hósdagur 13. januar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 13. januar 2005
9
Tað munnu verða fáir
føroyingar, ið ikki
vita, hvør Eyðun
Nolsøe er. Ikki minst
kennast vit øll við
navnframa Eyðun úr
bólkinum Frændur,
og í ár hevur Eyðun
valt at luttaka á Prix
Føroyum á fyrsta
sinni, tó uttan
Frændur men við
bólkinum Showmenn
PRIX FØROYAR
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Tað munnu verða mong við
mær, ið bæði undraðust og
frøddust, tá ið tey sóu
navnið hjá Eyðun Nolsøe
undir luttakandi tónleika-
bólki á heimasíðuni hjá
Prix Føroyum. Tó er hetta
ikki ein nýggjur tanki hjá
Eyðun at luttaka á Prix
Føroyum, tí hann hevur í
fleiri ár gingið við Prix
Føroyum í tonkunum. Ser-
liga var tað í 1997, tá ið
hann hevði givið sína fyrstu
solofløgu út, at hann av
álvara hugsaði um at lut-
taka á Prix Føroyum. Men
tankin bleiv ongantíð til
nakað, ikki fyrrenn nú.
– Tað hevur ongantíð
ligið so væl fyri hini árini.
T.d. havi eg verið uttan-
lands okkurt árið Prix Før-
oyar var, men í ár skal tað
altso verða. Eg eri sera
spentur, men eg veit altso
ikki heilt, hvat eg kann
vænta mær. Eg veit, at eg
komi at kappast við nógvar
góðar ungar bólkar, so eg
gleði til at síggja, um mítt
tilfar klára at standa mát
við tilfarið hjá teimum
yngru bólkunum.
Drívmegin er
viðurkennining
Spurdur, hvat annað hann
hevur at náað sum tónleik-
ari, nú hann hevur hildið á í
so nógv ár, sigur Eyðun, at
hann eins og so mong onn-
ur, ongantíð fer at gevast
við at leita eftir viðurkenn-
ingini.
– Tað nyttar jú lítið bara
at sita heima og skriva til-
far. Øll vit menniskju vilja
jú hava at vita, um tað ið vit
gera er gott nokk. Tí blívi
eg við at skriva og framføra
mítt tilfar, eg vil jú eins og
øll onnur fáa viðurkenning
fyri tað sum eg geri. Eg
kann t.d. vísa á, at Rolling
Stones allarhelst eisini
halda áfram enn, tí teir leita
eisini eftir viðurkenningini.
Eyðun er ikki í iva um, at
tað hevði verið sera stuttligt
at vunni kappingina, men
tey hevði ikki verið verðs-
ins endi, um hann ikki
slapp víðari úr fyrsta um-
fari.
– Eg havi ikki heilt av-
gjørt við meg sjálvan, hvat
eg skal halda um tónleik
sum kapping. Tað eru jú so
ólukksáliga nógv sløg av
tónleiki, so tað er jú torført
at samanbera t.d. mín stíl
við rokk. Hóast eg ikki eri
bangin fyri ikki at koma
víðari úr fyrsta umfari, so
hevði tað jú eisini verið
stuttligt at vunnið. Men ein
veit jú ongantíð, hvat tað er,
ið dómararnir leita eftir. Eg
haldi sjálvur, at tað finnast
ótrúliga nógvir sera góðir
ungir tónleikabólkar í løt-
uni. Og tað at ein hevur
royndir, nýtist als ikki at
merkja, at ein fer at vinna.
Hygg t.d. eftir Hjarnum, tá
ið teir vóru við. Teir gjørd-
ust jú ikki nummar eitt ta
ferðina, hóast tað var nær
við.
Prix Føroyar er
Eins og fyri so mong onnur,
so Prix Føroyar tann størsta
tónlistarliga gularótin, ið
finst í Føroyum.
-– Tað er jú ongin loyna,
at tað gerst rættiliga keðil-
igt at bert venja og venja
uttan at hava nakað at venja
fram ímóti. Tískil er tað
sera spennandi fyri meg, at
sleppa at spæla á Prix
Føroyum.
Eyðun Nolsøe fer bert at
framføra nýtt tilfar, og
Eyðun samanber nýggja til-
farið við tað gamla tilfarið
hjá Frændur.
