hósdagur 13. januar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 13. januar 2005
7
Í hernað ímóti doping
Nýggja og stranga
dopinglógin, sum
varð samtykt í des-
ember 2004, verður
nú uppfylgd. Miku-
dagin fer landsstýris-
maðurin á fund við
ymiskar partar, ið
hava við dopingmál
at gera
DOPINGLÓGIN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Lògin er bara fyrsti partur
av at bremsa dopingút-
breiðsluni í Føroyum. Hon
setur forboð ímóti at produ-
sera, innflyta, selja og býta
út dopandi evni. Men hend-
an lógin rakar bara bak-
menninar – ikki brúkaran,
og tí fara vit at gera nógv
arbeiði við at fylgja lógini
upp, sigur Hans Pauli
Strøm, landstýrismaður í
almanna– og heilsumálum.
Doping ikki góðtikið
– Fólk skulu merkja, at
dopingmisnýtsla ikki verð-
ur tolererað í Føroyum. Tað
skal verða stemplað sum
nakað ódámligt, sum ikki
verður
góðtikið.
Hóast
lógin ikki revsar tey, ið nýta
evnini, so skulu misnýtar-
arnir fáa eina kollektiva
revsing, við tað, at tey ikki
verða góðtikin sum ítróttar-
fólk, staðfestir Hans Pauli
Strøm.
Fyrsta átakið í uppfylg-
ingararbeiðnum av lógini
verður mikudagin, tá lands-
stýrismaðurin hevur bjóðað
ymiskum fólkum til fundar.
Kritikarar av lógini, fólk, ið
hava læknaførleika innan
dopingmál og fólk innan
føroyska dopingeftirlitið
eru boðin við á fundin.
– Vit fara at diskutera
hvat kann gerast fyri at
røkka so langt út um lógina
sum gjørligt. Lógin snýr
seg jú bert um tey, ið breiða
dopingina út, men vit
ásanna, at tað hevur týdn-
ing at røkka misnýtarunum
eisini, sigur landsstýris-
maðurin.
Hann sigur, at hesin
fyrsti fundurin fer at leggja
grund fyri víðari arbeiðn-
um við dopingmálinum.
– Vit ynskja at fáa eina
samrøðu í lag ímillum
ítróttarfólk, feløg og fólk,
ið hava venjingarmiðstøðir,
og saman við teimum finna
eina loysn á doipingtrupul-
leikanum, greiðir Hans
Pauli frá.
Hann sigur, at á hesum
fyrsta fundinum fara tey at
royna at kortleggja nøkur
ting. Tey fara at tosa um
hvat kann gerast og hvørji
tiltøk kunnu setast í verk
ímóti dopingini.
Vindur uppá seg
Spurdur um hann hevur
nøkur tøl, ið staðfesta dop-
ingtrupulleikan, svarar Hans
Pauli Strøm, at tað er sera
torført at staðfesta júst
hvussu stórur trupulleikin
er.
– Tað er møguligt, at man
kundi sett onkra kanning í
verk, men vit meta, at okk-
ara besti møguleiki er at fáa
fólkini í føroyska ítróttar-
heiminum og fólkini, ið
reka venjingarmiðstøðirnar
at samstarva við okkum.
Hans Pauli heldur nevni-
liga, at tey fólkini, ið dag-
liga arbeiða í útsetta um-
hvørvinum, hava bestu for-
treytir at úttala seg um
málið, og eisini bestan
møguleika at ávirka.
– Kritikarar av lógini
siga, at dopingtrupulleikin
er stórur í Føroyum. Størsti
trupulleikin er kanska á
venjingarmiðstøðunum, har
tað snýr seg meira um at
byggja kroppin upp enn um
ítróttarlig avrik. So vit vita,
at dopingfyribrigdið er út-
breitt í Føroyum. Vit vita
eisini, at trupulleikin vindur
meiri og meiri uppá seg,
staðfestir Hans Pauli Strøm.
Hann sigur víðari, at tað
nokk neyvan fer at lata seg
gera at útrudda tað heilt,
men at teir av álvara ætla at
tálma nýtsluni.
Fyribyrging
Í ÍSF er ein sonevnd dop-
ingnevnd, sum hevur ásett
ávísar revsireglur. Men
nevndin
hevur
ongan
møguleika at kanna øll
ítróttarfólkini í Føroyum. Tí
metir Hans Pali tað vera av
størsta týdningi, at fyri-
byrgjandi arbeiðið ímóti
doping verður raðfest.
– Vit eru greiðir um, at
tað er lítið at gera við tey,
sum longu eru misnýtarar.
Tað, sum vit tí serliga skulu
leggja okkara orku í, eru
tey, sum enn ikki eru byrjað
at dopa seg. Við samstarvið
við ítróttarfeløgini, venj-
ingarmiðstøðirnar
og
kanska skúlarnar, kunnu vit
gera eitt stórt upplýsandi og
fyribyrgjandi arbeiði, sigur
Hans Pauli.
Hann leggur afturat, at
júst hvat verður gjørt víð-
ari, fer at verða avgjørt eftir
fyrsta fundin, sum verður
mikudagin.
