Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 13. januar 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan hátt vístu okkum samkenslu í sorg okkara, tá kæri maður, pápi og abbi okkara Hans Vilhelm Joensen andaðist Familjunnar vegna Paulina, Magni, Sólgerð, Magnus, Katrina og Hans Vilhelm Kunngjørt verður, at kæra mamma okkara Kalla Samuelsen Klaksvík andaðist 10. jan. 2005 á Klaksvíkar Røktarheimi, 91 ára gomul. Farið verður úr Kapellinum fríggjakvøldið 14.januar kl. 18.00. Jarðarferðin verður leygardagin 15. jan. kl.13. 00. Sigrun, Gunnvør, Ásgerð, Rakul, Oddmar og Armgarð Fríggjadagin 14. januar frá kl. 15-17 letur framsýn- ingin "Territorial State- ments" við Birgit Johnsen og Hanne Nielsen upp í Listaskálanum. Talan er um eina annar- leiðis video-framsýning, har seks kvinnur siga somu søgu úr sínum egna gerandisdegi framman fyri upptøkutólinum. Hetta gera tær fýra ferðir við fleir daga millumbili. Tað áhugaverda er, hvussu søgurnar broyt- ast fyri hvørja ferð. Ein av kvinnunum er føroysk og býr í Danmark. Video-sýningarnar, sum vara í 52 minuttir og eru á tveimum stórum skermum, koyra alla tíðina meðan opið er. Hanne Nielsen og Birgit Johnsen, ið eru ávikavist 45 og 46 ára gamlar, eru báðar danskar og útbúnar mynd- høggarar. Seinastu 11 árini hava tær arbeitt saman og gjørt framsýningar við video installatiónum, sum tær hava ferðast við í nógv- um londum. Eisini hava tær gjørd nakrar dokumentar- filmar undir Det Danske Filmsinstitut. Framsýningin er opin til 23. februar. Í dag, tann 13. januar 2005, fyllir Elsebeth Kristina (Ebba) Wang í Hoyvík 90 ár. Tá hon varð fødd, høvdu vit havt fyrra heimsbardaga í fýra mánaðar. Í Ruslandi stýrdu zarurin, í Týsklandi og Eysturríki keisarar, og Jerusalem og Bagdad lógu undir sultaninum í Istanbul. Móðir hennara var Súsanna (1876-1955), ættað úr Innistovu í Mykinesi. Faðirin var Hans Simon- sen (1878-1967), traðarmaður og útróðrarmaður. Hann var triðja ættarlið á trøðni uttan fyri Garðar í Hoyvík. Av teimum sjey systkjunum eru trý deyð. Tann kendi skiparin Johan í Hoyvík, ið var elstur, giftist við Sigrid Henriksen úr Sandavági og doyði 84 ára gamal í 1989. Elsa. ið var næstelst, giftist við Johan í Gjørðum í Porkeri og doyði 87 ára gomul í 1993. John, ið var triðelstur, giftist við Annu á Borg á Argjum, og doyði 66 ára gamal í 1975. Tey fýra systkini, ið eftir liva, eru Margreta, ið er 92 ár, og síðan 1993 einkja eftir Hermann Jensen í Dan- mark. Anna, sum er 87 ár, er einkja eftir Jógvan Hansen úr Klaksvík, sum doyði í 1998. Tey búðu í Keyp- mannahavn. Yngstur er Sigurð, sum er giftur við Renatu úr Zürich í Sveis, og hann býr í grannahúsun- um. Tá ið Elsebeth Kristina varð fødd vóru trý hús í Hoyvík - umframt bróstsjúkrahúsið í Hoydølum. Heima á Garði vóru tvey hús. Í Uppistovu búði uppsitarin Magnus Jacobsen úr Miðgeil í Kaldbak, og í Niðristovu búðu bóndafólkini. Mourits hevði fest í 1912, men haldbóndafólkini búðu framvegis har. Haldbóndin var Per, elsti sonur Marin í Hoyvík og tann Mourits Mohr, ið saman við Plöyen amtmanni var í Hetlandi í 1839. Haldbóndakonan, omman heima á Garði, var Elsuba Maria Olsen av Bakkanum í Hvalba. Men áðrenn Elsebeth Kristina fylti tvey ár, vaks Hoyvík munandi, tí Símum, pápabeiggi hennara, bygdi tey fjórðu húsini í bygdini á Lágni í ovaru helvt av trøðni. Elsebeth Kristina gekk í skúla í Hoyvík tveir dagar um vikuna til hon fór í realskúlan í Havn. Eftir próvtøkuna arbeiddi hon í Havn í nøkur ár, serliga hjá Johan Evensen, spinnaranum, men eisini í køkinum á sjúkrahúsinum. So var hon í trý ár skrivstovukvinna á royndarstøðni, har Jógvan Huusgaard var fyri- støðumaður. Í 1938 giftist hon við Poul Wang í Kaldbak, sum var sonur Zacharias, ið var bóndi í Sølgørðum, og Marin, bóndadóttir úr Hoyvík. Í Kaldbak var hon hús- móðir í 27 ár, og fingu hon og Poul børnini Eyðun, Zakarias, Sølvá, Hanus og Mourits. Tá Eyðun tók við garðinum í Sølgørðum, fluttu hon og Poul í 1965 til Hoyvíkar. Poul var systursonur hoyvíks- bóndan Mourits Mohr, sum var giftur við Jettu Jacobsen úr Miðgeil í Kaldbak. Tey vóru barnleys. Tey vildu hava, at Poul tók við garðin- um, og kom hetta í lag, hóast Poul tá nærkaðist teimum 60. Tey settu tó ikki búgv í bóndahúsunum, men fluttu inn í barnaheimið hjá Else- beth Christinu. Har hildu tey fram við at arbeiða eins og fyrr. Poul røkti haga og bø, og tey høvdu kýrnar standandi í gamla fjósinum heima á Garði. Elsebeth Kristina fór hvønn morgun heim at mjólka, og mong vóru tey, ið fingu mjólk frá teimum. Tey lótu garðin til Hanus í 1974, og tá fóru kýrnar niðan á Vatna- skarðar, men Poul helt fram við at ganga burtur í haga og arbeiða við seyðinum til hann var 90 ár, og tey virkaðu ull. Poul vaskaði og napp- aði, men Elsebeth Kristina sat í vevinum sum hon hevði gjørt øll árini í Kaldbak, og tað var ikki smá- vegis av pløggum hon læt Heima- virkinum - og børnum og ommu- børnum. Poul doyði 14. februar 2004. Føðingardagurin verður hildin leygardagin tann 15. januar frá kl. 18 hjá ommudótrini Elsubu Wang inni á Fløtum 8 í Kaldbak. Børnini 90 ára dagur Listasavn Føroya: Territorial Statements í Listaskálanum Dagurin 13. januar. Tjúgunda halgi. Jólini enda. Tá ið tey taldu jólini og kvóðu um alt tað, sum Sankta Mortan gav, kvóðu tey: tjúgu stútir, nú eru jólini úti. Tjúg- unda kvøld hevur verið hildið sum høgtíðsdagur onkustaðni í Føroyum. Dagurin verður í álma- nakkanum eisini róptur Hilarius, til minnis um ein biskup í Poitiers, ið var mettur høgt sum kirkjulærari og sálmaskald. Hann hevur yrkt sálmin. Tær Guð, sum ein ræður himni á. Hilarius doyði í árinum 367. Birgit Johnsen og Hanne Nielsen við framsýningini "Territorial Statements" í Listaskálanum Mynd: Jens Kristian Vang