Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 8 - 13. januar 2005 Christian Julius hevur keypt Fagraklett Tað verður stríggið hjá fiskiflotanum í ár – Vit fara at rógva út við bátinum. Tríggir mans verða umborð og ein í landi, sigur eigarin, sum hevur givið bátinum navnið, Oddny KEYP OG SØLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Millum jól og nýggjar keypti smápartafelagið CJJ á Eiði, sum Christian Julius Jacobsen eigur, 32 tons stóra útróðrarbátin, Fagra- klett, frá smápartafelagnum West í Klaksvík. Umframt línubátin, Morgunstjørnuna, hevði Christian Julius 38 fót stóra glastrevjabátin, Oddny, sum er íslendskur bátur av slagnum, Gáski. Samstundis, sum Christi- an Julius hevur keypt Fagraklett, hevur hann selt smápartafelagnum í Klaksvík glastrevjabátin. Fagriklettur kallast nú Oddny. Fýra mans Christian Julius Jacobsen sigur, at Fagriklettur fer at rógva út við línu, og egnt verður í landi. Fýra mans verða burtur av knýttir at bátinum, tríggir umborð og ein í landi. – Fagriklettur er klárur til útróður. Vit fara bert at gera okkurt smávegis umborð, áðrenn loyst verður – helst einaferð í komandi viku, um veðrið verður betur. Eigarin sigur, at fyrimun- irnir við Fagrakletti fram um glastrevjabátin eru, at hesin er størri, og somu- leiðis hevur báturin sínar egnu fiskidagar, sum fylgja við í keypinum. Haraftrat ber nú til at keypa fiski- dagar. – Snellur fylgja eisini við, men eg vænti, at tað verður línan, sum verður álitið hjá okkum, sigur Christian Julius Jacobsen. Bygdur í 1947 Fagriklettur er bygdur úr eik í Korsør í Danmark í 1947. Hann er 15,41 metrar langur, 4,83 metrar breiður og er merktur til 32,2 tons. Maskinan, sum er frá 1988, er ein Grenaa Diesel 121 kW/165 hk. Christian Julius Jac- obsen, sum eigur línuskipið, Morgun- stjørnuna, letur ikki illa at. Hann ásannar kortini, at fellir fiska- prísurin uppaftur meira, og fiskiskapur- in verður lakari, enn hann er, samstundis sum útreiðslurnar av olju og agni vera ver- andi høgar, kann væntast, at tað fer at sansa at hjá øllum ísfiskaflotanum FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Christian Julius Jacobsen, sum júst hevur keypt út- róðrarbátin, Fagraklett úr Klaksvík, eigur eisini P/F Múlavík, sum aftur eigur línubátin, Morgunstjørn- una. Síðan 1984, tá ið hann saman við øðrum var við til at keypa línuskipið, Tumm- as Nygaard, hevur hann verið aktivur í vinnuni sum skipaeigari, skipari og stýrimaður. Í dag virkar hann sum reiðari og út- gerðarmaður. Christian Julius Jacobsen hevur verið á sjónum í 38 ár. Í 1993 keyptu hann og Rólant Poulsen Morgun- stjørnuna, og seinni keyptu teir eisini garnaskipið, Vesturland. Fyri einum ári síðan keypti Christian Julius partin hjá Rólanti, soleiðis at hann nú eigur parta- felagið einsamallur. Vesturland er seldur fel- agnum, Thor í Hósvík. Klagar ikki Christian Julius Jacobsen letur ikki illa at gongdini, hóast úrtøkan hjá línubát- unum í 2004 var munandi lakari enn í 2005. – Nei, eg kann ikki lata illa at, soleiðis sum gongd- in hjá okkum hevur verið, sigur hann. Morgunstjørnan var mill- um stinnastu línuskipini í fjør við einum manningar- parti upp á tilsamans 386.000 krónur. Christian Julius sigur, at skipið fiskaði fyri stívliga 19 miljónir í 2003 og 14,3 miljónir í 2004. – Sostatt var bruttosølan út við 5 miljónir lakari í fjør enn í fyrraári. Hann vísir á, at Morgun- stjørnan stendur ikki í so nógvum peningi, og tí hevur hann ikki ringar vón- ir um, at tað framhaldandi fer at bera til at dríva skipið við hampiligum úrsliti. – Men samstundis, sum fiskiskapurin er vorðin munandi lakari, og prísirnir hava verið fallandi, eru út- reiðslurnar til agn og olju nógv øktar. Christian Julius væntar, at tað verður tungt at fáa endarnar at røkka hjá teim- um línubátum, sum seinast- uni árini hava gjørt stórar íløgur og tískil standa í lut- falsliga nógvum peningi. – Eg beri ótta fyri, at so- leiðis, sum gongdin hevur verið í fjør, hevur helvtin av línuflotanum lítið og einki yvirskot havt. Í hesum sambandi vísir hann á, at bruttusølan hjá línuflotanum minkaði við 26% í fjør í mun til árið fyri – og tað er ikki smávegis. – Hinvegin hevur línu- flotin havt nøkur góð ár, leggur hann dent á. Torført at spáa Spurdur, hvussu hann væntar, at hetta árið kemur at roynast hjá línuflotanum, sigur hann: – Tað er ógjørligt at spáa um hetta árið, tí alt veldst um fiskiskap og fiskaprísir. Hann heldur, at línuflotin eins og ísfiskavinnan sum heild í løtuni er á einum vegamóti, har ógvuliga tor- ført er at spáa um, hvønn veg tað fer. – Minkar fiskiskapurin, og fiskaprísirnir ikki koma uppaftur, samstundis sum útreiðslurnar vera verandi høgar, er vandi fyri, at tað kemur at standa á hjá øllum ísfiskaflotanum, sigur Christian Julius Jacobsen. Óbroyttur sáttmáli millum Føroyar og Ísland FISKIVEIÐIAVTALA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroyar og Ísland hava undirskrivað sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2005. Sáttmálin millum londini er at kalla hin sami, sum tann, ið nú er farin úr gildi. Jens Hegi Toftum, sum starvast í Fiskimálaráðn- um, sigur, at føroyingar eftir nýggja sáttmálanum kunnu fiska 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi, harav í mesta lagi 1.200 tons av toski. Aftrat hesum hava føroyingar eina kalvakvotu undir Ís- landi, sum er 80 tons. Føroyingar kunnu eisini fiska 30.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi í vertíðini, 2005/2006, og somuleiðis kunnu vit fiska 10.000 tons av lodnuni, sum vit hava í sáttmálanum við Grøn- land, í íslendskum sjógvi. Jens Helgi Toftum sigur, at sambært sáttmálanum kunnu føroysk og ís- lendsk skip fiska norð- havssild og svartkjaft hjá hvørjum øðrum. Íslendsk skip kunnu fiska 2.000 tons av het- landssild í føroyskum sjógvi og 1.300 tons av makreli. Útróðrarbáturin, Fagriklettur, sum Spf. West í Klaksvík hevur átt, er nú heimahoyrandi á Eiði og hevur broytt navn til Oddny. Nýggjur eigari er Spf. CJJ, sum Christian Julius Jacobsen eigur Mynd: Skipalistin Umboðini úr Fiskimála- ráðnum, sum hava sam- ráðst um nýggja fiskiveiði- avtalu í Íslandi, komu ætlandi heimaftur við flogfari í gjár