í Fiskavirking
endað á einum síðusporið
og tí er tað Framtaksgrunn-
urin, sum eigur Fiskavirk-
ing, ið vit nú mugu venda
okkum til.
– Tað hevur altíð verið
gamalt, at roynt verður at
sigla uttanum eitt illveður.
Men í hesum føri hevur
Framtaksgrunnurin
og
Fiskavirking við fríum vilja
siglt seg mitt ígjøgnum eitt
illveður við at tvíhaldað um
virkið í Vági, hóast tað ikki
verður brúkt.
– Og hetta hevur plágað
politiska myndugleikan so
illa, at nú er bikarið flotið
yvir.
Endamáli við Framtaks-
grunninum skuldi júst vera,
at skott skuldi vera ímillum
grunnin og politiska mynd-
ugleikan.
– Skottið er ikki tættari
enn so, enn at tað er lands-
stýrið, sum velur nevndina í
Framtaksgrunnium.
– Nú hevur flakavirkið í
Vági forpestað politiska
lívið í fleiri ár, hóast málið
er rættiliga einfalt: Fiska-
virking heldur seg ikki hava
brúk fyri virkinum í Vági,
sum er hjartað í bygdini og
so skuldi tað verið ómeta-
liga skjótt at komið til ta
niðurstøðu, at so skuldi tað
verði selt. Og tá ið Fiska-
virking
ella
Framtaks-
grunnurin ikki megnar eina
so einfalda uppgávu, er
politiska valdið noytt til at
taka neyðug stig.
Hendrik Old sigur, at øll
tey árini, hann hevur verið í
politikki, hevur hann ong-
antíð áður kent slíka undir-
tøku ímillum vanlig fólk.
– Fólk, eg aldrin havi tos-
að við áður, ringja til mín at
greiða fra síni ónøgd við
Framtaksgrunnin og Fiska-
virking, so skilaleysa halda
tey støðuna verða, sigur
hann.
Hann heldur ikki, at hetta
er at leggja seg út í privat
vinnulív.
Trot á arbeiðsmegi
um eitt ár
Hendrik Old ivist ikki í, at
fæst gongd á aftur virkið í
Vági sum í gomlum døg-
um, er trupulleikin við ar-
beiðsloysinum í syðru helvt
í Suðuroynni loystur, tí tað
er so ómetaliga effektivt.
Spurningurin er so, hvat
vit gera við Støðuna í
Hvalba.
– Men hvalbingar hava so
tann fyrimunin, at teir eiga
tríggjar, stórar trolarar, so
har átti at verið møguleikar
at fingið arbeiðið aftur á
virkið har.
Kortini ásannar Hendrik
Old, at hvalbingar hava
trupulleikar við flutnings-
kostnaði, men tað kann
verða útjavnað við politisk-
um tiltøkum, so at hvalb-
ingar ikki koma at betala
meir í flutningi enn onnur.
– Og her er talan um
rættiligar smáar upphæddir
afturímóti tí arbeiði, sum
tað skapar at hava virkið
opið, leggur hann afturat.
– Tá ið virkið í Vági er
opið, og vit eisini hava
beint forðingar av vegnum
sum gera tað trupult at lata
virkið í Hvalba uppaftur,
haldi eg, at vit eru komin
rættiliga langt at basa
arbeiðsloysinum í Suðuroy.
– Og fáa vit so eisini sett
onnur tiltøk í verk, sum vit
arbeiða við – eitt nú at
byggja røktarheim í Vági
og skúladepil í Hovi –
vænti eg, at tað verður trot
á arbeiðsmegi á nýggjárin-
um, um ikki fiskiskapurin
svíkur heilt.
– So hóast støðan er
rættiliga døpur í dag, eri eg
so mikið bjartskygdur, at eg
vænti at vit fáa vent
gongdini av álvara, tá ið vit
hava fingið tey politisku
amboðini, sum eru neyðug,
sigur Hendrik Old.
Seinasta útkall
Hann sigur, at hjá ting-
monnunum í Suðuroy er
tað ein veldug avbjóðing at
fáa gongd á aftur í Suður-
oynni.
– Tá ið kreppan var sein-
ast, var ongin fiskur. Men
ta umberingina hava vit
ikki nú. Tí verður arbeiðið
hjá tingmounnum úr Suð-
uroy at fáa hjálpt oynni
burturúr kreppuni, eirinda-
leyst.
– Og í tí sambandi kunnu
vit ikki hugsa um at lata
ávísar nevndir ella onnur
smáttarí standa okkum í
vegin.
– Fáa vit ikki loyst trup-
ulleikarnar hjá Suðuroynni,
hava vit spælt fallitt og tað
er nú, vit skulu vísa, at vit
megna tað. Vit standa við
rygginum ímóti múrinum
og megna vit ikki okkara
uppgávu, verður tað trupult
hjá okkum at fara til Suð-
uroyingar einaferð afturat
at biðja um teirra atkvøðu á
komandi
vali,
sigur
Hendrik Old.
– Og tað er øll samgong-
an greið yvir, leggur hann
afturat.
Hetta er síðsta útkall hjá
tingmonnum úr Suðuroy
Hendrik Old heldur, at vil nevndin í Framtaksgrunninum ikki selja flakavirkið í Vági
beinanvegin, skal ein nýggj nevnd veljast á næsta aðalfundi. Og hann sigur, at hann er langt frá
at vera einsamallur í samgonguni um hetta sjónarmiðið