Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 8 - 13. januar 2005 Eins og undanfarin ár, so eru tað ikki bert tey ungu og grønu, ið vilja royna seg í Prix Føroyum í ár. Tey heilt garvaðu tón- leikanøvnini vilja eisini hesaferð sleppa upp í part PRIX FØROYAR Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Størsta gularótin í føroyska tónleikaheiminum eitur óivað enn Prix Føroyar. Hetta sæst aftur á tí stóru mongdini av bólkum, ið melda seg til kappingina, hvørja ferð hon er á skránni. Og bólkarnir eru ikki bara við fyri at læra, tí at tað eru eisini tey heilt garvaðu, ið hungra eftir glæsuligu vinningunum, sum hvørja ferð verða lætnir teimum, ið gjørdust millum tey fremstu á hes- um sinni. Deja Vu og Makrel, ið mundu enda ovast seinast kappast varð, hava aftur meldað til luttøku í ár, og so Nú eru teir 24 bólkarnir valdir út, sum skulu kappast í Prix Føroyum. Á listanum eru nógvir gamlir kenningar at síggja, umframt fleiri nøvn, ið ikki hava verið at sæð áður PRIX FØROYAR Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Fyrsta innleiðandi umfari til Prix Føroyar verður skotið í luftina um góðar tríggjar vikur. Og nú er greitt, hvørjir bólkarnir eru, sum kappast skulu. Nevndin hevur nú gjørt av, hvørjir 24 tónleika- bólkar og einstaklingar, verða at síggja í Mentanar- húsinum í Fuglafirði til tey fýra innleiðandi umførini. Gott gamalt Fleiri nýggir bólkar eru at síggja á listanum yvir tón- leikabólkarnar. Tað eru eis- ini fleiri gamlir kenningar við, og eisini bólkar, ið næstan bara hava verið at sæð í Prix Føroyar høpi. Millum teir meira kendu tónleikararnar kunnu nevn- ast All That Rain, Deja Vu, Makrel, Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen Band. Hesir tónleikararnir kappast allir í hvør sínum undanumfari. All That Rain hava áður luttikið við góðum úrslit- um. Hesuferð verða teir tó at síggja við Róki Jakob- sen, sum forsangara, sum eisini hevur verið at sæð í vælumtóktu tónleikakapp- ingini. Tað hevur verið við bólkum sum Tangz, Dia- tribes og MC Hár. Líggjas, Flóvin, Rógvi og Rúni. Ella Deja Vu, sum teir kalla seg, hava eisini luttikið í kappingini fyrr. Tað var so seint sum seinastu ferð, tá teir endaðu í finaluni, har teir máttu taka til takkar við einum øðrum plássi. Teir hava so aftur í ár valt at melda klárt til stóru kappingina. Fløgan Wonderland hjá Makrel fekk framúr um- mæli frá týskum tónleika- blaði. Hetta er teirra næsta fløga í røðini. Teir vóru eis- ini við í 2003, og tá vórðu teir við í finaluni, har teir millum annað kappaðust ímóti Deja Vu og Gestum. Eyðun Nolsøe. Frændur. Eyðun og Terji. Ja, hann er kendur innan føroyska tón- leikaheimin, men hetta er fyrstu ferð hann bjóðar av á pallinum. Til tær undan- farnu kappingarnar hevur hann ongantíð áður verið at sæð. Terji Rasmussen Band. Í 1995 streyk Moirae avstað við fyrsta Prix Føroyar sigrinum, og var tað við Terja Rasmussen sum for- sangara. Sum flest øll vita, er Terji ongin ársungi innan føroyskan tónleik. Hann hevur verið virkin tónleik- ari í mong ár, og nú verður hann at síggja á palli við egnum bólki. Nýggj nøvn Tað eru ikki bert kend nøvn, ið lita listan til Prix Føroyar 2005. Eisini fleiri onnur nøvn, ið ikki hava verið at síggja fyrr, eru við. Millum annað kunnu nevn- ast Dimmi, PH 5,5 og EGR2PLZ. Bólkar sum Go Go Blues, ROK, Braquet og Lawetz teljast eisini millum teir 24 útvaldu bólkarnar. Go Go Blues hava ikki luttikið áður, men er tað ein bólkur við kendum tónleik- arum, og eru teir júst nú fløguaktuellir. Uni R. Debes var millum annað forsangari í bólkinum Headache Blues Treo, sum var við í Prix Føroyum seinastu ferð. Eysturoyarbólkurin, Braquet, vóru spildurnýgg- ir seinastu ferð Prix Føroy- ar skotið varð latið av. Teir spæla andaligan rocktón- leik, og teir tóku øll á bóli, tá teir struku avstað við einum plássi í finaluni. Lawetz taldust eisini millum luttakandi bólkarn- ar fyri tveimum árum síð- ani. Teir stillaðu upp við eini manning, sum millum annað spælir við í Føroya Symfoniorkestri. ROK er so at siga eitt nýtt navn her á klettunum. Tó ikki nýggjari enn so, at tað er Signar á Homrum, ið gongur á odda. Hann hevur millum annað verið at sæð við Kjølum, sum eisini hava luttikið fyrr. Tað eru bert tríggjar vik- ur til fyrsta innleiðandi um- farið fer av bakkastokki. 5. februar fara fyrstu seks bólkarnir at kappast. Hini innleiðandi umførini 12. og 26. februar, og seinasta inn- leiðandi umfarið verður tann 5. mars. Semifinalan verður á Tvøroyri 2. apríl, áðrenn stóra finalan, Atlan- tic Music Event verður í Norðurlandahúsinum 23. apríl. Nú er klárt at kappast Prix Føroyar fer av bakkastokki um góðar tríggjar vikur. Talan verður um ein cocktail av nýggjum og góðum gomlum Savnsmynd Teir 24 bólkarnir 5. feb. í Fuglafirði Go Go Blues Paradox Dimmi SIC Deja Vu Lama Sea 12. feb. í Fuglafirði PH 5,5 Side Effect All That Rain Makrel Róp MMM 26. feb. í Fuglafirði Eyðun Nolsøe Lawetz ROK Direct Level Frostbit The Dreams 5. mars í Fuglafirði Braquet Kristleif Zachariassen Laila Hansen Synarchy EGR2PLZ Terji Rasmussen Band Tey garvaðu vilja eisini verða við framhald á síðu 9