Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Súni Kristinansen urguleikari í Skála kirkju Edvin Joensen, formaður í Felagnum fyri kirkjuráðs- limir, ger í Sosialinum 4. januar nakrar viðmerkingar til grein mína "Tónleikur í kirkjuni", sum stóð í jóla- blaðnum KRUNG. Greinin varð eisini endurgivin í Sosialinum 29. desember 2004. Eg eri ikki samdur við Edvini í øllum, hann sigur, og fari tí at gera nakrar viðmerkingar til grein hansara. Men fyri at byrja við endanum, so skrivar Edvin: …Tað hevði helst verið rættari at spurningurin um urguleikarar var komin fram meira alment, so kirkjutænarar og kirkjufólk annars við áhuga kundu verið við til at funnið eina loysn… Her eri eg so púra samdur. Og tá eg so veit, at vit báðir vilja kirkjuni alt tað besta, verður hetta aftursvar skrivað við vón um, at tað kann vera eitt íkast til eitt positivt blað- kjak um evni. Urgan Fyrst var tað urgan, sum í 100 ár hevur verið einasta brúkta ljóðføri í kirkjuni. Hini 900 árini av kirkju- søgu okkara hava fólk klárað seg uttan urgu. Hetta kann kanska skiljast sum, at eg havi nakað ímóti urg- uni og vil hava onnur ljóð- føri í staðin fyri hana, men um henda fatanin stendur eftir, havi eg orðað meg ógreitt. Síðan eg var 13 ára gamal havi eg verið kirkju- organistur, og eg havi øll hesi ár fingið tokka til hetta stórbæra ljóføri. Edvin kallar í grein sín urguna fyri drotningina millum ljóðføri, og tað er væl sagt. Uttan iva eigur urgan sín stóra part av æruni fyri hátíðardámin, vit kenna, tá vit trína inn um kirkjugátt, bæði í gleði og í sorg - frá urguni koma bæði brúsandi brúðarmarsjur og eymki- ligastu gravarljóð. Men eins og aðrar drotn- ingar hevur urgan nógv tænastufólk rundan um seg, sum kunnu ganga henni til handa og gera smáørindi fyri hana, vit kunnu nevna guittara og onnur streingja- instrument, alskins blási- ljóðføri, el- ella vanligt klaver, harmoniku osfr. Fyrimunirnir við hesum eru, at tónleikurin verður meira fjølbroyttur, tað verða fleiri leiklutir í kirkjutónleikinum, sum serliga ungfólk kunnu taka sær av, og kirkjan fær so statt fleiri fólk, sum hava eina uppgávu, og tey fáa harvið eitt tættari tilknýti til kirkjuna. Kirkjuráðini Edvin vísir á, at kirkjuráð- ini seta kirkjutænarar og eisini eru hægsti myndug- leiki á staðnum. Hetta er rætt, men gevur eisini kirkjuráðunum ábyrgd fyri, at fáa fatur í fólki, sum kunnu taka sær av hesum uppgávum, tvs. at seta við. Viðhvørt verða heiðurs- merki handað fyri trúgva tænastu, tað kunnu vera fólk, sum at kalla einsamøll hava verið kirkjutænarar í úti við hálva øld. Slíkt trúfesti er alla æru vert, men kirkjuni hevði tað helst gagnað meiri, um so nógv sum gjørligt vóru um uppgávurnar heldur enn at nøkur fá gjørdu tað so leingi sum gjørligt. Við at gera tónleikauppgávuna í kirkjuni meira fjøltáttaða ber til at fáa fatur á fleiri fólkum, sum kunnu gera gagn og menna seg til eina tænastu í kirkjuni. Edvin nevnir eisini, at Felagið fyri kirkjuráðslimir fyri økrum árum síðani setti ein arbeiðsbólk at viðgera spurningin um at útvega nýggjar urguleik- arar. Hesin arbeiðsbólkur kom árið eftir við einum til- mæli um at veita peninga- ligan stuðul til undirvísing í kirkjunum. Tiltakið fekk ikki ta undirtøku, sum tey høvdu