Ísf hevur síðani 2002
tikið nakrar og tjúgu
royndir árliga av lim-
um sínum. Enn hevur
tó eingin roynd verið
positiv, men ítróttar-
sambandið hevur
leingi havt ynski um,
at fáa heimild at taka
royndir av vøddavenj-
arum eisini
DOPING
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
– Síðani 2002 hava vit ár-
liga tikið doping royndir av
limum okkara. 2/3 av
royndunum verða tiknar
undir venjing, meðan 1/3
verður tikin undir kapping,
greiðir sofur Johannensen,
formaður í dopingnevndini
hjá ÍSF frá.
Hann sigur at tað verður
tilvildarliga valt út, hvør
skal testast, men tað verður
býtt
ímillum
ítróttargreinarnar.
Eisini
verður hædd tikin fyri, at
taka
royndir
av
bæði
monnum
og
kvinnum.
Verður ein íðkari tikin fyri
doping,
verður
hann
útihýstur
frá
øllum
feløgunum í ÍSF í 2 ár.
Bæði
frá
venjing
og
kapping.
– Vit hava onga positiva
roynd havt enn. Aðrastaðni
liggur positiva talið á
umleið 1%, greiðir Sofus
Johannsen frá.
–Hann staðfestir tí, at
trupulleikin tí ikki er so
stórur generelt í Føroyum.
Forfengiligheits-doping
Sofus sigur, at teir hava
varhugan
av,
størsti
trupulleikin innan doping í
Føroyum
er
innan
vøddavenjing.
– Vit hava teir, ið gjarna
vilja verða stórir og flottir,
uttan at venja nakað serligt.
Tí taka teir dopandi evni,
fyri at vøddarnir skulu
vaksa skjótari. Men vit
hava ikki heimild at taka
royndir
inni
á
venjingar miðstøðum,
staðfestir Sofus.
Hann sigur víðari, at teir
fegnir høvdu viljað fingið
eitt samstarv í lag við
venjingarcentrini, soleiðis,
at teir, sum eina tænastu,
kundu komið inn av og á,
og tikið doping royndir.
U
m
venjingarmiðstøðirnar
halda tað vera eitt gott
hugskot, kundu tær gjørt
øllum limunum greitt, at
dopingroyndir verða tiknar
av og á, og at eingin hevur
loyvi at siga nei, um tey
verða biðin um at taka
royndina. Tey kundu á sama
hátt sum vit havt eina
innanhýsis
sektarskipan,
soleiðis, at tey, ið verða
funnin positiv, verða útihýst
í 2 ár. Tað hevði kanska
komið dopingini heilt til
lívs,
heldur
Sofus
Johannesen at enda.
Upplýsing-
in stóran
týdning
Elsa Maria Bærent-
sen sum fyri kortum
lat venjingarmið-
støðina Yndi upp,
sigur seg vera fúsa at
hjálpa til í arbeiðn-
um ímóti doping,
har serliga upplýs-
ingin er týdningar-
mikil
DOPING
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Elsa Maria Bærentsen,
eigari av nýggju venjing-
armiðstøðini Yndi, heldur
ikki, at dopingtrupulleik-
in er sjónligur í Føroyum.
– Nú havi eg kort síðani
latið eitt venjingarcentur
upp, men eg havi ikki lagt
merki til nakra doping-
misnýtslu. Eg eri greið
yvir, at tað var ein trupul-
leiki í 80'unum, tá serliga
menn, ið vandu vøddar-
nar, brádliga vuksu sera
nógv. Men eg haldi, at
dopingin hoyrdi 80'unum
til, tí eg havi so ikki merkt
nakað til hana nú, sigur
hon.
Elsa Maria hevur í fleiri
ár eisini verið virkin
innan fimleikin í Føroy-
um, men heldur ikki har
sigur hon seg hava sæð
nakað til dopingmisnýtlu.
Hon heldur eina av or-
søkunum vera, at fólk í
dag eru sera upplýst.
– Fólk vita, at doping
evnini eru skaðilig, og tí
verða tey ikki nýtt, heldur
hon.
Ein orsøk kann eisini
vera, at dopingin serliga
verður nýtt, tá ið vødda-
venjarar eru við í kapp-
ingum, men í Føroyum er
ógvuliga
avmarkað
hvussu nógvar kappingar
eru í vøddavenjing.
Vil fegin hjálpa
Spurd um hon hon hevði
farið á fund við landsstýr-
ismanninum, um hon
varð biðin, hóast hon ikki
hevur sæð nakað til
dopingmisnýtslu í langa
tíð, svarar hon, at tað
hevði hon fegin viljað.
– Ja, sjálvandi hevði eg
tað. Tí fyribyrgjandi og
upplýsandi arbeiði kann
altíð gerast. Tað koma jú
nýggj og ung fólk til alla-
tíðina, og teimum tørvar
eisini at fáa at vita, at
dopingin
er
skaðilig.
Upplýsingin má fylgja
við, sum tey ungu koma
til, so eg hevði fegin vilj-
að verið við, varð eg
spurd, svarar Elsa Maria
Bærentsen at enda.
Eingin positiv roynd í 4 ár
Sofus Johannsen, formaður fyri dopingnevndini í
ítróttarsambandið Føroya, sigur seg ynskja, at teir í framtíðini
eisini fara at sleppa inn á venjingarmiðstøðirnar at taka
dopingroyndir
Hans Pauli Strøm ynskir nú
at koma dopingini til lívs.
Sum framhald av lógini, er
hann nú farin undir
fyribyrgjandi og upplýsandi
arbeiði ímóti doping