hósdagur 13. januar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 8 - 13. januar 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Góða allar verðinsbesta gjógv-
aromma.
Omma, bert ein lítil seinasta
heilsan frá mær, nú omma er
farin frá okkum her á fold.
Siti niðri í Keypmannahavn
og hyggi at myndini í vindeyga-
karminum, har omma og abbi
eru á B4 og vitja sítt fyrsta lang-
ommubarn. Tað tykist so løgið,
at longu eftir góðum fýra árum
eru hvørki omma ella abbi ímill-
um okkum longur.
Eg var stødd umborð 8. de-
sember, tá eg bleiv uppringd av
mobiltelefononi kl. 6.45. Tað
var mamma, ið ringdi at fortelja
mær, at nú var omma deyð.
Omma, eg má viðganga, at eg
bleiv óð, tá eg fekk hesi tungu
sorgarboð. Omma, eg var og
vitjaði teg kvøldið fyri, at tú
bleiv skurviðgjørd. Tú stúrdi
fyri operatiónini og væntaði, at
omma nokk fór at sigla sama
veg sum abbi gjørdi fyri einum
ári og 361 døgum áðrenn omma
skuldi opererast.
Eg stúrdi eisini fyri skurðvið-
gerðini, men bleiv tað ein lætti,
tá læknin kom út í bíðirúmið og
fortaldi okkum, at alt hevði
gingist væl eftir umstøðunum,
og at vit nú skuldu bíða til
omma kom fyri seg aftur eftir
hesa stóru skurðviðgerð. Eg og
mamma fóru so inn á stovuna at
heilsa upp á teg, áðrenn eg
skuldi aftur til arbeiðis.
Omma, ikki fekst tú sagt tað
stóra tá, men nikkaði tú, tá eg
tosaði við teg, og visti eg tí, at tú
visti av okkum. Royndi at ugga
ommu við at siga, at í morgin
fór omma at hava tað sum
»blomman í egginum«. Omma,
ikki droymdi eg um, at tað var
seinastu ferð, eg tosaði við teg,
og at omma skuldi fáa heila-
bløðing og doyggja somu nátt.
Hugsaði eg logiskt, so visti
eg, at omma ikki kom so skjótt
fyri seg aftur, sum eg segði, men
komu orðini »blomman í egg-
inum« automatiskt út úr munn-
in-um. Sjálvt um eg segði, at
omma fekk tað sum »blomman í
egginum«, so má eg viðganga,
at eg ikki ynskti at omma skuldi
fáa tað sooo gott, sum omma nú
fekk tað. (væl meint).
Omma, sjálvandi ynski eg tær
alt tað besta, men at omma
skuldi rýma frá okkum so skjótt,
tað var so laaangt burtur í frá tí,
ið stóð fremst á mínum ynski-
lista!
Lítið vita vit.
Omma, saknurin er stórur.
Sakni at fara oman til Gjógvará,
inn í tín heita køk, geva tær
muss og klemm, tendra ketilin,
fáa ein drekkamunn við frans-
breyði, osti og verðsins besta
heimagjørda rabarbusúltutoyi,
ið omma hevði súltað. Sakni
okkara prát, sakni at »skula«
ringja til tín hvønn sunnudag, tá
eg ikki var heima, + allar hinar
uppringingarnar.
Omma, altíð hugsaði tú um
okkum og hevði eina ótrúliga
umsorgan fyri okkum.
Omma, minnist tú tá eg for-
taldi tær, at eg ætlaði mær til
Londin ein vikuskiftistúr. Tá eg
kom at vitja teg dagin eftir,
segði tú, at omma hevði ikki
hevði fingið sovið ta náttina, av
tí at tú stúrdi fyri, at okkurt
skuldi henda mær, meðan eg var
har. Tá eg so lovaði ommu, at eg
skuldi ringja til tín, meðan eg
var í Londin, tá var betur. Altíð
hevði tú okkum í tonkunum.:)
Síðan omma og abbi fluttu
niðan til okkum á Traðarvegi,
har tit búðu í eitt stutt ár, má
sigast, at vit systkini fingu enn
størri tokka til tykkum, og føldi
eg, at sambandið okkara millum
bleiv tættari enn nakrantíð. Prát-
ini blivu meira frí og ung-
dommilig. Mangan sótu vit seint
uppi um kvøldarnar. Vit tosaðu
um hvussu eg hevði tað, um
stúran, mannfólk, »sjeikar«,
arbeiði, ja, so gott sum alt. Takk
fyri tað.
Má sigast at sjálvt um omma
varð 78 ár, so tóktist omma fyri
mær, sum hon var eini 50 ár.