vónað. - Her er eitt dømi um tunga og stirvna mannagongd, sum tíverri viðhvørt er innan kirkjuligt arbeiði: Hugskotið kemur fram, so gongur 1 ár, til arbeiðsbólkurin kemur við eini tilráðing. Siga vit, at tað tekur 1/2 ár at seta tilráðingina í verk, so er 1 1/2 ár farið, frá hugskoti til íverksetan. (Viðmerkjast skal tó, at hesi skipan hava ungir urguleikarar úr bygd okkara gjørt brúk av, og teir hava lært nógv, so nakað gott kom eisini burturúr hesi drúgvu tilgongd). Heil breyð og flísar Onkuntíð skulu vit baka stór breyð, men tey skulu eisini etast, og vit seta í hálsin, um vit royna at at gloypa øllum í senn. Nei, vit eiga at skera breyðið í flísar og so fáa okkum eina í senn. Nakrar slíkar "flís- ar" nevndi eg at enda í greinini í KRUNG: at leiðslan í kirkjuni og Urgu- leikarafelagið viðgera mál- ið, at skriv verður sent kirkjuráðum og urguleikar- um um at taka upp sam- starv við Musikkskúlan, at peningaligur stuðul verður veittur til undirvísing, at avsláttur verður givin til føroyskar sálmalagbøkur og at yvirlit yvir nótatilfar verður sett upp. Kanska kunnu vit fáa fleiri hugskot um, hvussu aðrar flísar kunnu skerast, og møguliga hevur onkur eisini hugskot um góðan og hóskandi viðskera afturvið. Og so vóni eg, at tað fer at gagnast okkum øllum, sum vilja kirkju okkara alt tað besta. Nr. 8 - 13. januar 2005 11 Mathias Lassen í Nesi í Hvalba Passar tað, at Føroya Landsstýrið einki kann gera? Sagt verður, at lands- stýrið kann einki gera við avgerðina hjá Føroya Fiskavirking um at steingja virkini í Vági og í Hvalba. Ein kann loyva sær at spyrja: Situr nakar suðuroyingur í nevndini í Føroya Fiska- virking? Mítt svar er nei! Hvat ger ein postverks- stjóri í nevndini fyri Føroya Fiskavirking og hvat ger ein dani í nevndini fyri Føroya Fiskavirking, og hví skulu teir flestu í nevndini búgva í Havn? Eitt hugskot er at rudda upp í hesum. Kreppan í Suðuroy er líka so álvarsom sum kreppan var í Føroyum fyrst í hálvfemsunum. So einfalt er tað. Hvussu nógv verður fisk- að í havøkinum nærmast Suðuroynni sunnan fyri eina linju tvørs av Sand- oynni? Mítt svar er, at fiskurin sum ísfiskatrolarar og línuskip fiska undir Føroy- um, verður veiddur á Myki- nesgrunninum, vestan fyri Suðuroynna, sunnan fyri Suðuroynna, eystan fyri Suðuroynna, Sandoyar- banka, Nólsoyarbanka og á Fugloyarbanka. Eftir hesum verður nógv tann mesti fiskurin á Føroyagrunnunum veiddur her suðuri, men avreiddur norðanfyri. Landsmyndugleikarnar áttu at kunna sett kvotur á hvar fiskurin skal avreiðast. Ella hvat? Hví vitjaðu Kristian Thulesen Dahl og hinir limirnir í donsku fíggjar- nevndini í Danmark ikki Suðuroynna, nú teir vóru í Føroyum og hugdu eftir búskaparviðurskiftunum her? Tað er harmiligt at hoyra Kristian Thulesen Dahl siga, at í Føroyum er eingin kreppa, tá ið ein stórur partur av landinum er í kreppu, nevniliga Suður- oyggin. Skammast Løg- maður at lata útlendingar síggja alla elendigheitina í Suðuroynni? Tað er harmiligt at síggja alt virksemi norðanfjørðs, meðan illa nokk eini sethús verða bygd í Suðuroynni. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi ein búskaparfrøðing- ur upp handilsjavnan ímill- um Suðuroynna og restina av landinum. Úrslitið var at Suðuroyggin hevði eitt yvirskot uppá 100 milliónir krónur. Henda uppseting varð ikki umrødd við ein- um orði, hvørki av vanliga fólkinum ei heldur av politikarum. Hví? Hetta yvirskot er ikki í dag, men var bara ein lítin partur sendur suður aftur, so kanska yvirskotið var 150 milliónir í dag. Tá kundu tit flotta tykkum uppaftur meir, og vit høvdu alíkavæl havt nóg mikið her suðuri, og havt tað gott við at verða við til at bera vælferðina uppi í Føroyum. Hetta yvirskot, pluss fiskigrunnar rundan um Suðuroynna, bera alla væl- ferðina norðanfjørðs og alla elendigheitina í Suðuroy. Hvussu hevði sæð út norðanfjørðs, um Suður- oyggin var loyst frá restini av Føroyum og fekk sítt egna fiskimark??? At fiskurin gýtur á Norðhavinum vita vit, men fyri tann skuld skuldi ikki verið neyðugt at gjørt sum norðmenn, nevniliga at tann fiskur sum gýtir í norskum sjógvi, hann eiga norðmenn uttan mun til hvar hann svimur. Nei, sjálvandu skulu øll skip í Føroyum fiska í øll- um havinum um Føroyar, men býtið av tí veidda fiskinum má verða rættvíst búskaparliga fyri alt landið og ikki sum nú, bert megin- økið. Eisini verður sagt at suð- uroyingar hava stórar djúp- vatnstrolarar, og at hesir avreiða uttanlands, og at hesir kunnu bara landa í Suðuroy. Til tað er at siga, at tann fiskurin verður veiddur uttanfyri føroyagrunnarnar á sama hátt sum ídnaðar- skipini, nótaskipini og rækjuskipini avreiða sín stóra part uttanlands. So her er einki at koma eftir. Á føroyagrunnunum eru í fjørð veidd o.u. 70.000 tons. Hvussu nógv, Føroya Fiskavirking hevur tikið ímóti, veit eg ikki, men at kalla øll hesi tonsini eru fiskað av skipum norðan- fjørðs. Og tey fáa sín fisk uttan fyri dyrnar hjá suðuroying- um og sigla norður aftur framvið Suðuroynni, hyggja uppá land og kanska teir eisini flenna at okkum suðuroyingum. Hvussu nógv av hesum fiski verður arbeitt á Tvør- oyri, veit eg ikki, men har er so bara eitt flakavirki. Og lat tað so verða, at 7000 tons verða arbeidd á flaka- virkinum á Tvøroyri, tað er 10% av 70.000 og svarar tað til okkara part sum skal sammetast við 10% av fólkinum í Føroyum. Men vit hava ikki allar hasar almennu stovnarnar her sum tit hava har norð- uri, og tí er tað eitt krav at í minsta lagi 14000 tons verða avreidd í Suðuroynni. Tá ið tað er so umráðandi at velja fólk úr øllum landinum at umboða fólki á Løgtingi, hví er tað so ikki umráðandi at velja fólk úr øllum landinum at umsita fiskin sum Føroya Fiska- virking keypir og hag- reiðir? Hvussu ber tað til at tvey virkir í Suðuroynni geva undirskot meðan øll hini í landinum geva yvirskot? Tað er altíð leiðslan sum hevur ábyrgdina av einum virki. Og er einasta loysn í hesum føri at steingja virk- ini, so hevur leiðslan ikki gjørt sínar skyldur, og tí er tað leiðslan sum skal spasera heim og ikki fólkið. At steingja virkini er tann allarbíligasta loysnin og krevur harðastu átalu. Passar tað, at Føroya Landsstýri onki kann gera? VIÐMERKINGAR Tónleikur í kirkjuni Viðmerking til grein í Sosialinum 4. januar 2005 Hvønn tónleik og hvørjar tónleikar ar vilja vit hava inn í okkara kirkju? Arbeiðsloysið í Suðuroy Í kirkju Tónleikarar 3 fjøl- broyttir organist ar royna seg við øðrum ljóð- førum Sangbólkur Verða allar gávur fult nýttar í kirkju okkara?