Eyðun Nolsøe fer at
spæla í triðja og næst-sein-
asta umfari í Prix Føroyum
tann 26.februar í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði.
navnfrøm nøvn sum Terji
Rasmusen
og
Eyðun
Nolsøe hava eisini meldað
til luttøku í ár við hvør
sínum bólki. Eisini All That
Rain royna eydnuna aftur í
ár.
Gularótin mikla
– Prix Føroyar er avgjørt
størsta gularótin fyri før-
oyskar tónleikarar, og tað
skuldu verið fleiri tiltøk av
hesum slag. Tað er altso ov
keðiligt, at bara spæla til
dans her og har av og á. Ein
hevur jú brúk fyri avbjóð-
ingum. Annars missir ein
so smátt hugin at spæla
tónleik í longdini, sigur
Henning
Nicodemussen
trummusláari í All That
Rain.
Henning kundi gott verið
kallaður the grand old man
í Prix Føroyum, tí ikki ein-
ans hevur hann fyrr verið
við í kappingini sum limur
í All that Rain, men hann
sat eisini við trummurnar,
tá
ið
Wolfgang
bleiv
nummar 3, tað árið Prix
Føroyar fór av bakkastokki
í 1995. Eisini var hann við
í nøvnframu Kjølum, tá ið
teir komu buldrandi og
brakandi úr Kollafirði til
Prix Føroyar.
Góð lýsing fyri nýtt
tilfar
Í ár er høvuðsendamálið
við kappingini ikki at
vinna, hóast tað er ongin
loyna, at ágóðin av at enda
á hægstu rók hevði verið
fínur.
– Nei, vit eru meira við
fyri at vísa okkara nýggja
tilfar fram. Vit halda, at
síðan vit hava fingið Rók
Jakobsen og Hans Ravns-
fjall í bólkin, so hava vit
broytt stíl eitt sindur, og vit
vóna, at fólk fara taka væl
ímóti hesum nýggja tilfar-
inum. Tó so, vit høvdu ikki
sagt nei takk, um vit end-
aðu við at vinna onkran
vinning. Tað hevði verið
ótrúliga gott t.d. at sloppið
uttanlands at spælt, tí tað
hava vit næstan ikki roynt
áður.
Men Henning er ikki
bangin fyri ikki at sleppa
víðari frá fyrsta umfari.
– Altso, tað hevði ikki
verið eitt flopp, um vit bert
spældu í fyrsta umfari. So
var málið jú nátt allíkavæl.
Vit høvdu fingið okkara
nýggja tilfar út til fólkið.
Málið má verða hægri
støðið
Spurdur um hann ikki
heldur, at tað er eitt sindur
ótrættvíst, at hann, Terji
Rasmussen
og
Eyðun
Nolsøe skulu kappast móti
blaðungum tónleikarum, er
Henning ósamdur.
-– Endamálið við Prix
Føroyum má jú verða, at vit
umboða tann besta tónleik-
in, ið er at finna í Føroyum.
Tað nyttar jú lítið, at blað-
ungir ella óroyndir tónleik-
arar vinna Prix Føroyar, tí
tað er jú ikki tann besta
góðskan, ið finst her á
landi. Eg haldi tvørtur-
ímóti, at fleiri royndir tón-
leikarar skuldu blanda seg
upp í Prix Føroyar, so hevði
tað føroyska tónleikastøðið
óivað hækkað mundadi.
Haraftura at er tað stuttligt
at skula kappast móti teim-
um, ið ein hevur sær upp
til.
All that Rain skulu spæla
í tí næsta innleiðandi um-
farinum í Prix Føroyum
tann 12. februar í Mentan-
arhúsinum í Fuglafirði, har
teir millum annað skulu
kappast ímóti Makrel.
Aftur í ár verður Henning
Nicodemussen við í Prix
Føroyum. Hesuferð í
bólkinum All That Rain, har
Rókur Jakobsen, høgrumegin,
er forsangari
Leitar enn eftir
viðurkenningini
Eyðun Nolsøe sigur, at hann bert fer at framføra nýtt tilfar, ið líkist ikki sørt tí gamla tilfarinum hjá Frændum
framhald av síðu 8