Frísk, ungdommilig og løtt í
sinni. Ein dreymaomma av
ommum at vera.
Omma, eg veit at tú visti, at
vit elskaðu teg, men eg eri glaði
fyri, at eg sunnukvøldið fyri tú
skuldi innleggjast, fekk fortalt
tær, at eg var góð við ommu, og
at eg elskaði teg.
Omma, tað virkar so skeivt, at
omma nú hevur andað sín síðsta
andadrátt. Tú sást so ljóst upp á
lívið, var frísk og glað, hevði
góða heilsu og fanst tær altíð
okkurt at takast við. Hevði ætl-
anir um at vit, børn, ommubørn
+ langommubørn, áttu at farið
til Danmarkar í Blokhus í
summar. Omma gleddi seg til at
Rut og Jóhannis skuldu koma
heim til Føroyar við beiggjanum
í januar og at fáa títt fimta
langommubarn síðst í januar.
Onga av hesum hendingum
slapst tú at uppliva.
Omma, takk fyri bowlingtúrin
í summar saman við mammu og
ommubørnunum. Tú var bara
heilt grov, og var omma sum
ikki einaferð løtt í sinni sum
altíð.
Eg vildi ynskt, at eg kundi
ringt heim, fortalt tær um skúlan
hjá mær, fortalt ommu, hvussu
eg trívist niðri o.m.a., men so
bleiv ikki:(
Men tó, so er tað ein uggi at
vita, at omma hevur tað gott nú,
slapp at halda jól saman við
abba og at vit bert hava góð
minnir um tykkum. Eisini er
deiligt at vita, at eg hóast alt
kann tosa við ommu enn, sum
um tú ert her, sjálvt um vit ikki
fáa svar og góð ráð aftur.
Góði abbi: (Dánjal Petur
Eliasen, f. 18.01.1914, deyður
10.12.02).
Sjálvt um abbi doyði líka tveir
dagar undir tveimum árum
áðrenn omma, so følist tað
annarleiðis nú, omma doyði.
Sjálvandi var saknur eisini eftir
abba, men var tað nakað annað.
Vit vistu jú, at abbi bert bíðaði
eftir at blíva heintaður og var
troyttur av døgunum her á
foldum.
Abbi gekk móti teim 89, var
blindur, fekk illa tosað og var
fyrireikaður at fara upp til Vár-
harra. Vit kundu jú ugga okkum
við, at nú var dagurin komin, ið
abbi bíðaði eftir.
Men abbi, sjálvt um abbi
hevði givið upp við lívið, so
steðgaði tín kærleiki til ommu
ongantíð.
Havi hoyrt onkran sagt, at
sjálvt um ein maður/kona er
góður/góð við konuna/ mannin
og elskar hana/hann, so kann ein
ikki vera forelskaður í henni/
honum alt lívið. Men abbi, har
má eg siga, at eg ikki er heilt
samd. At síggja abba og ommu
saman var heilt ótrúligt.
Líka til tað seinasta kom abbi
við kerligum orðum, so sum á
góðasta, eg elski teg og ja væl-
signaða. Kom man oman til
Gjógvará at vitja tykkum, og tit
sótu í køkinum, ja, so kom tað
meira enn so fyri, at abbi sat á
stólinum og omma sat so fitt á
lærinum hjá abba.
Sá man tykkum í býnum, ja,
so kom tað ikki fyri, at tit ikki
gingu hond í hond og leiddust.
Altíð fitt og kerlig.
Havi sagt tað við ommu fyrr
og sigi tað enn einaferð, at hóast
tit vóru systkinabørn og høvdu
10 ár á aldursmuni, so má sigast,
at tit vóru tað fittasta parið, ið
eg nakrantíð havi møtt. Eitt heilt
einastandandi par!
Vit mugu bara ásanna, at lív
og deyði hoyra saman.
Omma og abbi:
TAKK fyri tykkara kærleika til
okkum
TAKK fyri tykkara lærdóm.
TAKK fyri tykkara lættlyndi.
TAKK fyri tíðina saman við
tykkum.
TAKK fyri at eg slapp at eiga
tykkum sum ommu og abba.
Eg elski tykkum. Eg sakni tykk-
um. Tit koma altíð at eiga eitt
pláss í mínum hjarta. Vónandi
síggjast vit aftur einaferð,
onkunstaðni aftan fyri sýnina.
TAKK FYRI ALT.
Heilsan
Eyðfríð
Minningarorð um Ingibjørg Eliasen
fødd 25. juni 1926 deyð 8. desember 2004