hósdagur 13. januar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nita Næs
í Nesi
í Hvalba
Nógv er sagt og skrivað um
miðnámsskúla okkara her
suðuri, og eru flest fólk við
tíðini vorðin ósamd, rúk-
andi ill, ella líkasæl, hvar
hesin skúli í framtíðini skal
liggja.
Skúlaárið 1987-88 gekk
eg á HF her suðuri. Tá ið
fólk spurdu, hvar eg gekk í
HF, svaraði eg: Eg gangi á
Tvøroyri og í Vági. Tað var
veruliga so, at ávísar dagar
varð byrjað á Tvøroyri, har
vit fingu undirvísing t.d. í
fýra tímar, síðan koyrdu vit
til Vágs við bygdaleiðum
ella við onkrum lærara, har
vit vórðu undirvíst víðari.
Um einki samband var við
Bygdaleiðum, tá ið skúla-
dagurin var á enda komin,
umleið kl. 17, ja, so koyrdi
ein taxabilur meg aftur til
Hvalbiar.
Soleiðis gingu tvey ár, og
áðrenn mína tíð, høvdu
tríggjar av mínum systrum
havt somu skúlagongd, tí
soleiðis var gongdin nógv
tey fyrstu árini av HF-út-
búgvingini.
Øll hesu ár, frá 1974 til
fyrst í nítiárinum, var hetta
veruleiki. Hetta góðtóku vit
øll, tí vit høvdu øll fingið at
vita frá fólkavaldu lands-
politikarunum, ið vit høvdu
álit á og virðing fyri, at vit
skuldu hava tol, tí um ikki
so langa tíð var farið undir
at byggja miðnámsskúla í
Hovi.
Vit ungu sóu fyri okkum
henda framtíðar skúla og
gleddist um hann.
Eg havi mangan spurt
mínir politisku partamenn,
hví henda ætlan fall fyri
bakka. Hon fall nevniliga
ikki í føðingini, hon var
búgvin og hon var okkara.
MEN tíanverri, soleiðis er
politikkur vorðin, fólka-
valdir menn og kvinnur
gera rossahandlar, ið eru
løtuvinningar, og neyvan
hugsa teir um avleiðingar-
nar. Neiligar avleiðingar,
sum
liva víðari frá einum
ættarliði til annað, og sum
beinleiðis hava niðurbrót-
andi slóðir eftir sær. Hetta
sæst einamest í hugburðin-
um millum nógvur suður-
oyingar nú prátið um mið-
námsskúlin aftur er á
skránni.
Tað er at undrast á, at
menn, ið verða valdir at
taka politiskar avgerðir,
ikki tora at taka tær. Somu-
leiðis, er tað at undrast á, at
eitt arkitektavirkið, ið vinn-
ur eina teknikapping, skal
hava so nógv at siga í ein-
um slíkum máli. Somu-
leiðis skilji eg als ikki, at
vágbingar skulu hava so
nógv at siga í einum slíkum
máli, og at fólkavaldur vág-
bingur, tulkar tað sum for-
fylging, at skúlin á Eiðin-
um ikki verður veruleiki,
men møguliga fluttur til eitt
betri stað, allari oynni at
gagni.
Ein miðnámsskúli er eitt
landsmál. Landsstýrismað-
urin sær sjálvsagt, at aftaná
at Hovstunnilin er komin,
hevur ein nýggjur mið-
námsskúli eitt natúrligt
betri pláss í Hovi enn
vesturi á Eiðinum í Vági.
Eg hevði skilt tað betri, um
Vágs kommuna hevði latið
eitt grundstykki til nýggja
skúlan á Nesi, í Vági, har
ein beinavegin hevði verið
við skúlan, uttan at koyrt
gjøgnum tronga bygdar-
vegin í Vági.
Ein
Landstýrismaður
eigur at hugsa stórt og fram
eftir. Jógvan á Lakjuni torir
kanska tað. Javnaðarmenn-
inir tordu tað ikki, ei held-
ur tjóðveldismenninir, ið
hugsaðu mest um sín egna
eingjargarð. Suðuroyggin
hevur brúk fyri einum
landstýrismanni úr norði,
sum sær alt við øðrum
eygum enn teimum smáu
lokalu.
So Jógvan á Lakjuni:
Vónandi gert tú tað!
Í hesum tíðum, verður so
nógv tosað um at leggja
saman í størri eindir. Men
hvat meina vit í veruleik-
anum við tað, tá ið vit sam-
stundis hava tann hugburð,
at nakað verður tikið frá
Vágs kommunu, um nakað
verður bygt upp í Hovs
kommunu.
Tað hevur tí sera stóran
týdning, ja, er alneyðugt, at
fólkavaldu landspolitikarar
okkara úr Suðuroy vísa seg
sum hugsjónarligar fyri-
myndir, har teir hugsa um
Suðuroynna sum eina heild
og byggja varðar hareftir.
Tað gera teir ikki í løtuni,
har teir fara í bløðini at tog-
togast um, hvør vil byggja
nakað gott upp her suðuri,
og hvør vil bróta niður. Tað,
at teir alment siga og
meina, at nakað verður
tikið frá Vágs kommunu,
um tað verður flutt til Hovs,
til dømis, er eit vónbrot at
hoyra og tað er ófatiligt at
hugsa sær, at royndir
politikkarir halda fram at
hugsa so stutt!
So góðu tit allir: Hergeir,
Hendrik, Johan, Sverri og
Jóannes: Hugsi frameftir, tí
tað er bert saman, at vit og
tit eiga eina framtíðar
oyggj, har vit øll trívast og
hava tað gott.
Nú bý- og bygdaráðini
eru mannað av nýggjum, er
mín áheitan á tey, at tey lata
vit og skil ráða, nú tey hava
fingið nýggja umhugsing-
arfreist frá Landstýris-
manninum.
Eg vil enda við at siga, at
sjálvsagt er tað ikki Vágs
kommuna, ið hevur ábyrgd-
ina av, hvar nýggi mið-
námsskúlin skal liggja. Tað
er Landstýrismaðurin Jógv-
an á Lakjuni, sum hevur
ábyrgdina fyri at skúlin
verður bygdur á røttum
staði.
E.S.: Hugsi tykkum eina
framtíð, har 90% av stu-
dentunum fer súkklandi í
skúla.Okkara
nýggi
Hovstunnil hevur sjálvsagt
góða, ljósa súkklubreyt, har
næmingar bæði úr Froðba,
Lopra, Vági og Tvøroyri,
kunnu fara súkkandi til
nýggja miðnámsskúlan í
Hovsdali.
10
Nr. 8 - 13. januar 2005
Allur bati bøtir, sigur eitt gamalt orð. Við hesum fyrndar-
orði í huga kundi tað fyri alt tað verið líkamikið, um
peningurin, sum er savnaður í Føroyum, fer til tey neyð-
støddu við einum donskum ella føroyskum spjaldri. Vit
geva ikki fyri at kunnu rósa okkum av, hvussu nógv vit
hava givið í mun til eitt nú grannar okkara. Hugsa vit
soleiðis, so eru vit eins og fariserarin á sinni. Vit geva
fyri at veita teimum neyðstøddu eina hjálpandi hond. Tá
ið tey gomlu góvu og hjálptu, so hendi hetta oftast í
loyndum. Hetta var fyri ikki at eyðmýkja móttakaran og
fyri ikki at gerast sum farisearin.
Men vit liva í eini aðrari tíð, har alt er meira ella minni
alment, eisini vælgerðin. Vit geva í fullum almenni. Øll
skulu vita, hvussu gávumild og hjálpsom, vit eru.
Soleiðis er mentanin vorðin. Hetta er ikki bert okkara
fáfongd. Hetta er eisini fyri at eggja øðrum til at gera
sum vit. Hetta er sostatt í grundini bara gott. Vit staðfesta
enntá, at vit eru gávumildari enn eitt nú danir. Onkur
fýlist so á, at okkara peningahjálp fer beinleiðis inn í
samlaðu hjálpina hjá Danska Reyðakrossi. Føroysk ella
donsk hjálp - er tað ikki eitt feitt, bara hjálpin kemur
teimum, ið mest treingja til góðar? Svarið er ikki heilt
einfalt. Vit halda, at henda atfinning ikki uttan víðari
kann verða skúgvað til viks. Tað kann bara vera gott og
gagnligt, ja, enntá upplívgandi hjá teimum neyðstøddu at
frætta, at ein munagóður partur av peningahjálpini, sum
er nýttur til tjøld, mat og heilivág, kemur úr einum so
fjarskotnum og so lítlum landi, sum tey valla hava hoyrt
um.
Tað kemst heldur ikki uttanum, at neyðhjálp eisini er
politikkur. Vit eru júst í ferð við at taka eitt nýtt og avger-
andi stig móti størri uttanríkispolitiskum heimildum. Við
hesum í huga, átti føroyska hjálpin hjá Reyðakrossi at
verðið eyðmerkt sum tað, ið hon er: nevniliga føroysk
hjálp. Vit taka í hesum høpi als ikki undir við tí farra av
chauvinistisku undirtónum, sum hava eyðkent okkurt av
tí, sum er borið fram um hendan spurning. Men vit vilja
halda fast við ta principiellu støðu, at føroysk hjálp skal
veitast, sum tað hon er, nevniliga hjálp úr einum
sjálvstýrandi landi í danska ríkinum. Hetta landið eitur
sum kunnugt Føroyar og felagið eitur tí Reyðikrossur
Føroya. Reyðikrossur Føroya eigur at fáa hetta í rættlag.
Tað má kunna gerast, uttan at felagsskapurin skal seta á
stovn eina dýra umsiting. Tað má kunna gerast eitt nú
við, at danska meginfelagnum verður álagt at kunna mót-
takararnar um, at hesir og hasir partarnir av neyðhjálpini
koma úr Føroyum, sum er sjálvstøðugt land í danska
kongsríkinum. Reyðkrossur Føroya eigur í álvara at um-
hugsa hendan spurning.
At enda skulu vit loyva okkum at ynskja Reyðakrossi
Føroya tillukku við skjótari og góðari hjálp og við einum
stak vælfyriskipaðum og væleydnaðum innsavningar-
tiltaki. Reyðikrossur Føroya eigur mikið rós uppiborið
fyri vælútinnt verk í sambandi við sorgarleikin í Asia.
Felagið hevur prógvað, tað er tann føroyski stovnur, sum
tað almenna og tann einstaki føroyingurin skulu seta sítt
álit á, tá neyðugt er við katastrofuhjálp úr Føroyum. Lat
ongan iva vera um tað.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Føroysk ella donsk hjálp?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Svar til
Føroya
Blaðmanna-
felag
Fólkavaldir persónar í
arbeiðsørindum
eru
ikki í mínari bók
privatpersónar.
Men takk fyri upp-
lýsinginum
um,
at
Føroya Blaðmannafe-
lag hevur ikki somu
áskoðan. Tað kunnu
fólk so hvør í sínum
lagi taka støðu til.
Vinarliga
Dan Klein,
blaðstjóri á
Oyggjatíðindum
Áheitan á Jógvan á Lakjuni og bý- og
bygdaráð í Suðuroy: Lati vit og skil ráða